verið millum tey bestu liðini í ár, meðan teir í Tjaldrinum hava ligið stigaleysir í botninum alt kappingarárið. Tí var tað heldur ikki óvæntað, at StÍF legði hart út og kom á odda 7-3 fyrstu tíggju minuttirnar [...] fleiri dystum fylgt væl við fram til hálvleiks, og dysturin sunnudagin var einki undantak í so máta. Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki fekk StÍF fimm mál, meðan Tjaldrið fekk tvey, so støðan bleiv [...] eisini bert út frá drúgvu royndunum, hann hevur frá fyrr av. StÍF kom eftir báðum stigunum og fekk tey. Strandingar eru aftur væl við í oddastríðnum, hóast teir ikki liggja heilt so væl fyri sum H71 og
Í Fótbóltssambandinum arbeiða tey nú við fullari ferð við at leggja síðstu hon á fyrireikingarnar til skránna fyri fótbóltsárið, sum stendur fyri durunum. Yvirlit yvir allar steypakappingarnar er sent [...] hesi kappingini, og áhugin tykist vera vaksandi, tí í ár hava tólv feløg boðað frá luttøku. Fyri fyrstu ferð bjóðaði FSF í ár gomlum fótbóltskvinnum at kappast í old girls kapping, men har var áhugin ikki
framføra gøtusjónleik, meðan tey ferðast kring landið, so at ikki bert suðuroyingar sleppa at uppliva hetta spennandi tiltak. Fyrsta stevnan av sínum slag í Føroyum Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri
dagar aftaná skrivaðu Manic Street Preachers undir sáttmála við Sony. Hetta samstarv hevði so við sær fyrstu fløguna frá bólkinum. Í január mánaða 1995 hvarv Richey. Beint áðrenn eina ferð til USA, har bólkurin [...] teir 90 minuttirnar. Teir settu punktum við You stole the sun from my heart, og fóru so av pallinum. Tey, sum høvdu væntað eykalag, fóru skeiv. Ljósið í høllini varð tendrað og fólk fór undir at taka útgerðina
at flyta upp í fyrstu deild í ár. Tað er meiri umráðandi, at vit fáa brúkt hetta árið til at fáa tryggar karmar um liðið og til at fáa ment tað, so at vit veruliga fáa staðið okkum í fyrstu deild, tá ið [...] komandi kappingarár í fótbólti. TB fór niður á aðru deild í fjør, og Jóan Petur Olgarsson sigur, at tey seta sær ikki ov høg mál í ár. Tað verða ongir útlendingar við TB í ár, og somuleiðis er Tórður Holm [...] ið koma uppaftur. Men flyta vit upp í fyrstu deild, er tað sjálvandi frálíkt. Men spælararnir vita, at so skulu teir stríðast fyri tí sjálvir, tí teir fáa ongar útlendingar at hjálpa sær. ? Liðið hjá okkum
spenningurin í hesum dystinum eisini stórur. Fitt av havnarfólkið hevði leitað sær inn á Skála, men tey fóru eitt sindur vónsvikin suður aftur. Hóast liðið hjá teimum ikki tapti, fekk tað ikki føroyamei [...] avgerðina, liðið var komið eftir. Men støðan er ikki viknað hjá oddaliðnum, hóast tað misti stig fyri fyrstu ferð í endaspælinum. Stigið frá javnleikinum ger, at tað nú eru seks stig niður til Stjørnuna, sum [...] dystinum, men í ár hevur Kyndil bert tapt einaferð í landskappingini, og í endaspælinum vann liðið teir fyrstu átta dystirnar, áðrenn tað misti stig nú mikukvøldið. ? Hóast munurin í toppinum er størri í ár,
Hans Pauli. - Slíkar uppgávur sum tær frá teimum kongaligu geva einum blátt stempul, tí tey kunnu velja tann, tey ynskja, sigur Hans Pauli. Tann fyrsta bleiv enntá gjørd til Frederiksborg Museum. Eisini [...] Olsen Fyrrapartur er. Fólk steðga á og geva sær tíð at skoða verkini. Grunda og spyrja listamannin, um tey eru so heppin, at hann er til staðar. Dámurin er, sum hann ofta plagar vera á einum listasavni. Stillur [...] Stillur og friðsælur - tað einasta, ið dregur, øsir og gevur okkum njóting og okkurt at hugsa um, eru tey ymisku listaverkini. Soleiðis er eisini, har verkini hjá havnarmanninum, Hans Paula Olsen, eru sýnd
eins og tað er av týdningi fyri pápan og mammuna at fáa høvi at vera saman við barninum og knýta tey bond, sum eru so avgerandi í byrjunartíðini hjá barninum. Foreldrini skulu hava høvi at skipa seg sjálvi [...] heiminum, vísur Katrin Dahl Jakobsen á í viðmerkingunum. Tætt samband ? Sambært uppskotinum eru tær fyrstu 14 vikurnar serliga ætlaðar kvinnuni. Hetta eru serrættindi til hennara - at geva henni og barninum [...] Katrin Dahl Jakobsen. Sambært uppskotinum verður foreldrafráverurætturin 24 vikur íalt og byggir á, at fyrstu 14 vikurnar eftir føðing eru barnsburðarfarloyvi til mammuna, sum hevur serligan tørv á hesi tíð
kanning, sum Miðnámsskúlin í Suðuroynni gjørdi nakað síðani, tá ið tey m.a. spurdi 600 næmingar í framhaldsskúlanum m.a. um, hvat tey saknaðu mest í Suðuroynni. ? Eini 97% a teimum høvdu biograf á listanum [...] brúktur til sjónleik og kabaretti og í nógv ár hevði skúlin eisiin fimleikarhøll í klubbanum, umframt at tey vaksnu eisini gjørdu fimleik har. Fyrr vóru eisini valfundir í klubbanum, bæði til løgtingsval og [...] høvi at síggja hann. Leggja hart út Tað kann ikki sigast annað enn at Suðurbio leggur hart út. Tær fyrstu tríggjar vikurnar er ætlanin at vísa tríggjar filmar hvørt kvøld. Tá ið tær tríggjar vikurnar eru
verkum hjá Øssuri, tey flestu eru málað í ár. Framsýningin letur upp sunnudagin 14. mars og er opin til 23. apríl. - Eg kom í samband við tey, ið skipa fyri framsýningini á Fjóni, fyrstu ferð eg hevði framsýning [...] men eg haldi ikki, at tað er rætt, at fólk í myndlistafelagnum í Føroyum velja út. Tey eru heilt greitt ógegnig, tey kenna væl hvønn annan og velja verkini hjá hvør øðrum út. Tað átti ikki at kosta ov [...] hann er nógv um summarið. - Hesi motivini havi eg brúkt øll árini, eg brúki tey framvegis og verði ongantíð liðugur við at mála tey. Í grundini málar man sama málningin alla tíðina og tað er tað, sum ger tað