kunnu vit lesa ein Brockmandslestur við nógvum myndum av ávísum persónum, ið umboða føroyska mentan anno 2013. Hesin lesturin er alinlangur, ja, so langur, at eg, tá ið eg hevði lisið ein lítlan part av [...] maðurin mundi ætla við øllum hesum orðavavstri. Á tí almenna stovninum Føroya Skúlabókagrunni starvast ein maður, ið eitur Birgir Kruse. Eg kenni ikki mannin. Eftir øllum at døma hevur hann góðar stundir [...] Hesin spurningur átti kanska ikki at verið settur fram alment? Ella hvat? Nei, harra Birgir Kruse: eg havi ongantíð í mínum langa lívi – 88 – ”latið gor og gall renna oman yvir” nakað menniskja ella nakran
Eg havi við áhuga lisið tíðargrein hjá Hans Paula Strøm, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmanni, um hvussu flatskatturin hilnaðist. Hans Pauli kemur til ta niðurstøðu, at flatskatturin skapti ongan [...] ongan vøkstur, men bert eitt stórt hol í landskassanum. Frá fyrsta degi, vit komu at samstarva, havi eg havt stóra virðing fyri Hans Paula, bæði sum politikkara og serfrøðingi. Hann er bæði nærlagdur og neyvur [...] eftirmetir eitt politiskt inntriv, sum bert hevur virkað í 2 ár. Fleiri serfrøðingar vilja óivað siga, at ein munandi skattalætti náttúrliga krevur tíð at gera sín virknað í samfelagnum. Tað er so nógv, sum hendir
ganga trúfast til møtini og í sunnudagsskúla, har eg lærdi at elska Guds orð. Eg havi onkuntíð hoyrt mammu siga, at ein av monnunum, sum plagdu at siga eitt orð í Ebenezer, tá hon kom har sum nýgift, var [...] at siga, at tíðin í hesum heimi var sum eitt Paradís. Sum blaðung kom mamma til stórbýin at vera; ein dreymur fyri eina ungu bygdagentu tá í tíðini. Hon kom at arbeiða á vaskarínum á Dronning Alexandrines [...] Skalafjørðinum. Hann andaðist fyri 13 árum síðani. Pápi og mamma fingu bert tað eina barnið, sum var ein drongur. Hervør ynskti at kalla pápa sín upp, sum bar navnið Poul Jóhan. Eftir kríggið fór Tórshavnar
hevur Hildigarð ferðast nógv runt um landið við ÍF’arunum. - Eg havi møtt nógvum fólkum á hesum túrunum og vit hava nógv minnir. Og so má ein sjálvandi ikki gloyma, at vit eru saman sum familja í hesum p [...] fyri fótbólti, greiðir ÍF-mamman frá. Henda ítróttargreinini hevði stóran áhuga í bygdini. Og tá so ein av hennara egnu, miðlingurin Símun Eliasen fór at spæla fótbólt, visti hon hvør hennara uppgáva var [...] - Og tað bleiv so heldur ikki “betri”, tá tann yngri beiggin, Hanus fór at spæla fótbólt. Men eg havi havt nógvar góðar løtur í hesum arbeiðinum, sigur Hildigarð Eliasen, sum upprunaliga er ættað úr Lamba
Um innanlandsviðurskifti havi eg nýliga í greinastubba borið okkurt fram, sum ikki skal verða endurtikið her. Men fara vit longur út frá landi, so hava har verið atfinningar um, at bankar hava fingið nýggj [...] – Ytribanki fyri Bill Baileybank, Ytsibanki fyri Lúsabanki (sum onki hevur við lýs at gera, men er ein avbronglan av onkrum fronskum) og Bankaryggur fyri Wyville Thomson Ridge - tykir mær at vera bæði rímiligt [...] Líðandisnes (Lindesnes), ið neyvan fáast at festa røtur í okkara máli. Um Norðurhøvdi veruliga er ein høvdi (høgt nes við lægri lendi innanfyri), veit eg ikki; men íslendingar, danir, sviar og eisini týskarar
Johannesen til lukku við landsstýrissessinum. - Eg má innrømma, at er nakað keðilig timing, tí eg havi ein son, sum bara er eina viku gamal. So er tað hetta, men mann veit ikki, hvussu ofta mann fær eitt [...] gestir, so ger konan mat, tí hon dugir eitt sindur betur, greiðir ein av klaksvíkingunum í Hoyvík frá. Ordiligur klaksvíkingur - Eg eri nokk ein klaksvíkingur. Tað hoyrist og alt. Men tað kemur sjálvandi av [...] og hevur ikki gjørt eins nógv fótbóltin síðan. - Eg sleit liðbandi í knænum, og seinni aftur fekk eg trupulleikar við tjúkkunum, so eg fái ikki gjørt so øgiliga nógv. Bara eg renni ein túr fái eg ilt. -
og fremst grundað á feskan fisk. Men teir eru ein av teimum fáu fyritøkunum, sum selja laks veiddan við dorg, og sum er frystur umborð. Hesin smakkar eins væl og feskur laksur. Tað er eingin aling í Alaska [...] eina deild hjá Whole Foods í 2003. Havi verið inni í rættiliga nógvum sølumiðstøðum í USA og hugt eftir fiski, og eisini leitað eftir føroyskum fiski. Men onganstaðni havi eg sæð eitt so stórt útval, sum [...] farin, men Eyðfinn segði einki um, at hann ætlaði sær at gevast.??Tað er eingin ivi um, at ein maður sum Eyðfinn er ein fongur fyri Føroyar. Vit kunnu uttan iva læra av honum. Hann hevur eisini verið føroyingum
at siga enn. - Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp og tað man vera, billi eg mær inn, tí fólk halda, at eg kann gera arbeiðið sum skal til fyri at vera leiðari á stovninum. Eg havi hug at royna hetta [...] eigur at gera meiri vart við seg í samfelagnum og samfelagskjakinum. - Setrið er ikki ein politiskur stovnur. Tað er ein granskingar- og undirvísingarstovnur. Her verður undirvíst so tað stendur eftir alla [...] skorið Ein tann størsta hendingin í søguni hjá Fróðskaparsetrinum í nýggjari tíð er útgávan av móðurmálsorðabókini í summar. Nógv er sett út í kortið og her er menningarætlanin eitt. Tað er ein ætlan um
óvanligu ferð! -Eg havi verið við á hesi ferðini fyri at síggja og hoyra, hvussu oljuvinnan er vorðin bygt upp í einum øki við einum viðbreknum umhvørvi eins og tí her í Føroyum. Eg havi so heldur ongantíð [...] viðurskifti samtíðis sum ein fær mest burtur úr oljuinntøkunum. Hetta haldi eg eisini, at føroyingar kunnu, um vit duga eins væl at standa fyri og fyriskipa útviklingin. Tað er ein spurningur um vilja og [...] ongantíð verið í Alaska, sum hevur verið ein rættiliga fremmandur partur av heiminum fyri meg. Alex Buvik sigur seg hava fingið nógv burtur úr ferðini í Alaska. M.a. hevur hann fingið neyvt innlit í og eina
sjúkrasystrum og heimahjálpum í blindahjálp. ? Eg tosaði um ymsu eygnasjúkurnar, eins og vanligar gerðandistrupulleikar -t.d. hvussu ein best veitur tí blinda sess, og á hvønn hátt til ber at stuðla tí blinda, [...] føroyingarnir at havi undirvíst hiðartil hava verið heldur tigandi, sigur Rikke og smírist. ? Eg eri sjálvandi greið yvir, at umstøðurnar ikki eru tær somu í londunum báðum. T. d. er ein einsamallur blindahundur [...] Føroyum, men kortini fari eg at tosa um mínar royndir á hesum øki. Summi halda, at ein blindahundur kann kínast og klappast, eins og allir aðrir hundar á gøtuni. Hendan uppfatanin er skeiv. Fólk eiga ikki at