Jan Dam ikki á landsliðnum

Fótbóltur: Fólk sleppa sjálvi at gera av, hvar tey seta seg í Gundadali komandi mikukvøld

Allan Simonsen boðaði í gjár frá, hvørjar átjan spælarar, hann vil hava at møta á Hotel Føroyum mánadagin klokkan ellivu í sambandi við fyrireikingarnar til landsdystin, sum verður á Tórsvølli móti Íslandi komandi mikukvøld klokkan 19.

Mest merkisvert er tað, at Jan Dam ikki er á listanum. Tað hevur hesa síðstu tíðina ligið í luftini, at Jan Dam, sum hevur verið nógv skaddur og tískil ikki hevur spælt serliga nógv, hvørki í Herfølge ella í HB, hevur havt eitt av ytstu plássunum í átjan manna hópinum, og nú hevur venjarin gjørt av ikki at geva einum av mest royndu spælarunum boð.

Jan Dam spældi annars allar 90 minuttirnar á verjukenda miðvallarplássinum í Gøtu sunnudagin. Hetta er sama plássið, sum Jan Dam spældi fyrstu ferð, hann var á landsliðnum. Tað var júst móti Íslandi. 8. august í 1990, tá loysti Jan Dam í 1. hálvleiki skadda Abraham Hansen av og skoraði uppá brotsspark. Hetta er einasta málið, sum Jan Dam hevur skorað í 36 landsdystum, og so er spurningurin, um HB maðurin, sum á landsliðnum eisini hevur umboðað Ølstykke og KÍ, fer at megna at vinna landsliðsplássið aftur.

Føroyskur fótbóltur gerst alt meiri altjóða kendur. Tað sæst aftur í, at sjey av teimum átjan spælarunum, sum eru úttiknir, koma úr útlendskum feløgum, og soleiðis sum gongdin hevur verið hesa síðstu tíðina, so verður tað neyvan leingi til meiri enn helmingurin av spælarunum fara at koma úr útlendskum feløgum. Fimm av níggju spælarum úr feløgunum heima á landi spæla dagliga í B36, og tað er vert at leggja til merkis, at venjarin ikki hevur úttikið Heðin á Lakjuni, sum hevur staðið seg sera væl síðstu vikuskiftini og Helga L. Petersen, sum stóð seg væl ta løtuna, hann var inni í vígsludystinum á Tórsvølli.

Allan Simonsen hevur sent boð eftir hesum spælarunum: Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jens Martin Knudsen, Leiftur, Óli Johannesen, AGF, Jens Kristian Hansen, B36, Pól Thorsteinsson, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Fróði Benjaminsen, B68, Jóhannis Joensen, HB, Henning Jarnskor, GÍ, John Ryan, KÍ, Øssur Hansen, B36, Allan Mørkøre, ÍBV, Sámal Joensen, GÍ, Julian Johnsson, Sogndal, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Leiftur og Todi Jónsson, FCK.

Frá Fótbóltssambandinum frætta vit, at atgongumerkini fara at kosta 120 krónur fyri vaksin, og 40 krónur fyri børn 8-14 ár. Børn upp til og við sjey ára aldri sleppa ókeypis at hyggja. Í fyrstu dystunum á Tórsvølli hevur verið roynt at marka atgongumerkini, men hesa ferð sleppa fólk sjálvi at gera av, hvar tey seta seg ? burtursæð frá einum øki, sum verður stikað av til viparar.

Tað var ikki heilt greitt í gjár, men ivaleyst verður dómarin úr Skotlandi, meðan linjuverjarnir vera føroyingar. Íslendingarnir koma til Føroya mánadagin, og teir fara til hús aftur hósdagin.