avreiðir til virkið. Tað er rætt, at tað ber ikki til at hava øll tey gomlu flakavirkini koyrandi. Men tað ber heldur ikki til at geva fríu marknaðarmekanismum so frítt spæl, at hetta førir til avtoftin [...] sosialpolitikk. EFTIR okkara tykki ber ikki til bara at standa og hyggja at, meðan virkið verður stongt og fólkið koyrt til hús. Sjálvandi ber tað ikki til at hava eitt virki gangandi, um eingin fiskur [...] skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein vanlukka fyri bygina og oynna alla. TAÐ er leiðslan í Fiskavirking
so kundi tað fyri langari tíð síðani givið fuglfirðingum tilsøgn um at fara í gongd. Ja landsstýrið átti at eggjað monnum og kvinnum í Fuglafirði til at skunda undir málið, soleiðis at tað stóra tilfeingi [...] av eini tí størstu og kanska mest áhugaverdu vinnuætlan í føroyskari søgu. Tað snýr seg um ætlanina at gera Fuglafjørð til pelagiskan miðdepil í Atlantshavi. VIT hava her í blaðnum givið hesi ætlan nógva [...] eitt ómetaliga gott høvi hjá vinnuni at fóta sær aftur og at bróta upp úr nýggjum. At troyta fiskasløg, ið svimja við strendur okkara og sum kunnu økja um inntjeningina hjá hesum samfelag. TAÐ arbeiði og tann
ónøgd, sum hevur fingið loyvi til at byggja seg upp. Hví ikki taka stig til eina ráðstevnu í Tórshavn, har týðandi politikarar úr øllum flokkum í báðum londum verða boðin við til at viðgera Føroyar-Danmark [...] við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna teir einstøku flokkarnir vilja fáa til eitt komandi løgtingsval um minni enn eitt ár. Sjálvandi fer úrslitið [...] um tað mundið. EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating, sum í størri mun virka fyri Føroyum enn fyri júst sínum egna flokki ella síni egnu ideologi. Tað er eftir
TAÐ er okkurt ella kanska heldur mangt, sum bendir á, at tað verður fólkatingsval í ótíð. OG tað er heldur ikki so óvanligt, at tað verður skrivað út nýval í Danmark, áðrenn eitt skeið er fullrunnið. SÍÐANI [...] hann síðani tað havt tikið stig til at koma til Føroyar fyri á tann hátt at tosa út um tingini. HVØR enn situr við valdið í Danmark, so eigur viðkomandi at royna at hava góð viðurskifti til Føroyar og Grønland [...] flokkar í miðjuni og til høgru skipa eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javnaðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta um. TAÐ vilja altíð vera
einki mætari enn at skriva undir eina krígsavbjóðing til ikki bert palestinar men so sanniliga til allan tann arabiska heimin. TAÐ fyrsta, ið kemur einum til hugs í slíkari støðu, er, at maðurin er ikki í ordan [...] politi um somu tíð, so hevur landið eisini skyldu til at tvinga høgravenda ísraelska leiðaran til at lurta eftir fornufti. Tí tá alt kemur til alt er tað ikki bert talan um ísraelar kontra palestinum. Netanyahu [...] kann við sínum skilaleysa politikki seta eld í alt Miðeystur, og tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin. UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt
londum. Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum [...] turin: INTERNETIÐ. Tað var í fjør, at Telefonverk Føroya Løgtings fór at bjóða út tænastur á Internetinum. Sosialurin valdi at vera við frá fyrsta degi, og hevur hettta ment seg til, at blaðið í dag kann [...] áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð, sum tá var nýtímans, men sum í dag fyri tann teldukøna verður mett sum steina
vera við til at geva mentan, list ol. nógv betri gróðrar- og tilverulíkindi enn støðan er í dag! Og her hevur tað stóran týdning, hvørji fólk tú velur til at vera við í tilrættaleggingini. EITT gott hugskot [...] aftrat, at tað er ikki samanlegging bara fyri tess egnu skyld og fyr einhvønn prís. Er tað skilabetri hjá kommium at samstarva heldur enn at leggja saman, so eigur tað at standa fremst. Tí tað er greitt [...] arbeiðsklæðini á fiskavirkinum á Sandi, vísti okkum øllum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og samtíðis staðfestingin
fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir. TAÐ ER TÍ einki at siga til, at B36-fólkini hava verið varðin við at útnevna sítt lið til FM-vinnarar, áðrenn avgerðin [...] ÁR hevur tað verið nær við, men nú eydnaðist tað umsíðir. B36 hevur verið á oyðimarkarferð í 35 ár, síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur verið so eru ivaleyst nógvar orsøkir til, men fyri [...] av sterka B36-liðnum, sum er farin frá einum sigri til annan. Teir hava spælt góðan og positivan fótbólt og higartil hava teir bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild at so er, tí B36-liðið er mannað
Danmark og Føroyar. Tað er eina og aleina donskum myndugleikum fyri at takka at tað loysnar meira og meira millum báðar ríkispartarnar. Gamaní, er tað hetta, sum danir miðvíst vilja, so er tað ein ærlig søk [...] álvarsligt skot fyri bógvin. UTTAN mun til um tíðin er komin til at gera broytingar í Heimastýrislógini ella fáa heilt aðra skipan ístaðin, so átti at borið til at bøtt uppá ta vanvirðiligu støðu, sum [...] triðing. Gongur stjórnin ikki við til slíka loysn, so eiga almennu Føroyar fyri tað fyrsta at kanna møguleikan fyri at ákæra Danmark fyri altjóða dómstól - og ber hetta ikki til - so at umhugsa samstarvið við
r enn at skula taka støðu til eitt endurgjald til Føroyar. NÚ tá alsamt fleiri halda, at tað rætta hevði verið ein dómarakanning heldur enn hesin kanningarhátturin, nívir tað ikki sørt at vera føroyingur [...] - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið. TÁ hetta er [...] siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess torførari