Tilbúgvingarætlanin viðgjørd

Eitt av málunum, teir tríggir, Anfinn, Poul og Jonathan, viðgjørdu í Tindhólmi leygardagin, var tilbúgvingarætlanin á Føroyaøkinum

Tilbúgvingarætlanin fyri Føroyar er eitt stórt projekt, sum ikki er komið so langt ávegis, sum ynskiligt kundi verið.

Soleiðis segði Anfinn Kallsberg eftir ríkisfundin í Tindhólmi leygardagin, har hann luttók sjálvur triði saman við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformanni í Grønlandi.

Tilbúgvingarætlanin er risastór, og krevur luttøku frá nógvum myndugleikum, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, eftir ríkisfundin.

Har eru bæði Reykjavík, Edinburgh og Stavanger íblandað, segði hann.

Og ætlanin umfatar nógv øki. Bæði til lands, til vatns og í luftini.

Tilbúgvingarætlanin fyri Føroyar er rættiliga umráðandi fyri oljuídnaðin. Og júst oljuparturin er tann, sum komin er longst.

Men annars gongur tað ikki so skjótt, sum ynskiligt hevði verið, segði løgmaður.


Feðgar og politikkarar

Neyvan hava so kendir gestir verið í Tindhólmi, síðan Ketil gjørdi sína tiltiknu grindaferð.

Hesir nýggju komu við størri ferð enn feðgarnir við Trøllinum á sinni

Ikki serliga lagghallir av váknum, krókum og knívum, sum teir á Ketilsferðini.

Og lættari vóru teir klæddir í frágera góða summarveðrinum.Ikki tøvdir í klett sum teir gomlu.

Báðir gestirnir í opnari, føroyskari troyggju. Forsætisráðharrin í mynstrutari og landsstýrisformaðurin í morreyðari.

Føroyski løgmaðurin var í donskum klæðum.

At halda ríkisfund í Tindhólmi var avgjørt nakað, sum gestunum báðum Pouli og Jónathan líkaði væl.

Teir róstu løgmanni til skýggja fyri hetta frálíka hugskot.

Jonathan Motzfeldt var sera glaður fyri, at hann nú slapp at síggja annað enn Tórshavn, sum hann tók til.

Og Poul Nyrup Rasmussen duldi ikki fyri, at hann var ógvuliga fegin um at sleppa runt í Føroyum.

Í Tindhólmi stóð føroyski fiskimalaráðharrin, Jørgen Niclasen og tók í móti endanum, tá Silja flutti teir tríggjar við fylgi at landi.

Farið varð stutt eftir á fund í húsinum, teir hava har úti.

Eitt frálíkt og væl hildið hús, har torveldurin brimaði í komfýrinum.

Onkur vildi halda, at hitin var so nógvur inni, at teir mundu fara at gera skjótt av.

Hvussu var og ikki, so settust teir við fundarborðið fyri opnum vindeygum.


Fullveldi í Tindhólmi

Áðrenn teir fóru á fund, og onnur á útferð, greiddi Jørgen Niclasen eitt sindur frá um Tindhólm.

Hann segði gestunum, at Hólmurin er felagsogn.

Og her vilja teir ikki hava nakran annan at blanda seg uppí, hvat gjørt verður.

Sostatt var lætt at koma til ta niðurstøðu, at Tindhólmur hevur eitt slag av fullveldi.

Kanska fer Jørgen at lýða Anfinni eitt sindur í oyra um, hvussu hetta kann førast úr Tindhólmi í Tinganes.

Eftir, at Jørgen Niclasen hevði sagt frá, fóru politikkararnir einsamallir á Ríkisfund. Eingin annar slapp við yvirhøvur.


Lone og lundin

Men tað gjørdi nú ikki tað stóra, tí meginparturin av fylginum fór niðan á Hólmin at síggja, hvussu ein fleygingarstong verður nýtt.

Eingin ætt var. Mestsum stilli.

Men kortini eydnaðist fleygingarmanninum at fáa ein lunda.

Hetta man vera ein tann hepnasti lundin, nakrantíð er komin í stongina í Tindhólmi. Hann varð nevniliga ikki kiptur.

Forsætisráðharrafrúan, Lone Dybkjær, var ein teirra, sum var við í sessinum. Og tá lundin var tikin úr, fekk hon loyvi at halda á honum.

Hesin góði fuglur varð kíndur og klappaður.

Tosað varð um hann, og avgjørt varð, at hann skuldi sleppa aftur á flog.

So við pressuni sum áskoðarum, slapp Lone Dybkjær at leika fuglavinur, sum lat hesum neyðars fuglinum frælsið aftur.


Aftur í Tinganesi

Afturkomnir í Tinganes Leygarkvøldið, hildu teir tríggir, løgmaður, forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin tíðindafund.

Har var tilbúgvingarætlanin umrødd, eins og sagt var frá, hvørji mál høvdu verið uppi og vent í Tindhólmi.

Tosað hevði verið um Evruna.

Danmark fer kanska einaferð um ikki so langa tíð at taka við Evruni sum gjaldoyra.

Og gera danir tað, sita føroyingar og grønlendingar eftir við eini danskari krónu, sum so at siga einki kann brúkast til.

Hetta er avgjørt eitt átroðkandi mál, eru tað fleiri, sum halda.

Men hesir tríggir leiðandi politikkararnir í ríkinum halda tað tó ikki vera nóg stórt til at avgera tað her og nú.

Tað verður tikið uppaftur, um tað verður aktuelt, varð sagt á tíðindafundinum.

Tá spurt varð, hvussu leingi hesir ríkisfundirnir fóru at vera aktuellir, var Anfinn Kallsberg, løgmaður, kvikur at svara:

»Tað velst um, hvussu leingi tað verður nakað ríki.«

Teir tríggir vórðu spurdir, hvat teir hildu um eitt uppskot, sum danin Martin Paldam er komin við viðvíkjandi blokkstuðlinum.

Tað gongur út uppá, at tá tað gongur væl í Føroyum, skal stuðulin minka fyri síðan at vaksa aftur, tá tað gongur verri.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, kallaði tað eitt »sisternusystem«, sum hann als ikki vildi tosa um.

Føroyingar hava eina avtalu frá 10 juni í fjør um hasi tingini.

Meira hevði hann ikki at siga um tað.

Eisini forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin vístu sera avgjørdir slíkum uppskoti frá sær.