EYÐUN KLAKKSTEIN
(Keypmannahavn) Virda enska tónleikablaðið Q hevur júst kosið teir at verða heimsins bestu bólkur í løtuni, teir hava fyri kortum vunnið tvær virðislønir í teimum tiltiknu Brit Awards, og teir hava selt milliónir av teirra nýggju fløgu.
Men tá Manic Street Preachers spældu í eini fullari KB-høll í Keypmannahavn týskvøldið var tað eitt eyðkent dømi um, hvussu bretar helst vilja føra seg fram.
Einki hóvasták, eingin søtsuppa, einki óneyðugt tvætl. Fyrst og fremst tað, sum tað snýr seg um, rocktónleikur, og so ein einføld og beint fram pallupptraðkan, onkuntíð við einum ferili av uppreistarlyndi.
Walisarnir, sum hava gjørt gittarrock spennandi aftur, spældu í hálvanannan tíma fyri áskoðarafjøldini í KB-høllini. Teir spældu løg av seinastu fløguni This is my truth tell me yours, sum var vald sum besta fløga á Brit Award í síðsta mánaði, men teir fóru eisini longur niður í posan og drógu gomul, meira skitin og rebelsk løg upp. Løg frá tí tíðini, tá hann øri Richey James Edwards var høvuðsmaðurin í bólkinum. Hann venda vit aftur til.
Manic Street Preachers løgdu fyri við teimum báðum melodiøsu rocksangunum Everything must go og The everlasting. Og eftir tað gekk ferðin aftur og fram millum seinastu fløguna og tær gomul. Gomlu sangirnir við einum illum tóna, ágangandi orðum og annars við rebelskari yvirskrift. Nýggju sangirnir við einum syrgnum tóna, vøkrum yrkingum og einum góðum møguleika hjá sangaranum og gittarspælaranum James Dean Bradfield at vísa síni framúr evni sum sangari.
Eisini keðiligt
Onkuntíð gjørdist tónleikurin nakað keðiligur, serliga tá nøkur av teimum gomlu løgunum, sum als ikki liva upp til støðið á nýggju fløguni hjá Manics, vóru spæld. Tá tvey trý av teimum komu í hølunum á hvørjum øðrum, sást tað á áskoðarafjøldini.
Men tað kom sanniliga lív í aftur, tá meira kendu ? og nýggju sangirnir ? ruku út í høllina. Og hæddirnar vóru náddar, tá stóru hittini Design for Life og If you tolerate this your children will be next vórðu spæld
Gjøgnumgangandi stóra upplivilsi á konsertini var røddin hjá sangaranum og gittarspælaranum James Dean Bradfield. Frálíkt, at ein maður, sum hevur ferðast kring knøttin seinastu mánaðirnar, sungið í nærum hvørjum króki, seinast í Olso sunnudagin, og hevur nógvar konsertir fyri framman, kann ljóða so frískur og væl fyri. Bradfield sang fullkomiliga uttan trupulleikar alla konsertina, og røddin var akkurát líka væl fyri í síðsta sangi, sum hon var, tá hann kom á pallin.
Og tað var hon, hóast sangarin, samstundis sum hann sang allar sangirnar, eisini skuldu spæla gittar og annars royna at halda lív í frammanfyri pallin. Hann rann aftur og fram á pallinum og millum sangirnar skuldi hann næstan hvørja ferð skifta gittar. Hjálparmaðurin á síðupallinum turkaði so sveittavátu gittarina, syrgdi fyri at hon stemmaði, og var so klárar at skifta aftur áðrenn næsta sang.
Gittarspælarin hvarv
Manic Street Preachers vilja fyri allar tíðir verða knýttir at søguni um tann meira ella minni øra Richey James Edwards. Hesin góði Richey var nakað fyri seg, og umframt at hann royndi at verða innlagdur á sinnissjúkrahús, var hann eisini gittarspælari í bólkinum. Søgurnar um, hvat hann kundi finna upp á eru tiltiknar í tónleikaheiminum.
Mest tiltikna søgan er frá 1991, tá Manic Street Preachers høvdu konsert í Norwich. Eftir konsertina kom ein ummælari aftur um pallin vísti á, at fólk ivaðust um teir vóru veruligir. Hetta fekk Richey at skera ?4 Real? inn í armin við einum barberblaðið. Hendingin náddi ensku dagbløðini, og seks dagar aftaná skrivaðu Manic Street Preachers undir sáttmála við Sony. Hetta samstarv hevði so við sær fyrstu fløguna frá bólkinum.
Í január mánaða 1995 hvarv Richey. Beint áðrenn eina ferð til USA, har bólkurin skuldi gera vart við seg, var gittarspælarin burtur. Bilurin hjá honum var funnin nærhendis Severn Bridge, sum er kend fyri at fólk stundum leypa út av henni fyri at gera enda á sær.
Hóast umfatandi leiting eftir Richie, var hann ikki funnin, og tann dag í dag, er søgan málið ikki uppklárað. Eingin veit við vissu hvar hann bleiv av.
Eftir eina trupla tíð hjá teimum trimum, sum vóru eftir í bólkinum, góvu teir í 1996 út fløguna Everything must go. Hon varð vald ársins fløga í Bretlandi í 1996, og í 1997 fingu Manic Street Preachers virðisløn frá Brit Awards fyri hana. Tað gjørdu teir eisini næstu ferð, teir góvu eina fløgu út, tað var í fjør.
Og nú kunnu teir eisini prýða seg við tittlinum sum heimsins besti bólkur.
Og heimsins besti bólkur endaði konsertina í KB-høllini í sama stíli, sum teir høvdu spælt í teir 90 minuttirnar.
Teir settu punktum við You stole the sun from my heart, og fóru so av pallinum.
Tey, sum høvdu væntað eykalag, fóru skeiv. Ljósið í høllini varð tendrað og fólk fór undir at taka útgerðina av pallinum.
Kann tað verða meira bretskt...