Liss Hansen
Sonja segði fyri Sosialinum, at hon ætlaði sær at fara ein túr til Havnar at halda Ólavsvøku, saman við nøkrum vinkonum. Tær settu seg í bilin, og alt var sum vanligt. Tá tær komu til Skálafjørð, koyrdi hon oman til Statoil-støðina at keypa bensin á bilin, og fór síðani inn at gjalda fyri tað.
Tá hon kom útaftur, sá hon, at vinkonurnar høvdu havt eitt sindur at gera ímeðan hon var inni, tí nú stóð knappiliga ?POLTERABEND? á bilinum, og har stóðu vinkonurnar við ymiskum løgnum klæðum at lata hana í. Tær lótu hana í ein hvítan silki-náttkjóla við ljósareyðum blómum á, settu stórar krúlluspolar og eitt brúðarslør í hárið hjá henni og góvu henni einar sóljugular gummistyvlar uppá beinini, og á ryggin hongdu tær ein gulligan kassaguittara.
Soleiðis gekk Sonja á Tinghúsvøllinum, tá vit møttu henni, og vit hildu, at tað var væl og viriliga vert at taka eina mynd av henni, og seta hana í Sosialin. Nú fáa í hvussu er sera nógv at vita, at Sonja verður ein gift kona leygardagin? Vit ynskja Sonju og Andre góða eydnu við hjúnarbandinum.