Kend havnarkona verður 80 ár

Hervør Djurhuus úti í Grønlandi rundar tey áttati sunnudagin 10-. juni

Dagurin verður hildin leygardagin 9. juni í kjallaranum í samkomusalinum í Nebo á Toftum frá kl.18.00 og út á kvøldið. Tey, sum ynskja at heilsa upp á Hervør, eru vælkomin í Nebo.

Mamma vaks upp í Húsavík. Sum 6 ára gomul var hon fyri tí vanlagnu at missa sína kæru mammu, og bert 14 ára gomul misti hon pápa sín. Hetta vóru herviligu tuberklarnir, sum tóku familju hennara og hon stóð uttan foreldur. Men familjan í Húsavík var góð við hesa foreldrleysu gentu í bygdini.

Sum allar gentur tá í tíðini fór mamma at tæna bert 15 ára gomul. Hon kom at vera í Skopun hjá Monu og Andrias í Hvannasundi. Hon plagar at siga, at tíðin í hesum heimi var sum eitt Paradís.

Sum blaðung kom mamma til stórbýin at vera; ein dreymur fyri eina ungu bygdagentu tá í tíðini. Hon kom at arbeiða á vaskarínum á Dronning Alexandrines hospitali (Landssjúkrahúsið). Eisini kom hon at arbeiða á pensjonatinum hjá Hallgerð og John Sivertsen á Abbatrøð. Har kom hon at kenna pápa mín, Andrew Djurhuus, sum tá koyrdi hýruvogn í Havnini. Pápi var av Gjaranesi á Skalafjørðinum. Hann andaðist fyri 13 árum síðani.

Pápi og mamma fingu bert tað eina barnið, sum var ein drongur. Hervør ynskti at kalla pápa sín upp, sum bar navnið Poul Jóhan.

Eftir kríggið fór Tórshavnar kommuna at stykkja út byggigrundir langt uttanfyri tað, sum tá var Havnin. Hendan útstykkingin lá so langt uttanfyri býin, at tað hevði fingið navnið “Úti í Grønlandi,” tí at fara heilt har út var sum at fara til Grønlands. Hendan nýggja útstykkingini, sum so sanniliga var ein nýhugsan og nýbrot tá í tíðini, kom at umfata gøturnar Tórfinsgøtu, Jákup Nolsøesgøtu, Eiriksgøtu og Leivsgøtu.

Í 1950 bygdi pápi og mamma hús í Jákup Nolsøesgøtu. Tey fluttu inn í húsini seinnapartin í sama ári, og mamma býr enn í Jákup Nolsøesgøtu og í somu húsum. Í hesi gøtu og í hesum húsum í Jákup Nolæsøesgøtu 12 eigi eg míni bestu barnaminnir – takka veri eini góðari mammu og einum góðum pápa.

Av fólkunum, sum vóru millum tey fyrstu, ið settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu, eru ikki mong eftir, men mamma sæst enn í gøtuni, ikki minst, tá hon ger sína dagligu gongd oman í handilin hjá Jóhannes Andreassen, sum hann kallaðist, tá foreldur míni bygdu úti í Grønlandi. Í dag eitur hann “Handilin úti í Grønlandi.”

Mamma og pápi komu regluliga í samkomuna í Ebenezer, og har kemur mamma framvegis. Tey lærdu meg at ganga trúfast til møtini og í sunnudagsskúla, har eg lærdi at elska Guds orð. Eg havi onkuntíð hoyrt mammu siga, at ein av monnunum, sum plagdu at siga eitt orð í Ebenezer, tá hon kom har sum nýgift, var Havna Jørgin. Hon minnist, at hann spurdi hana um hon var frelst. Hetta hevði eingin áður spurt hana um.

Tað var gott, at tað vart onkur, sum spurdi eftir sálini hjá mammu míni, tí tað er ikki vist, at eg hevði verið ein trúgvandi í dag, um eg ikki átti eina trúgvandi mammu. Nú mamma er komin upp í árini, setur hon enn størri prís upp á samfelagið við samkomuna í Ebenezer, har hon eigur nógvar góðar vinir og nógv kær minnir.

Mamma var heimagangandi øll míni barna- og ungdómsár, og tað var gott at koma heim og vita at mamman var heima. Tað var eisini gott at hava eina mammu heima í mínum ungu døgum, tí vinarringurin var stórur, og mangan hevði eg vinirnar heim við, og altið var mamma blíð og til reiðar við einum drekkamunni.

Eg havi nógv at takka henni fyri m.a. tann góða uppvøkstur hon, saman við pápa, gav mær, har linjurnar vóru greiðar, hvat tú kundi og ikki kundi. Mamma var ógvuliga umhugsin, at tað ikki kom nakað inn í mítt lív, sum kundi draga meg burtur frá tí andaliga. Eg minnist eitt barnaheim, sum var opið fyri gestum, og búgvandi gestirni vóru mangan nógvir, ikki minst tá samfelagsmøtini vóru í Ebenezer.

Mamma hevur upplivað, at hóast hon kom at standa einsamøll eftir í sini egnu familju, og hóast hon einans fekk ein son, so eigur hon í dag eina stóra familju, sum hon er glað fyri. Eg má takka henni fyri, at hon tók so væl ímóti mær, tá eg kom inn í hennara lív við konu og fýra børnum, sum hon og pápi við tað sama tóku til sín og vísti sín stóra og uppoffrandi kærleika til.

Mamma gleðir seg at møta vinum, skyldfólki og kenningum leygardagin 9. juni í Nebo á Toftum, sum eru hjartaliga vælkomin til opið hús, sum letur upp kl.18.00



Ein heilsan til tín, mamma,
-----
Poul Jóhan