Stór ungdómssjónleikarastevna í summar

Skúlin í Trongisvági verður í eina heila viku í summar karmur um stóra sjónleikarastevnu fyri ung

Í Føroyum hevur altíð verið stórur áhugi fyri sjónleiki. Kring alt landið finnast stór og smá sjónleikarafeløg, og havandi í huga, hvussu lítið okkara samfelag er, kann ikki sigast annað, enn at Føroyar eru ríkar, hvat viðvíkur sjónleiki.


Úr fleiri londum

Stórur áhugi er millum ungfólk fyri at spæla sjónleik, og nú fara Ung í MáF (Meginfelag áhugaleikara Føroya) at skipa fyri stórari ungdómssjónleikarastevnu, sum verður í skúlanum í Trongisvági í døgunum frá 18. til 25. juli.

Ikki bert føroyingar verða við á sjónleikarastevnuni í Trongisvági, tí eisini koma skeiðluttakarar úr hinum norðurlendsku londunum umframt teimum baltisku londunum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at fólk úr øðrum londum eisini verða við.

Sjónleikarastevnan hevur fingið heitið "leikarastevnan á Gandaoyggjum", og í faldaranum, sum fyrireikararnir hava sent út, stendur, at hetta er ein "once in a lifetime" møguleiki, sum man ikki kann verða fyriuttan.


Sjónleikur, verkstøð og sightseeing

Skráin fyri stevnuna er fjølbroytt. Umframt tann vanliga sjónleikin, sum vit kenna hann, so verða eisini fleiri smá verkstøð, har arbeitt verður við ymiskum evnum.

Eitt verkstað verður rópt Dario Fo's theatre, og sum navnið sigur, so verður har arbeitt við sjónleiki, soleiðis sum navnframi Dario Fo ímyndar sær sjónleik.

Okkurt verkstaðið arbeiðir við improvisatión, har luttakararnir arbeiða við at lurting, ferð, tíð, skapi og sambandi millum leikararnar.

Onnur verkstøð verða eisini, har arbeitt verður við nógvum øðrum spennandi evnum.

Somuleiðis kann væntast, at skeiðluttakararnir fara út á gøturnar í Suðuroy at framføra sjónleik, so suðuroyingar hava óivað okkurt gott í væntu.

Sjálvsagt er tað ikki bert sjónleikur, sum verður á skránni. Eisini fara luttakararnir at ferðast kring landið at síggja oyggjar okkara. Hvør veit, kanska fær sjónleikararnir eisini at framføra gøtusjónleik, meðan tey ferðast kring landið, so at ikki bert suðuroyingar sleppa at uppliva hetta spennandi tiltak.


Fyrsta stevnan av sínum slag í Føroyum

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri sokallaðum Youth Theater Festival í Føroyum, og tað er einki at ivast í, at hetta er ein stór avbjóðing fyri Ung í MáF. Tískil er umráðandi, at fyrireikararnir fáa stuðul til tiltakið, eisini frá fólkinum í Suðuroy. Hvat vit kunnu vænta okkum av eini slíkari stevnu, er ilt at siga, men hetta er uttan iva við til at menna sjónleikin í Føroyum, umframt at hetta kanska kann virka við til, at fleiri útlendskir sjónleikarar leita sær hendan vegin við leikum.

Ikki bert sjónleikarafeløg kunnu taka lut á sjónleikarastevnuni, tí einstaklingar eru minst líka vælkomnir. Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er 1. maj, og teir føroyingar, sum hava áhuga fyri hesum, kunnu venda sær til MáF.