StÍF gjørdi sína skyldu

Hondbóltur: Menninir hjá StÍF vunnu tryggan sigur á Tjaldrinum

Tjaldur-StÍF 26-37 (14-18)


Tað gekk sum væntað, tá Tjaldrið og StÍF hittust til grannadyst í høllini í Runavík sunnudagin. StÍF hevur verið millum tey bestu liðini í ár, meðan teir í Tjaldrinum hava ligið stigaleysir í botninum alt kappingarárið.

Tí var tað heldur ikki óvæntað, at StÍF legði hart út og kom á odda 7-3 fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum. Hesin munurin helt sær so nøkulunda allan fyrra hálvleik. Støðan í hálvleikssteðginum var 18-14 til StÍF.

Tjaldrið hevur í fleiri dystum fylgt væl við fram til hálvleiks, og dysturin sunnudagin var einki undantak í so máta. Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki fekk StÍF fimm mál, meðan Tjaldrið fekk tvey, so støðan bleiv 23-16.

Næstu tíggju minuttirnar vaks munurin til 28-18, og so var einki eftir at spæla um. Tjaldrið hevði fingið Jens Martin Knudsen og Mortan Hansen við á liðið aftur eftir dystin móti VÍF tveir dagar frammanundan. Jens Martin hevði verið við fótbóltslandsliðnum í Spania, og Mortan Hansen hevði verið sjúkur.

Hesir báðir skutu eisini tíggju av málinum hjá Tjaldrinum í dystinum. Av hesum fekk Mortan Hansen trý ? ikki so nógv sum hann plagar at fáa, men hann var heldur ikki so væl fyri, sum hann hevur verið, og hóast Tjaldrið enn bara hevur tapt, hevur skotsterki bakspælarinum víst, at hann kann brúkast í 1. deild.

Tað kann Jens Martin eisini bert út frá drúgvu royndunum, hann hevur frá fyrr av.

StÍF kom eftir báðum stigunum og fekk tey. Strandingar eru aftur væl við í oddastríðnum, hóast teir ikki liggja heilt so væl fyri sum H71 og VÍF, sum hava spælt ein dyst færri. Men eftir ósigurin hjá Kyndli móti Neistanum er tað ov tíðlig at avskriva StÍF enn.