Eyðfinn úr Vági selur fisk í USA

Um ólavsøkuna hittu vit tveir forkunnugar gestir, sum vóru á vitjan í Føroyum? Tað var tann 55 ára gamli Eyðfinn Tausen úr Vági, og sonur hansara, tann 26 ára gamla Mike.

 

Tað var stuttligt at hitta teir báðar. Seinast vit hittust var í Seatle í USA, tá eg vitjaði hann og hansara virki.

 

Eyðfinn er sonur Jacobinu og Jacob Paula, sála, Tausen í Vági. Teir eru tríggir beiggjar. Hinir báðir eru Mannbjørn og Kaj, sum báðir búgva í heimbygdini. Longu sum heilt ungur var Eyðfinn ”bitin” av fiski, tá hann arbeiddi á flakavirkinum í Vági.??Til USA?Í 1975 fór hann til USA at arbeiða sum danskur konsulathjálpari. At arbeiða á donskum konsulatum hava fleiri aðrir føroyingar gjørt, og tað hevur víst seg, at hetta er ein frálík upplæring í altjóða virksemi. Fyrst var Eyðfinn í New York. Síðan fór hann til New Orleans, Los Angeles og seinast í Ancorage í Alaska.??Hetta gav sjálvsagt góðar royndir og kennskap til USA, har hann tískil kom at virka sovæl á eystur- sum vestursíðuni. Aftaná hetta fór Eyðfinn at arbeiða innan fiskivinnu í USA. Hann arbeiddi soleiðis í trý ár fyri eitt reiðarí í Alaska, og fekk eisini høvi at vera ein mánaða við einum trolara hjá teimum.??Hendan fyritøkan fór á húsagang, og tá fór hann at arbeiða hjá reiðarafelagnum í hesum økinum. Hann arbeiddi seinni hjá Baader við at selja flakamaskinur.??Hann giftist við Ullu, sum er dóttir danskar innflytarar, sum búgva niðri á Los Angeles- leiðini. Tey eiga trý børn.??Fekk egið virki?Frá 1990 til 1996 arbeiddi hann hjá eini fyritøku, sum keypti og seldi fisk, og í 1997 keypti hann seg, saman við einum øðrum, inn í Selectfish í Seattle, har hann var stjóri. Her var uppgávan at keypa, virka og selja fisk. Hesin fiskur verður fyrst og fremst keyptur úr Alaska, sum jú ikki er so langt burturi. Tað tekur bert 2-3 tímar at fáa fiskin við flogfari úr Alaska og til Seattle. Meginparturin av teimum fiskasløgum, sum Eyðfinn arbeiðir við, eru ókend hjá okkum. Víst hevur hann laks, sum er týdningarmesta fiskaslagið, hann handlar, men hetta er villaksur, og síðan er tað t.d. stør, svørðfiskur, skeljar o.a.??Fiskasløg sum upsa og hýsu, kennir Eyðfinn als ikki til. Annars er virksemið fyrst og fremst grundað á feskan fisk. Men teir eru ein av teimum fáu fyritøkunum, sum selja laks veiddan við dorg, og sum er frystur umborð. Hesin smakkar eins væl og feskur laksur. Tað er eingin aling í Alaska, men Eyðfinn selur aldan laks úr heimstatinum Washington, men við hesi framleiðslumynd eru Føroyar ikki so áhugaverdar.??Fiskur úr Alaska?Ein stórur partur av fiskinum, teir arbeiða verður innfluttur úr Alaska.??Upprunaliga seldi fyritøkan hjá Eyðfinni beinleiðis til handilsketurnar, og her var tað serliga handilsketan Whole Foods, sum var hansara størsti kundi, men nú hevur Whole Woods keypt fyritøkuna, og Eyðfinn arbeiðir nú fyri teir, men á sama virkinum. Whole Woods hevur 155 sølumiðstøðir um alt USA, og nú hava teir eisini eina í London.??Beinleiðis í søludiskin?Hvønn dag kl. 16 kemur so eitt flutningsfelag eftir lidnu vøruni, og hon tryggjar, at vøran er frammi morgunin eftir – hvar sum helst í USA. Hetta merkir, at í flestu førum verður hon flutt við flogfari.?Eg var eisini og vitjaði eina deild hjá Whole Foods í 2003. Havi verið inni í rættiliga nógvum sølumiðstøðum í USA og hugt eftir fiski, og eisini leitað eftir føroyskum fiski. Men onganstaðni havi eg sæð eitt so stórt útval, sum júst inni her. Men her var ikki allarminsta spor av fiski, sum kundi verið úr Føroyum.?? ?Hetta var alt feskur fiskur og í flestu førum flak. Men tað er í hvussu er ikki bíligt at hava fisk til døgurða. Í frystidiskinum vóru onnur fiskasløg, men hesi vóru als ikki í slekt við okkara.??Selectfish hevði tá í umbúna at selja fyritøkuna til teirra størsta kunda Whole World, og hetta varð eisini gjørt. Hetta hevur í hvussu er tryggjað fyritøkuna framyvir, tí á hendan hátt koma teir í samband við enn fleiri sølumiðstøðir. Eyðfinn hevði sær fýra ára sáttmála. Henda tíðin er skjótt farin, men Eyðfinn segði einki um, at hann ætlaði sær at gevast.??Tað er eingin ivi um, at ein maður sum Eyðfinn er ein fongur fyri Føroyar. Vit kunnu uttan iva læra av honum. Hann hevur eisini verið føroyingum til hjálpar á ymsum økjum. Millum annað var hann spurdur um ráðgeving um íløgu í fiskiskapi í Alaska. Hann ráddi frá, og royndir hjá øðrum føroyingum vístu eisini, at hesi ráðini mundu vera á eini góðari leið.??Eyðfinn er væl kendur á Sosialinum. Jan Müller vitjaði hann fyri nøkrum árum síðani.

Vit ynskja Eyðfinn og Mike, sum starvast sum grannskoðari í Texas, góða ferð aftur til USA.??