Foreldrini vóru Christian og Nicolina Thomsen, bæði úr Fuglafirði. Tey vóru 6 systkin: Mary Cruse, ið er gift til Onglands, Solby Olsen, ið varð gift til Klaksvíkar, Noomi Joensen, ið er gift til Saltangará og Símin Hendrik Thomsen, ið er giftur og býr í Fuglafirði. Ein beiggi doyði sum pinkubarn.
Sum blaðung fór Margit til Klaksvíkar at tæna, og har var hon eisini í mong ár. M.a. arbeiddi hon sum køksgenta á sjúkrahúsinum og seinni á vaskaríinum og á hermetikkfabrikkini. Margit flutti aftur til Fuglafjarðar, og í 1957 giftist hon við Sivardi Midjord. Tey bygdu hús norðuri á Høvda tætt við gomlu Høvdahúsini, sum var barndómsheimið hjá Sivardi. Sivard, sum var sjómaður øll árini, doyði í 1989. Margit eigur ein son, tvey ommubørn og ein langommuson.
Ikki sæst á Margit, at hon hevur verið álvarsliga sjúk, tí hon er bæði løtt røsk og - satt at siga hevur hon prátingarlag og fimi sum eitt ungfólk. Annars dámar Margit væl handarbeiði, og hon hevur bundið eina ørgrynnu av troyggjum og hosum. Henni dámar eisini væl í urtagarðinum, og hevur hon verið við til at røkja hann so mikið væl, at hann í 2002 vann eitt 3. pláss í urtagarðskappingini hjá Fuglafjarðar Kommunu.
Margit dámar eisini væl at lesa - gjarna stutt- og skaldsøgur - men hon ger eisini nógv fyri at halda seg kunnaðan við vikubløðum og avísum. Tað er altíð hugnaligt at koma inn á gólvið hjá Margit; hon eigur altíð ein góðan kaffimunn, og tað liggur væl fyri hjá henni at siga frá gomlum døgum, og hvussu ymisku viðurskiftini vóru tá.