Ólavur í Beiti
Í viðmerkingunum til uppskotið, sum Katrin Dahl Jakobsen hevur lagt fyri tingið vegna Javnaðarflokkin, sigur uppskotsstillarin, at børnini eru ábyrgd hjá okkum øllum, og tað eigur at vera ein sjálvsagdur rættur hjá kvinnunum at føða børnini og samstundis ikki missa rættindi síni á arbeiðsmarknaðinum
? Uppskotið viðvíkir bara rættinum at vera burtur úr arbeiði og umrøður ikki spurningin um løn ella dagpening í hesum tíðarskeiðið. Rætt er tí í sambandi við barnsburð eisini at taka páparnar við. Hesir eiga eins og kvinnurnar rætt til fríveru frá arbeiði sínum í sambandi við barnsburðin.
? Tá barnið er føtt, er tað umráðandi fyri barnið, at foreldrini eru at taka sær av tí, eins og tað er av týdningi fyri pápan og mammuna at fáa høvi at vera saman við barninum og knýta tey bond, sum eru so avgerandi í byrjunartíðini hjá barninum. Foreldrini skulu hava høvi at skipa seg sjálvi við barnaansing og arbeiði uttan fyri heimið, so sum hóskar teimum best.
? Og politiskt hevur tað týdning, at kvinnan og maðurin býtast um skyldurnar og gleðirnar í heiminum m. a. soleiðis, at tað verður eins sjálvandi, at kvinnan sleppur aftur í lønandi arbeiðið sítt, sum at maðurin nýtir størri part av tíð og orku síni í heiminum, vísur Katrin Dahl Jakobsen á í viðmerkingunum.
Tætt samband
? Sambært uppskotinum eru tær fyrstu 14 vikurnar serliga ætlaðar kvinnuni. Hetta eru serrættindi til hennara - at geva henni og barninum stundir at knýta tað tætta sambandið millum mammu og barn, sum er neyðugt, m.a. við at barnið fær bróst, og annars at geva teimum báðum høvi at koma fyri seg aftaná føðingina. Hesi serrættindi til kvinnuna eru ikki í andsøgn við javnstøðulógina, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Sambært uppskotinum verður foreldrafráverurætturin 24 vikur íalt og byggir á, at fyrstu 14 vikurnar eftir føðing eru barnsburðarfarloyvi til mammuna, sum hevur serligan tørv á hesi tíð saman við barninum. Seinastu 10 vikurnar er rætturin til foreldrafráveru, sum er tíðin, foreldrini kunnu býta sínámillum, sum teimum hugar.
Frávera við løn
? Um løntakarin hevur rætt til løn í fráverutíðini velst um teir lønar- og setanarsáttmalar, partarnir hava. Einasta lóggáva, sum nevnir løn, er lógin um starvsmenn, sum sigur, at arbeiðsgevarin skal rinda hálva løn í 2 mánaðir til kvinnu í samband við barnsburðarfarloyvi. Fær løntakarin ikki løn ella ikki fulla løn í farloyvistíðini, tryggjar dagpeningalóggávan hinvegin, at dagpeningur verður goldin. Í verandi dagpeningalóggávu vera bert kvinnurnar nevndar í sambandi við barnsburð.
? Neyðugt verður tí í sambandi við hesa lóggávu at broyta dagpeningalógina eftirfylgjandi, eins og eisini reglurnar í lógini um starvsmenn eftirfylgjandi eiga at broytast, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum til uppskotið.










