Ein løgin lestur

Heri Mohr
----


Á telduni hja GOOGLE kunnu vit lesa ein Brockmandslestur við nógvum myndum av ávísum persónum, ið umboða føroyska mentan anno 2013. Hesin lesturin er alinlangur, ja, so langur, at eg, tá ið eg hevði lisið ein lítlan part av hesari blogging, kastaði frá mær. Eg spurdi meg sjálvan, hvat maðurin mundi ætla við øllum hesum orðavavstri.
Á tí almenna stovninum Føroya Skúlabókagrunni starv­ast ein maður, ið eitur Birg­ir Kruse. Eg kenni ikki mann­in. Eftir øllum at døma hevur hann góðar stundir at blogga endaleyst, í støðum ikki sørt ærumeiðandi. Eitt nú bloggar hann, at Heri Mohr letur gor og gall renna oman yvir Skulabókagrunnin, sum hann ongantíð skal hava vitj­að! B.K. vil eisini vera við, at Skúlabókagrunnurin er farin í søguna.
Orsøkin til hesa ærumeið­ing er tann, at eg í einum lesara­brævi spyrji, um tað er satt, at umrøddi grunn­ur hevur framleitt eitt am­pu­terað ABC til tey smáu skúlabørnini. Hesin spurn­ingur átti kanska ikki at verið settur fram alment? Ella hvat?
Nei, harra Birgir Kruse: eg havi ongantíð í mínum langa lívi – 88 – ”latið gor og gall renna oman yvir” nak­að menniskja ella nakran al­mennan grunn.
Og jú, Birgir Kruse, í 25 ár vitjaði eg nógv á Skúla­bóka­grunninum. Les nú:
• 25 ár kassameistari og roknskaparhaldari í Skúla­­bókagrunninum.
• 25 ár kassameistari og roknskaparhaldari í Ment­anargrunninum.
• 10 ár roknskaparhaldari í Menningargrunninum.
• Tók ímóti Íleggingar­grunn­­inum úr Danmark og um­sat hann rokn­skap­ar­liga í 15 ár.
• Á Føroya Gjaldstovu í 36 ár sum bókhaldari, fulltrúi, høvuðsbókhaldari og skriv­­stovustjóri. (Hvussu eg varð trýstur úr stjóra­em­­bæt­inum í 1991, havi eg greitt frá i mínari bók ”Endur­­minn­ingar”.)

Úr brævi frá Skúlabóka­grunn­inum í 1992: ”(…) Rokn­skaparførsla og kassi grun­sins hava øll hesi árini verið í góðum hondum. Nevnd og starvsfólk á Skúla­bóka­grunninum hava verið sera nøgd við tað arbeiðið, tygum hava gjørt fyri grunnin, og takksom fyri holla leiðbeining og hjálp, tá tað hevur verið neyðugt.” ( …) Fýra mánaðir í 1992 var eg sjálvboðin ráðgevi (og tessvegna óløntur) hjá Skúlabókagrunninum.
Frá Menningargrunninum fekk eg eitt listaverk úr før­oysk­um gróti.
Mítt almenna arbeiði á Føroya Gjaldstovu bar við alt Føroya fólk. Tað kom ong­antíð fyri, at eg læt gor og gall renna yvir nakran? At draga meg niður í slíkt ment­anarloysi megnar eingin. Held­ur ikki Birgir Kruse.
Nóg mikið um undirritaða. Tað hevur valla almennan áhuga.

Eftirskrift.
Tað frættist, at Heimsatlas ll, sum Skúlabókagrunnurin (um hann er til) arbeiðir við, fer, eins og Heimsatlas I, at útihýsa teir 5 bókstavirnar, ið nationalistarnir í Føroyum hava sett seg á. Løgtingið mátti verið ført fyri at steðg­að hesum ørskapi. Skúla­boka­grunnurin (um hann er til) er jú ein almennur stov­nur við nevnd, sum er sett av løgtinginum. Ella er eink­arbarnið hjá Niels Winther Poul­sen, lands­stýris­manni sála, sum var lív og sál í Skúla­bókagrunninum fyri hálv­ari øld síðan, nú eisini farið í navna­grøvuna?
Líknilsið um farisearan og tollaran: Tey lítið larmandi og smædnu í okkara landi (toll­arin) hyggja spyrjandi –tora valla at opna munnin – um tey larmandi og sjálvglaðu há­mentaðu í okkara landi (farisearin) ikki eiga teirra lut í, at tað tignarliga, tað viðkvæma í okkara mentan, um skamma tíð er goymt og gloymt undir væðingini í forngrípagoymslum og bóka­­søvnum, har sjálvút­nevndir serfrøðingar, móti gjaldi, fara at greiða frá okk­ara mentan, sum var tað ein onnur turistattraktión. (Slíkt verður eisini kallað sjálv­promovering.)
Humanistisk mentan í vanligum týdningi er við­brekin og følin, hon skýggj­ar larmandi, tómar tunnur, og trívist als ikki í spenni­troyggjum ella gruggi.
At flenna umberandi at býttisligum sjálvrósi, sjálv­gleði, sjálvpromovering var eitt dámligt og sterkt lyndis­eyðkenni í føroyskari al­múgu­mentan.
Sálarliga og mentanarliga eru vit at sammeta við siames­­iskar tvíburar, ið krevja støðugt stilla og fjálga um­­sorgan og kærleika, um teir skulu orka at yvirliva og mennast. Doyr annar av tørvandi umsorgan og kær­leika, doyr hin eisini.
Fyri nógvum árum síðani vitjaði ein gamalur maður úr Danmark regluliga her í Føroyum, ár um ár. Hann grannskoðaði Færø Amts Sparekasse (nú Eikbanki). Í hugnaligum práti við kaffikoppi í hondini og pípu í munninum segði hann eina ferð: ”I er nogle rare, hygge­lige mennesker, I færinger, som jeg sætter stor pris på, men I er så forbandet hårde imod hinanden, og det kan jeg ikke forstå.”
Gløgt er gestsins eyga, plaga vit at taka til!