Musan hjá Williami

Í sambandi við, at William Heinesen næsta ár hevði fylt hundrað, hevur listamaðurin, Hans Pauli Olsen, gjørt eina standmynd av honum. Bæði av Williami sjálvum, men ikki minst av listini og universinum hjá skaldinum, myndlistamanninum og tónleikaranum, Williami Heinesen. Hetta er musan hjá honum, sigur Hans Pauli, ið hevur gjørt fleiri standmyndir í Føroyum og Danmark, og sum júst nú er í holt við eina av J.F. Kjølbro

Orð og myndir:

Theodor E. D. Olsen


Fyrrapartur er. Fólk steðga á og geva sær tíð at skoða verkini. Grunda og spyrja listamannin, um tey eru so heppin, at hann er til staðar. Dámurin er, sum hann ofta plagar vera á einum listasavni. Stillur og friðsælur - tað einasta, ið dregur, øsir og gevur okkum njóting og okkurt at hugsa um, eru tey ymisku listaverkini.

Soleiðis er eisini, har verkini hjá havnarmanninum, Hans Paula Olsen, eru sýnd fram. Mitt inni í hesum snøgga bygninginum og sissandi arkitekturinum stendur nevniliga nýggjasta standmyndin hjá Hans Paula og sendir út eina ókúgandi lívsgleði, og er tað sum frummegin sjálv spríkir úr steininum, hon stendur á. Ein hugsar, at kanska er steinurin íbygdur. Íbygdur av ríka hugaheimi Williams.


Kent andlit

Eftir at ein myndamaður hevur avtikið standmyndina, og Hans Pauli hevur heilsað upp á nøkur av teimum vitjandi, eri eg ein av teimum hepnu, ið sleppa at heilsa upp á tann fyrikomandi mannin aftan fyri verkið.

- William Heinesen dugir so væl at fortelja í myndum, sigur Hans Pauli, nú vit eru sessaðir og fáa okkum ein kaffimunn.

- Men eg haldi at danir uppliva hesa standmyndina øðrvísi, enn teir føroyingarnir, sum hava sæð hana. Føroyingarnir síggja beinanvegin, at hetta er William.

Hans Pauli kennir danir, og danir kenna hann. Hann hevur fingið nógvar uppgávur í Danmark. M.a. hevur hann gjørt bringumyndir av drotningini og prinsunum.

Meðan vit báðir, Hans Pauli, sita og práta inni á Charlottenborg í Keypmannahavn, her framsýningin er, koma aftur nógv fólk og heilsa upp á føroyingin, og tað er eyðsýnt, at hann er eitt kent andlit á staðnum. Hans Pauli er eisini limur í listasamtakinum Grønningen, sum sýnir fram regluliga her. Hetta er eitt av teimum best umtóktu samtøkunum í Danmark og eisini tað næstelsta. Tað er lokkandi hjá listafólki at gerast limur í Grønningen, tí tað vóru nakrir av teimum frægastu listamonnunum í landinum, sum vóru við til stovnanina. Elsti núverandi limurin er 80 ár.

- Tey flestu í Grønningen liva av síni list. Nøkur tjena væl, men eingin livir feitt. Onkrir professarar eru eisini við, men tað er eisini gott hjá summum at hava eina konu, ið vinnur nøkur oyru, sigur Hans Pauli við einum smíli.


16 ára gamal

á fyrstu framsýning

Umframt Hans Paula, hava beiggjarnir Torbjørn og Marius Olsen eisini gjørt vart við seg innan list.

- Eg og Torbjørn byrjaðu um somu tíð. Marius, sum er yngri, hevði beinanvegin okkurt intellektuelt við í myndunum, meðan tað at avmynda náttúruna meira upptók meg og Torbjørn. Vit báðir hoyra til ein slíkan bólk av listafólki, ið er besettur av at avmynda. At leggja beinleiðis tankar í myndina kom ikki fyrr enn nógv seinni, men vit høvdu nokk ikki blivið til tað, vit eru, høvdu vit ikki verið ígjøgnum hesa gongdina, heldur Hans Pauli.

Síðani eru brøðurnir farnir í hvør sína ætt í listaverðini. Meðan Torbjørn er best kendur sum teknari og málari, fæst Marius mest við prent og grafikk.

Hans Pauli var 16 ára gamal, fyrstu ferð hann sýndi fram. Hetta var á ólavsøku í 1974.

- Eg var heppin at koma at kenna Janus Kamban tíðliga. Tá legði eg glansbíløtini á hillina, minnist Hans Pauli. - Janus gjørdi eina høvuðmynd av mær, og tað gjørdi inntrykk. Síðani gjørdi eg eina av honum, og hann bað meg vera við á ólavsøkuframsýningini. Janus hevur verið mær ein stórur íblástur, sigur Hans Pauli takklátin.



Frá klippi

til livandi modell

Tvey ár seinni flutti Hans Pauli niður til Danmarkar. Har búði hann tað fyrsta árið saman við Torbjørn og einum, sum var komponistur og klaverspælari. - Har var bíligt at búgva, ja, so bíligt, at sambært prísinum skuldi tú trúð, at tað var fyri hundrað árum síðani. Slíkar íbúðir finnast neyvan longur, hugsar Hans Pauli.

Hann modelleraði eitt sindur tá. Men tað var torført at arbeiða við eitt nú gipsi í eini lítlari íbúð uttan at dálka, flennir Hans Pauli, ið ikki var so kringur tá, sum hann er nú eftir 25 ár í fakinum.

Síðani byrjaði Hans Pauli á Glyptotekinum, og tá fór hann eisini at mála av álvara. Men hann vendi aftur til standmyndirnar, og tað var eisini tær hann fekst mest við, tá hann byrjaði á Kunstakademiinum.

Eitt skifti gjørdi hann nógv abstrakt verk, hetta fylgdi líkasum við rákinum, tá hann gekk á Akademiinum, men Hans Pauli saknaði ta kraftina, ein naturalistisk mynd gevur.

- Tí tað, sum er so spennandi við at arbeiða við eini livandi modell er, at ein heldur seg vita, hvat ein vil, men tá tú kemur hartil, veist tú als ikki, og tá tekur líkasum ein kraft yvir. Sjálvt um ein hevur yvir 20 ára royndir verður tað lætt yvirflatiskt, tí uttan modell verður tað ikki erligt. Onkuntíð ein ger okkurt, ein ikki hevði ætlað, verður ein provokeraður, okkurt nýtt hendir, tú kemur í eina nýggja støðu og gert nakað, sum tú ikki hevur gjørt fyrr, sigur Hans Pauli.

Spurdur um, nær hann veit, ein standmynd er liðug, svarar Hans Pauli, at tað veit hann av royndum, tí hann hevur dripið nógvar standmyndir, sum hann málber seg.

- Ein má finna markið. Tá ein fær temperament í eina standmynd, verður hon ekta - mær dámar væl kontrastir. Tá hon kastar ljósið aftur av sær, er tað um at vera har, metir Hans Pauli.

- Tekniskt er tað so, at um yvirflatan er sløtt, kastar hon ljós, meðan hon savnar ljós, er hon ruflut, greiðir listamaðurin frá um samspælið milum verkið og ljósið.

- Men tað týdningarmiklasta er kjarnin í standmyndini, tvs. at hon er bygd upp innanífrá. Tað merkir tú beinanvegin, tí yvirflatan kemur av sær sjálvum. Pilkar tú ov nógv við yvirflatuna, verður tað yvirflatiskt, sigur Hans Pauli.

Standmyndin, sum Hans Pauli hevur gjørt Williami Heinesen til heiðurs, er tann fyrsta, sum hann hevur evnað eftir einari mynd hjá øðrum. Men tað er tó minni munurin við arbeiðsgongdini, sigur Hans Pauli, tí hóast hugskotið er frá einum klippi hjá Williami, hevur hann eisini í hesum førinum brúkt livandi modell fyri at fáa standmyndina meira naturalistiska. Og modellin til spælimannin eri eg sjálvur, avdúkar Hans Pauli.


Áhugi og eggjan

stóran týdning

At gera eina standmynd er ikki dagsverk.

- Sama dag William andaðist, teknaði eg eina lítla skitsu, sigur hann. Um tað mundi hevði Hans Pauli eina framsýning í Listaskálanum, men hann náddi ikki at fáa hana við tá.

Hans Pauli fortelur, at ofta kann hann arbeiða við hugskotum í fleiri ár.

Hann vísti síðani Helga Fossádal tekningina, og honum dámdi hana so væl, at hann bað Hans Paula halda fram við hesari ætlanini.

- Oftani er tað so, at áhugi eg eggjan hava stóran týdning, sigur Hans Pauli hugsin.

Men ikki allar tekningar rigga sum trídimensionellar, so hon bleiv umafturteknað nakrar ferðirnar. Ta einu tekningina dámdu Helga og Hans Paula best. Henda veik kortini ikki nógv frá upprunauppskotinum. Síðani bleiv tekningin til eina standmynd í støddini 1:10, so talan hevur verið um eina drúgva gongd til standmyndin nú stendur í kvinnuhædd.


Universið hjá Williami

Hans Pauli hugsaði um nógvar figurar hjá Williami, men vildi hava tað at verða so einfalt sum gjørligt. Men so kom hann at hugsa um Orfeus úr »Glataðu Spælimonnunum«, sum hann heldur William brúkti um seg sjálvan. Orfeus hevði eina dreymagentu sum kallaðist Tarira, og tí er hetta so at siga musan hjá Williami, sigur Hans Pauli.

- Fyri meg er William Heinesen eitt skald í heimsklassa, sum eins væl kundi fingið Nobelheiðurslønina. Eg valdi at avmynda hansara hugaheim heldur enn William sjálvan, tí tá er hann meira til staðar, sigur Hans Pauli, men nevnir tó í sama viðfangi skuggamyndina av Williami á steininum.

Hetta er ein klassisk standmynd, men skuggarnir eru nýggir, sigur Hans Pauli. William var heldur ikki modernaður, men romantiskur, og tað hóskar eisini til míni hugskot, heldur myndahøggarin.

- Smílið er týdningarmikið á hesi standmyndini. Tað ger andlitið meira týðiligt, og harvið myndina minni abstrakta, sigur Hans Pauli og minnist, hvussu modellin mátti standa og smílast ein heilan dag uttan íhald. Men hetta má ganga aftur í allari myndini, leggur hann afturat.

Standmyndin av listadísini hjá Wiliami Heinesen, verður uppsett í Havn á føðingardegi hansara næsta ár. Enn ber ikki til at fáa at vita nágreiniliga hvar. Hans Pauli kundi tó sjálvur hugsað sær okkurt órørt hagaøki, har »aðrir« steinar eisini liggja, men tílík støð fækkast í høvuðsstaðnum.

Hans Pauli Olsen verður eisini umboðaður í Klaksvík um ikki so langa tíð. Ein standmynd av J.F. Kjølbro verður júst savnað og stoypt í hesum døgum. Hetta er ein stór standmynd av vinnulívsmanninum í Norðoyggjum við Kunoyarnesi í bakgrundini.

- Tað er kanska eins lagna at fáa tær uppgávurnar ein fær. Um eg ikki byrjaði at gera andlitsmyndir, hevði eg hvørki sloppið at gjørt Nólsoyar Páll ella Kjølbro, sigur Hans Pauli, nú kaffi er drukkið, og onnur fólk eisini hava hug at práta við listamannin.

- Tað er altíð stuttligt, tá fólk steðga og spyrja. M.o. koma eisini nógv listasøgufólk og skifta orð um verkini. Ikki øll av teimum hava hug at ummæla, og skriva tí heldur aðrar tættir í rit og bløð ella halda fyrilestrar. Men tey, ið ummæla spyrja tó sjáldan, sigur Hans Pauli, ið annars umhugsar at koma til Føroya at sýna fram. - Man má ikki gloyma ta deiligu Havnina, brosar myndahøggarin, sum vaks upp í Heimsins Nalva.

Tann abstrakta var listin høgt í metum á listaskúlanum, tá Hans Pauli gekk har.

- Eg leið undir, at alt skuldi vera so abstrakt á akademinum. Illusiónir vóru »forbodnar«. Mín gamli professari segði, at tann síðsti myndahøggarin, ið avmyndaði livandi menniskju, hevði livað, og sipaði til Aristide Maillol. Vit eru tó øll børn av okkara tíð, og hann hevði óivað sagt okkurt annað í dag, hóast hann neyvan hevði elskað mínar myndir, vil Hans Pauli vera við. - Men tað er týdningarmikið at vera konsekventur í tí, ein ger. Seinni byrjaði eg so at gera myndir fullar av illusiónum. Traðarmaðurin, ið ber ein stein úr gamla Stóragarði, sum umgyrdi Havnina í farnum døgum, var eitt úrslit av hesi tíðini. Tann standmyndin varð sett upp á Grækarismessu í ?89, tó at hugskotið var munandi eldri. Men hóast Hans Pauli kennir seg sum naturalistiskan myndahøggara, heldur hann tó ikki eina standmynd vera góða, um ein ikki kann leggja okkurt abstrakt í hana.

Hans Pauli byrjaði beinanvegin at gera stórar myndir. Kanska var tað provokerandi, hugsar Hans Pauli. Men hóast eg ongantíð havi gjørt nakað fyri at provokera, so havi eg provokerað, sigur hann. Nógv fólk hava ofta sagt við meg, at ein eigur at gera okkurt ørt, provokera, fyri at gerast kendur, tí tey, ið gera slíkt, koma oftani »inn um«, men tað liggur ikki til mína natúr, sigur Hans Pauli.

Hann hevur ofta hugsað um, hvat onnur mundu halda um verkini. Eitt nú um barnakonuna, sum stendur uttan fyri Listasavn Føroya, men hesa dámdi serliga væl teimum ungu kvinnunum, fortelur Hans Pauli. Tað vóru tó ikki øllum, sum dámdi so væl standmyndina av Nólsoyar Pálli, sum varð reist í Vágsbotni í Havn. Men hóast Hans Pauli avmyndaði eftir søgufatan Dr. Jacobsens, so sigur hann seg »hugsa í standmyndum«. - Fólk hava ofta verið meira atfinningarsom móti standmyndini av Nólsoyar Pálli enn sjálvari standmyndini. Tvs. at tær søguligu metingarnar hava verið harðmæltari enn tær listaligu. Tí ein standmynd má kunna standa einsamøll, sigur Hans Pauli.

- Slíkar uppgávur sum tær frá teimum kongaligu geva einum blátt stempul, tí tey kunnu velja tann, tey ynskja, sigur Hans Pauli. Tann fyrsta bleiv enntá gjørd til Frederiksborg Museum. Eisini tá Margreta hevði 25 ára jubileum sum drotning, gav danska stjórnin henni verk eftir Hans Paula Olsen. Men aftur var tað drotningin sjálv, sum valdi listamannin.

Uppframt at vera »kongaligur hovleverandørur«, hevur havnarmaðurin eisini gjørt ta einu av níggju standmyndum í Odense eftir ævintýrum hjá H.C. Andersen - tann hjá Hans Paula er av eini havfrúgv - og eina ringríðarastandmynd í Sønderborg, tá býurin fekk nýtt torg. Henda er 4 metrar høg. - hon er ikki ein stór reiðmynd, men hóskar væl til plássið, sigur Hans Pauli.

- Nú eri eg kanska blivin »ein av teirra«, tí ein skal vera engageraður í danska listaheiminum fyri at selja í Danmark. Eins og føroyingar ofta lata føroyskar listamenn gera arbeiðini í Føroyum eru danir eins mótvegis teirra listafólki. Tað er einki løgið í tí, heldur Hans Pauli. Men tað eru kortini føroyskir málarar, sum selja betri í Danmark enn eg, leggur hann lítillátin afturat.