hugnalig at koma inn til. Eg minnist væl, tá vit komu inn úr Svínoy at ferðast. Vit komu inn og fóru beinanvegin at kanna húsini, um tey vóru líka, sum tey vóru síðst, tá ið vit vóru og vitjaðu. Tú sat altíð [...] altíð so nógv at frætta, men vit royndu at fortelja tær tað sum var, og at tú fórt at fáa 2 nýggj langommubørn í summar. Tað vart tú eisini glað fyri, sjálv um tú fýsti eitt sindur, tí tú helt, at eg var ov [...] hevur tú fortalt, at tú ynskti at fara friðaliga og bara sovna burtur úr hesi verð og soleiðis bleiv eisini. Tú slapp ikki at liggja leingi. Tá tú breyt mjødnina, komst tú teg væl og fór at ganga aftur beinanvegin
royndu at grava hann leysan við spaka, men máttu gevast, tí vandi var fyri, at meiri jørð fór at rapa, sigur løgreglan í Sorø við 3F. Arbeiðseftirlitið kannar enn málið, og tí er ov tíðliga at siga nakað [...] Tað var í samband við kloakkarbeiði í Sorø, at ein 58 ára gamal arbeiðsmaður varð jarðaður undir i jørð. Danska fakblaðið 3F sigur, at hetta er aðru ferð í ár, at ein persónur doyr í slíkari arbeiðsvanlukku [...] meðan maðurin sat í eini gravimaskuni og gravaði eina kloakk. Maðurin fór niður í eitt 2,7m djúpt hol, men tá fullu síðirnar saman oman yvir mannin. Maðurin arbeiddi einsamallur, so ilt er at siga, hvat hendi
? Tað er eisini komin fyri, at onkur gumma, ið ikki hevur verið von at standa gumma, hevur svarað ja uppaftur í saman. Eg plagdi at siga við tær, ið skulu vera gummur, at tær skulu svara nei, tá eg spyrji [...] út í Hest at hava Guðstænastu. Eg ætli at lata fólk í Hesti hoyra jólaprædikuna frá fyrsta jóladegi.Viðmerkjast kann, at eg aldri havi verið úti í Hesti fyrr, so eg gleði meg at koma út hagar at heilsa uppá [...] Suðuroynni, og Heri greiðir frá, at hann vanliga plagdi at hava fimm Guðstænastur í Suðuroynni jóladag. ? Eg plagdi at byrja í Vági kl. 11, har Ljómur plagar at syngja, og eg plagdi at enda í Porkeri kl. 19. So
møguleika, at fáa part av tí politikki ein ynskir, ella at takka fyri seg og fara úr forhandlingunum. Ætli mær ikki at kasta meg fyri føturnar á formanninum og biða umskylda, at eg eri til. Hóast at eg haldi [...] langtsíðan, tú sat til borðs við tjóðveldinum, eftir at eg var mynstraður av skútini, og Kári P. Højgaard stóð klárur at sessast í títt selskap. Men tá valdi tann Reyði blokurin ímillum teg og Høgna at klandrast [...] uppgávu fyri “Eirik”, við áhuga. Eg hugsaði ikki, at Aksel var typan, sum fór at leggja planir, uttan at tingmanningin er við. Men eg má við sorgblídni ásanna, at hann heldur vil lurta eftir teimum í flokkinum
ein son, tvey ommubørn og ein langommuson. Ikki sæst á Margit, at hon hevur verið álvarsliga sjúk, tí hon er bæði løtt røsk og - satt at siga hevur hon prátingarlag og fimi sum eitt ungfólk. Annars dámar [...] nógv fyri at halda seg kunnaðan við vikubløðum og avísum. Tað er altíð hugnaligt at koma inn á gólvið hjá Margit; hon eigur altíð ein góðan kaffimunn, og tað liggur væl fyri hjá henni at siga frá gomlum [...] urtagarðinum, og hevur hon verið við til at røkja hann so mikið væl, at hann í 2002 vann eitt 3. pláss í urtagarðskappingini hjá Fuglafjarðar Kommunu. Margit dámar eisini væl at lesa - gjarna stutt- og skaldsøgur
Satt at siga, so var eg ivasamur, tá heitt var á meg um at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar 2003. Henda tíðin síðan seinasta val hevur verið ein góð tíð. Sjólívið er eitt spennandi arbeiði, og miljøið [...] stuðla alt lívið. Men tað nýtist ikki at vera eitt val millum tvey arbeiðir. Tað nýtist ikki at vera sum hjá gentuni á sinni, at " skeri eg teg her, so missi eg teg har". At verið tingmaður heyst og vetur og [...] man javnaðarhugsjónina í blóðinum, og man bert er eina atkvøðu frá tingsessinum, so ber ikki til at siga nei. Eisini kenni eg meg forpliktaðan mótvegis teim knapt hálvttriðja hundrað veljarunum, sum stuðlaðu
fyrst og fremst við at halda alt fastari um miðvøllin, at HB vann seg aftur í dystin, men Kári vildi illa geva viðhald í, at B36 sat á tí mesta fyri steðgin. - Eg haldi nú ikki, at teir høvdu alt. Teir [...] so nógv, men royna at fáa okkara spæl at koyra. Tað gongur eisini betri og betri, og eg haldi, at sigurin at enda var púrasta uppiborin. Og nú er silvurið mest tryggjað. Merkir tað, at úrtøkan fyri árið [...] Silvurið hevur sjálvandi nógv at siga, tí halda vit tí, so sleppa vit í UEFA-Cup. Men enn er árið so ikki liðugt. Vit kunnu missa silvurið aftur, eins og vit eisini hava ein møguleika at taka EB/Streym. Tað verður
Fólkatingi. At umboðini til einhvørja tíð hava verið og eiga at vera »loyal« mótvegis einhvørjari samgongu í Føroyum. Álvaratos - heldur oddagreinskrivarin at minnið hjá føroyinginum er so stutt, at hann ikki [...] mótvegis samgonguni sum sat??? Nei - tað er syndarligt at síggja hvussu tunt soðið er vorðið í oddagreinunum á Sosialinum, og hvussu sjónligt tað er, at Javnaðarfólk hava fingið ilt av, at ráðstevnan um blokkin [...] Sosialsins ikki fingu umrøtt nakað samfelagsmál uttan at Tjóðveldisflokkurn bleiv settur í samband við alla ólukku, oddagreinirnar høvdu úr at gera at deila Tjóðveldisflokkin í ymiskar bólkar og innanhýsis
vit væntandi fara at seta rættiliga skjótt, verður at dagføra alt, sum liggur niðurfyri. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sigur, at kommunustýrið hevur gjørt av, at skrivarin kemur at arbeiða hálva tíð tað [...] tímar um vikuna, tó at her er eingin umsiting. Men, um stutta tíð fær Kunoyar kommuna eisini ein hálvtíðar skrivara. Tað er umleið hálvur annar mánaði síðan, at freistin at søkja eitt hálvtíðarstarv sum [...] fyrsta árið, og síðan skulu tey eftirmeta tørvin frameftir. - Sjálv vænti eg - uttan at kunna siga tað við vissu - at skrivarastarvið í Kunoyar kommunu fram eftir verður eitt hálvtíðarstarv, sigur Sóleyð
sum eg ætlaði at siga soleiðis, at tey kundu skilja tað. Hvat er so til ráða at taka? Kanska ein autobiografisk fiktión, har okkurt er satt og annað íspunnið. Í hvussu er tóktist tað, sum at tað festi í [...] áður, løtuna fyri, at eg skuldi á ein pall til tað - at flyta fram eina røðu. Trupulleikin var, hóast man sjálvur hevur verið barn einaferð, at seta Merkið inn í ein samanhang soleiðis, at børn í ymsum aldrum [...] í Runavík at halda eina røðu, eins og ivaleyst mangir borgarstjórar í landinum gjørdu hendan fagnaðardag. Men Torbjørn Jacobsen fekk eina heldur øðrvísi avbjóðing, enn hann vanliga plagar at fáa. Hann