Áhugin at spæla fótbólt er stórur

Fótbóltur: Nú er greitt, at uppskotið um at lata smádreingir spæla á hálvum vølli hevur vunnið frama

Í Fótbóltssambandinum arbeiða tey nú við fullari ferð við at leggja síðstu hon á fyrireikingarnar til skránna fyri fótbóltsárið, sum stendur fyri durunum.

Yvirlit yvir allar steypakappingarnar er sent feløgunum, og í hesum døgum verður arbeitt við at fáa síðstu stykkini løgd í tí stóra puslispælinum, sum eitur landskappingin 1999. So verður skipanin send til prentingar, og tað verður roknað við og vónað, at skipanin verður tøk fyri páskir, og tað vil aftur siga síðst í hesum mánaðinum.


Nógvir spælarar

Í 4. og 5. deild og í old boys deildini og í 2. deild hjá kvinnum og í øllum teimum yngru deildunum er frí tilmelding, og tað tykist sum um áhugin fyri at spæla fótbólt í kappingum, sum eru fyriskipaðar av FSF, framvegis er stórur.

321 lið eru meldað til kappingarnar. Á summum liðum eru sjey spælarar og á hinum eru ellivu. Men um vit leysliga meta, at í miðal hoyra tíggju spælarar til hvørt liðið, so vil tað við øðrum orðum siga, at talið á teimum, sum ætla sær at spæla fótbólt í Føroyum í summar liggur eina staðni millum 3000 og 3500, og tað er ikki so lítið.

Í fjør var talið á liðum, sum vóru meldað til 329, men hvussu luttøkan fer at vera sammett við í fjør ber ikki til at siga nakað um enn, tí í fjør vórðu 25 lið tikin úr kappingini.

Størsta broytingin í einum einstøkum bólki sammett við tilmeldingina í fjør er í 4. deild. Har vóru 20 lið meldaði til í 1998, og nú er talið niðri á 14. Men so skal leggjast afturat, at fýra av liðunum, sum í fjør høvdu boðað frá luttøku, vórðu tikin úr kappingini.

Merkisvert er eisini, at áhugin í unglingadeildini er stórur. Fjúrtan lið eru meldaði til, og serliga hugaligt er tað, at VB og TB bjóða seg fram í hesi deildini. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast í hesi deildini. Tað er ofta komið fyri, at nógv lið eru tikin úr kappingini, men í fjør royndist tað væl. Bara eitt av teimum trettan liðunum, sum upprunaliga vóru meldað til, varð tikið úr kappingini.


Smádreingir á hálvum vølli

Á aðalfundinum hjá FSF, sum var síðst í januar, legði Sumba uppskot fram um, at ein kapping skuldi fyriskipast á hálvum vølli fyri smádreingir. Uppskotið fekk ikki nakra endaliga viðgerð á aðalfundinum. Tað varð hildið, at eitt sovorðið uppskot átti at verða viðgjørt, tá FSF og feløgini fóru at tosa um ungdómsfótbóltin ? royndirnar frá í fjør og ætlanirnar fyri komandi kappingarár.

Fundurin hevur verið, og har varð avrátt, at tilmeldingin skuldi verða avgerandi fyri, um ein kapping skuldi verða fyri smádreingir á hálvum vølli. Nú vísir tað seg, at sjey feløg hava meldað til hesa kappingina. Hetta eru alt feløg, sum hava havt torført við at skava ellivu smádreingir saman til eitt lið. Nú er møguleiki at spæla við sjey smádreingjum, og tað er henda møguleikan, at feløgini gera nyttu burturúr.


Tilmeldingin

Í 4. deild hava hesi feløgini meldað til ? har einki tal er viðmerkt er talan um eitt lið: AB (2), B36 (2), B68, GÍ, HB, ÍF, KÍ, LÍF, NSÍ, Skála (2) og Sumba.

Í unglingadeildini: AB, B36 (2), B68, GÍ, HB, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála, TB, VB, FSVágar og EB/Streymur.

Í FM kappingini hjá dreingjum: B36, B68, GÍ, HB (2), KÍ, MB, NSÍ, VB og EB/Streymur.

Í økiskappingini hjá dreingjum: AB, B36, B71, ÍF, KÍ, LÍF, Skála og TB.

Í FM bólkinum hjá smádreingjum eru luttakararnir B36, B68, HB (2), KÍ (2), NSÍ og TB.

Í FM bólkinum hjá piltum eru feløgini ikki nógv. Tað tykist sum um hugsanin er, at munurin millum liðini hjá teimum stóru feløgunum og so hini er ov stórur. Tað er bara TB, sum bjóðar B36 (2), HB (2), KÍ og NSÍ av.

Hægsta talið á liðum í einari deild er í smápiltadeildini, har 61 lið hava boðað frá luttøku.


Konurnar tíma ikki

at spæla fótbólt

Í 2. deild hjá kvinnum vóru við kappingarenda í fjør bara tvey lið eftir ? VB, sum flutti upp, og so Sumba. B68 og ÍF tóku sítt lið úr kappingini. Í ár eru sjey lið meldað til: AB, B36, B71, GÍ, NSÍ, Skála og Sumba.

Í fleiri ár hava gamlir fótbóltsspælarar havt høvi at kappast í old boys deildini. Í fjør luttóku átta feløg í hesi kappingini, og áhugin tykist vera vaksandi, tí í ár hava tólv feløg boðað frá luttøku.

Fyri fyrstu ferð bjóðaði FSF í ár gomlum fótbóltskvinnum at kappast í old girls kapping, men har var áhugin ikki stórur. Bara eitt lið bjóðaði seg fram, og tað var EB.