Eitt val

   

Satt at siga, so var eg ivasamur, tá heitt var á meg um at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar 2003.
Henda tíðin síðan seinasta val hevur verið ein góð tíð. Sjólívið er eitt spennandi arbeiði, og miljøið umborð er gott. Eg trívist millum hesar praktisku skilamenninar við gummistivlunum væl plantaðum í dekkið. Kjansurin er góður, hóast úrtøkan við lækkandi fiskaprísum er munandi minka seinasta árið.
Men hevur man javnaðarhugsjónina í blóðinum, og man bert er eina atkvøðu frá tingsessinum, so ber ikki til at siga nei. Eisini kenni eg meg forpliktaðan mótvegis teim knapt hálvttriðja hundrað veljarunum, sum stuðlaðu meg persónliga seinasta val og mótvegis tí flokki, eg havi stuðla alt lívið.
Men tað nýtist ikki at vera eitt val millum tvey arbeiðir. Tað nýtist ikki at vera sum hjá gentuni á sinni, at " skeri eg teg her, so missi eg teg har". At verið tingmaður heyst og vetur og sjómaður um summari er ein ynskitilvera, hevur tú hug til bæði størvini. So avgeðin var ikki torfør. Skiparin á Smaragd var so beinasamur at geva mær frí til valstríðið, so eg fari í gongd við góðum treysti.
Eg kann hvørki lova veljarunum fullveldi í eini handavending ella treytaleyst samband, men eg kan lova miðvíst at arbeiða fyri løntakarunum á sjógvi og landi, fyri korunum hja pensjonistum og teim ungu. Hetta má hóast alt vera tað primera. Og fólkið hevur uppiborið vaktarskiftið, eingin ivi um tað.
Hjá javnaðarflokkinum verður borgarin settur fremst, og so má samband og loysing vikja.