At vera borgarstjóri í Kunoyar kommunu er ikki eitt livibreyð, og tí arbeiðir Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sum sølufólk hjá fyritøku í Klaksvík.
Borgarstjórastarvið í kommununi er nevniliga lønt 10 tímar um vikuna, tó at her er eingin umsiting.
Men, um stutta tíð fær Kunoyar kommuna eisini ein hálvtíðar skrivara.
Tað er umleið hálvur annar mánaði síðan, at freistin at søkja eitt hálvtíðarstarv sum skrivari í Kunoyar kommunu var úti, og nakrar umsóknir eru komnar - ja, kanska fleiri enn tey høvdu roknað við.
- Vit hava keypt eina nýggja journalskipan og fyrsta uppgávan hjá skrivaranum, sum vit væntandi fara at seta rættiliga skjótt, verður at dagføra alt, sum liggur niðurfyri.
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu sigur, at kommunustýrið hevur gjørt av, at skrivarin kemur at arbeiða hálva tíð tað fyrsta árið, og síðan skulu tey eftirmeta tørvin frameftir.
- Sjálv vænti eg - uttan at kunna siga tað við vissu - at skrivarastarvið í Kunoyar kommunu fram eftir verður eitt hálvtíðarstarv, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu.
Borgarstjórin í Kunoyar kommunu man teljast millum Føroya yngstu, men hon sat eisini í bygdaráðnum undan hesum. Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu er fødd hin 23. mars í 1987.











