Nýtt heimsatlas undir landi

Nógv hevur verið skrivað og talað fyri og ímóti í sambandi við, at nýtt føriskt heimsatlas eina tíð hevur verið í umbúna. Hóast hvørki málfrøðingur ella geografur fari eg her at loyva mær sum leikmaður at geva onkrar av mínum sannføringum til kennar.

Um innanlandsviðurskifti havi eg nýliga í greinastubba borið okkurt fram, sum ikki skal verða endurtikið her. Men fara vit longur út frá landi, so hava har verið atfinningar um, at bankar hava fingið nýggj heiti. At føringar við ár í hond hava róð út á Fugloyarbanka, Sandoyarbanka, Skeivabanka o.s.fr., og at hesir tí hava fingið førisk nøvn, er so sjálvsagt. At ytri bankar, sum nú at kalla eru vorðnir heimasjógvur, hava fingið førisk nøvn í staðin fyri tey fyrrverandi útlendsku – Ytribanki fyri Bill Baileybank, Ytsibanki fyri Lúsabanki (sum onki hevur við lýs at gera, men er ein avbronglan av onkrum fronskum) og Bankaryggur fyri Wyville Thomson Ridge - tykir mær at vera bæði rímiligt og rætt.
Leita vit nú eystur um hav, finna vit á kortinum vælljómandi norrøn heitir sum Ermarsund og Eystarasalt (eftir mínari áskoðan vóru Ermasund og Eystrasalt betur í samljóð við okkara mál) fyri Ensku Kanalina og Eystursjógvin. Men hyggja vit nærri at Norra-kortinum, eru har nøvn sum Bjørgvin (Bergen), Harðangur (Hardanger), Stavangur (Stavanger) og Líðandisnes (Lindesnes), ið neyvan fáast at festa røtur í okkara máli.
Um Norðurhøvdi veruliga er ein høvdi (høgt nes við lægri lendi innanfyri), veit eg ikki; men íslendingar, danir, sviar og eisini týskarar brúka norska navnið Nordkap - sviar og íslendingar tó við tveimum p-um, sum vit eisini kundu gjørt. Haldi ikki, vit skulu firnast fyri orðinum kap(p), sum heldur ikki er upprunaorð í hinum norðurlandamálunum.
At brúka heimlig førisk heitir sum høvdi, nes, tangi, nípa ella nakkur og í altjóða høpi geva teimum rúmari merking kann vera gott og rætt; men tá tú her eystan fyri Norðurhøvda / Norðkapp fært eyga á Kolanesið, tá má tykjast, at farið er um mark. Nes verður í Móðurmálsorðabókini lýst sum “heldur mjátt og langt landaøki, sum stingur seg út í sjógv”, meðan hálvoyggj er “stórt og breitt nes”, og Kolahálvoyggin má tí vera rættari heiti. Tað hevði jú eisini sæð løgið út við heiti sum Iberiska Nesið um hálvoynna Spania og Portugal í einum.
Danmark skal nú (eins og á íslendska kortinum) eita Danmørk. Tað er tað neyvan orsøk til. Í bíbliusøguni lósu vit um hirðarnar á markini, og í Móðurmálsorðabókini stendur mark at hava somu merking sum mørk. At donsku landspartarnir Jylland, Fyn og Sjælland nú eita Jútland, Fjón og Sæland á okkara máli, tað, haldi eg, er ein vinningur. Men skaldaheitið Burgundarhólmur er ov knortlut fyri tað lættara Bornholm.
Oyland fyri Öland í Svøríki – ja, hví ikki? Men skal Stockholm nú heldur eita Stokkhólmur, skuldi so t.d. Hanstholm itið Hansthólmur?
Líta vit at landanøvnum í Europa, havi eg hug fyrst at tríva í navnið Pólland. Ivaleyst er tað her íslendska ávirkanin, sum ger seg galdandi. Men í íslendskari stavseting er tann lítla skákstrikan -accent aigu- so nógv meira algongd enn hjá okkum, soleiðis at íslendingar í so mongum førum siga og skriva ó, har vit hava o – t.d. í orðum sum póstur, fóstur, rómantiskur, október + eitt ótal av øðrum dømum
Haldi tað snøggasta vera at skriva Poland, tí her er ikki talan um nakran Pól. Nakað føriskari verður navnið heldur ikki við at skriva ó, tí langt o er vanligt í føriskum máli. Aftrat hesum kemur, at vit við at skriva ó í staðin fyri o fáa tvinnanda framburð á okkara máli - sama við Róm niðanfyri.
( um íslendska handilsketan Bónus ynskti at givið førisku deildini føriskt málsnið, átti navnið her at verið Bonus við o).
Í vestri liggur landið, sum vit altíð eins og danir, týskarar, íslendingar, samar, finnar, eysturíkarar og sveitsarar hava kallað Holland, men sum nú skal eita Niðurlond. Vit vita, at hetta hevur sína málsøguligu grundgeving; men mær tykir hana ikki at vera so sannførandi, at hon gevur orsøk til at skifta yvir. Landsnavn við fleirtalsmerki gevur í okkara máli eisini tvørleika í sagnorðinum, at t.d Niðurlond liggja, Niðurlond hava o.s.fr., tá talan jú bert er hetta eina landið.
Í mínum hugaheimi umfata Niðurlond Holland og Belgia.

Flyta vit okkum nú í ein lágan landsynning koma vit m.a. til Schweiz. Sviar og danir brúka her upprunastavingina; men norðmenn skriva Sveits. Soleiðis hava føringar stavað fyrr, og soleiðis haldi eg, at vit skuldu skrivað, tí z ber her í sær ts, sum tað eisini hoyrist á skandinaviskari tungu. Eisini er tað praktiskt í skrift og úttalu at kunna gera mun á einum sveitsara og einum sveisara.

Eitt lítið land liggur kroyst inn ímillum Sveits, Týskland, Eysturríki og Italia, sum okkara heimsatlas stavar Liktinstein. Samar, finnar, sviar, norðmenn, íslendingar, týskarar og sveitsarar stava her eins og fólkið har á staðnum Lichtenstein . Hví skulu vit tá gera okkum upp sum málsligir serstøðingar? Upprunastaving dregur jú eisini ynskiliga upprunaframburðin við sær.

(Framhald)