Fríði Johannesen, sum var komin av skaðalistanum og í HB álopið, var tryggleikin sjálvur úr ellivu metrum, og tað, sum var eftir av fyrra umfarinum, leikaði javnt á, uttan at tað vóru serliga nógvir m [...] málstrikuni. GÍ noyddist at flyta fólkið alt longri fram, og tað hevði, sum tað leið út, fleiri snarálopsmøguleikar við sær til HB. Hans Jørgen Djurhuus var tvær ferðir og Magni á lakjuni eina ferð blankur [...] kassan. So var 2-0, HB tóktist vera komið úr máttloysinum, sum teir hava verið meiri og minni eyðkendir av í fleiri vikur, og tað kundi kanska hugsast, at teir skuldu vinna trygt. Soleiðis gekk tað ikki, og
sunnudag var á Svangaskarði, skuldi sambært yvirlitið frá FSF Petur Erhard Kjærbo vera 23. maðurin inni á vøllinum. Men einki sást til sumbingin, og í staðin var tað Jens Petur Brattalíð úr Vági, sum var dómari [...] at eg eri ikki tøkur tað, sum er eftir av hesum árinum, og sum tað sær út í løtuni, so rokni eg ikki við, at eg fari at døma aftur, men akkurát nú kann eg ikki siga, hvussu tað verður komandi ár, sigur [...] og um tað hevur gingið væl, so hava vit verið við hús aftur klokkan hálvgum tólv. Men eg havi ikki kært meg, tí mær hevur dámt hetta sera væl, og sjálvt um eg ikki fari at døma meiri, so kann tað væl vera
tríggjar minuttir fyri leiklok, og hesaferð var tað enn ein av verjumonnunum, sum skoraði. Bergur Hansen gjørdi forarbeiðið í vinstru síðu, og inni fyri málið var tað Jónstein Petersen, sum smekkaði bóltin [...] teir í Runavík fullkomiliga vóru ómaná. Í fyrra hálvleiki var munurin millum liðini so stór, at 3-0 leiðslan hjá NSÍ ikki var eitt mál ov stór. Toftamenn formáddu sær einki á graslíkinum í Runavík, og [...] til 2-0, tá Helgi L. Petersen (sum var viðaftur eftir leikbann seinast) dróg avstað í høgru og sendi uppá tvørs inn til Ian Højgaard, sum sparkaði bóltin í B68-málið. Tað gjørdist 3-0 eftir góðan hálvan tíma
Eftir rundferðina var boðin ein biti inni hjá bóndafólkunum. Á veg inn aftur á Gomlurætt var eitt sindur av aldu í Hestfirði, og Lone Dybkjær, kona forsætisráðharrans, helt fyri, at tað var gott kortini, at [...] Tað varð farið til gongu úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin. Forsætisráðharrin við fylgi og ferðaleiðara. Men tað var so skjótt, at forsætisráðharrin aftur vísti, at hann gongur tey flestu av. Túrurin [...] sálmasanginum. So frammi í kóri sótu Páll Patursson, sum bæði var klokkari og deknur, og Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, sum var forsangari. Og tað bar væl til at syngja uttan undirspæl. Heri Joensen, prestur
Nyrup Rasmussen var sera hugtikin av tí, hann sá. »Hetta er nógv, nógv vakrari, enn eg hevði ímyndað mær,« segði hann, tá hann var komin niðaná. »Eisini nógv vakrari enn á myndunum«. Og tað var sum í Brókatátti: [...] sum teir eru. »Eg eri fullur av undran yvir tað, eg havi sæð og upplivað á túrinum,« segði ein sera hugtikin forsætisráðharri. Men tað var ikki leingi, Adam var í Paradísi, og enn styttri, forsætisráðharrin [...] Motzfeldt, landsstýrisformanni í Grønlandi. Og tað var hesin seinasti, sum sat við urguna. Hann er kanska meira kirkjuvandur enn hinir báðir. Hann er prestlærdur. Og inni í kirkjuni fingu gestirnir frá staðkendum
hesir tríggir leiðandi politikkararnir í ríkinum halda tað tó ikki vera nóg stórt til at avgera tað her og nú. Tað verður tikið uppaftur, um tað verður aktuelt, varð sagt á tíðindafundinum. Tá spurt varð [...] viðvíkjandi blokkstuðlinum. Tað gongur út uppá, at tá tað gongur væl í Føroyum, skal stuðulin minka fyri síðan at vaksa aftur, tá tað gongur verri. Anfinn Kallsberg, løgmaður, kallaði tað eitt »sisternusystem« [...] har torveldurin brimaði í komfýrinum. Onkur vildi halda, at hitin var so nógvur inni, at teir mundu fara at gera skjótt av. Hvussu var og ikki, so settust teir við fundarborðið fyri opnum vindeygum. Fullveldi
ássinum í Gøtu sunnudagin. Hetta er sama plássið, sum Jan Dam spældi fyrstu ferð, hann var á landsliðnum. Tað var júst móti Íslandi. 8. august í 1990, tá loysti Jan Dam í 1. hálvleiki skadda Abraham Hansen [...] verður á Tórsvølli móti Íslandi komandi mikukvøld klokkan 19. Mest merkisvert er tað, at Jan Dam ikki er á listanum. Tað hevur hesa síðstu tíðina ligið í luftini, at Jan Dam, sum hevur verið nógv skaddur [...] altjóða kendur. Tað sæst aftur í, at sjey av teimum átjan spælarunum, sum eru úttiknir, koma úr útlendskum feløgum, og soleiðis sum gongdin hevur verið hesa síðstu tíðina, so verður tað neyvan leingi til
fríggjakvøldið, at eitt norskt felag var áhugað í Kurt, og sunnukvøldið var tað álvari í. Eg haldi nógv av spælarunum hjá mær, eg ynski teimum alt tað besta, og eg haldi, at tað er hugaligt hjá Kurt at fáa ein [...] honum alt tað besta, men tað er sera týdningarmikið, at vit ikki missa málið úr eygsjón. Málið er at vinna FM, og vit mðja framvegis á sama málið. Kurt hevur verið liðformaður og leiðari inni á vøllinum [...] Dúgvuni um Leirvíksfjørð og við bussi út á Toftir, har teir hittu Kurt Mørkøre, sum var komin úr Havnini. Tá upphitingini var liðug, savnaði Tony Paris allar spælararnar á miðjuni og segði nøkur orð: ? Tit
at trognum. Og tá liðugt var, varð alt koyrt aftur í ruskposar og borið heimaftur við, sum tað sømir seg røttum útferðarfólki. Men tað var ikki liðugt so kortini. Tí tá liðugt var at eta á Lónni, beyð b [...] sum nakað var at frætta frá yvirhøvur. Umtrent hvør sperra hevði sína áhugaverdu søgu. Úr kirkjuni varð farið gongutúr út á Lónna. Eisini við Lars Gunnari og Eilifi sum ferðaleiðarum. Og tað var enn sum [...] ður millum annað, at nú fleygatíðin júst hevði verið upp á tað hægsta, var rímiligt, at forsætisráðharrin eisini hitti nakrar lundar. Og tað vóru fyrst teir útstappaðu heima hjá Jens Kjeld Jensen, fug
Tær settu seg í bilin, og alt var sum vanligt. Tá tær komu til Skálafjørð, koyrdi hon oman til Statoil-støðina at keypa bensin á bilin, og fór síðani inn at gjalda fyri tað. Tá hon kom útaftur, sá hon, [...] at vinkonurnar høvdu havt eitt sindur at gera ímeðan hon var inni, tí nú stóð knappiliga ?POLTERABEND? á bilinum, og har stóðu vinkonurnar við ymiskum løgnum klæðum at lata hana í. Tær lótu hana í ein [...] gulligan kassaguittara. Soleiðis gekk Sonja á Tinghúsvøllinum, tá vit møttu henni, og vit hildu, at tað var væl og viriliga vert at taka eina mynd av henni, og seta hana í Sosialin. Nú fáa í hvussu er sera