Norski Elvis Presley á Tvøroyri

Leygarkvøldið 27. mars fer Kjell Elvis at syngja í ítróttarhøllini á Tvøroyri

Leygarkvøldið skipar Tvøroyrar Bóltfelag fyri stórum dansikvøldi í ítróttarhøllini í Trongsivági.

Og tað verður ongin annar enn hin norski Elvis Presley, sum fer at syngja.

Norski Elvis Presley-hermarin, Kjell Elvis, sum hann nevnir seg, er aftur í Føroyum, her hann nú byrjar uppá eina rættiliga rundferð.

Og endabresturin á Føroyaferðini verður so í ítróttarhøllini í Trongisvági tann 27. februar.

Umframt Kjell Elvis fer Twilight eisini at spæla.

Og fyrireikararnir siga, at tað er ikki heilt ómøguligt, at Elvis og Twilight fara at framføra onkur Elvis-løg saman.


Seta sær ikki høg mál

Annars eru tvøramenn farnir at brynja seg til komandi kappingarár í fótbólti.

TB fór niður á aðru deild í fjør, og Jóan Petur Olgarsson sigur, at tey seta sær ikki ov høg mál í ár.

Tað verða ongir útlendingar við TB í ár, og somuleiðis er Tórður Holm farin til Vágs at sparka við VB.

Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Óli Johannesen bara fer at spæla við TB fyrra hálvár, og at hann verður í Danmarkar eftir summarsteðgin.

Jóan Petur Olgarsson sigur, at TB setir sær ikki ov høg mál í ár.

? Tað er ikki alt umráðandi fyri okkum at flyta upp í fyrstu deild í ár. Tað er meiri umráðandi, at vit fáa brúkt hetta árið til at fáa tryggar karmar um liðið og til at fáa ment tað, so at vit veruliga fáa staðið okkum í fyrstu deild, tá ið koma uppaftur. Men flyta vit upp í fyrstu deild, er tað sjálvandi frálíkt. Men spælararnir vita, at so skulu teir stríðast fyri tí sjálvir, tí teir fáa ongar útlendingar at hjálpa sær.

? Liðið hjá okkum er sera ungt í ár. Spælararnir eru millum 17-18 ár og 22-23 ár, sigur hann.

? Sostatt eru vit í ferð við at byggja eitt nýtt, ungt lið upp, sum skal vera beinagrindin í liðnum nøkur ár fram. Tvs, hetta verður beinagrindin í liðnum um vit sleppa undan tí klassiska trupulleikanun, at drongirnir flyta av oynni arbeiðs- ella útbúgvingarørindum.

? Vit halda, at tað er neyðugt at byggja upp frá botni av aftur. Tí fráflytingin er so stór, at seinastu átta árini hava vit mist at kalla trý 1. deildarlið av bygdini. Og tað kann eitt bygdarfelag, sum okkara sjálvsagt ikki yvirliva, sigur, Jóan Petur Olgarsson.