ikki longur røkka. Máttu tit kent tykkum sveipað í stuðul og umsorgan, so tit vita, at hóast stríðið í løtuni er hart, so eiga tit eitt týdningarmikið pláss – bæði ímillum tykkara kæru og her í føroyska [...] føroyingar - nú mugu vit stríðast fyri okkara ungdómi. Eg eri sannførdur um, at sjálvt um heimurin er bæði størri og sterkari enn vit, so kunnu vit saktans matcha hann. Tað krevur, at tey ungu fáa eitt les [...] eisini soleiðis: ”Um tað bara eru nøkur fá fólk, sum trúgva uppá, at mann kann koma langt, ja, so kemur mann langt.” Vit vaksnu mugu taka ábyrgdina. Og eitt er vist: lata vit standa til, so tapa børnini. Føroyar
av hesum slóðara, ið lærdi okkum so nógv um, hvussu eitt samfelag kann vera styrkt av fyrigeving. Styrkin og áhaldnið hjá Nelson Mandela verður ongantíð gloymd. Góðu tit øll! Eitt kvøld sum í kvøld leita [...] taka sær av børnum, sjúkum og gomlum. Øll tit arbeiða, tá ið onnur gevast og hava frí. Allar tímarnar í samdøgrinum, alt árið runt, jólaaftan og í kvøld, eru tit í gongd. * At vaksa upp í Føroyum gevur gott [...] ikki nóg nógv ung fólk heimaftur. Tað er okkara størsta avbjóðing. Føroyar vóru ikki mentar so nógv, sum tær eru, um ungir og útbúnir føroyingar ikki komu heimaftur og sóu møguleikarnar. Hesi ungu høvdu eins
Barrack Obama, áðrenn rómurin í salinum doyvdi rødd hansara. So helt hann fram: -Tit hava gjørt tað, sum New Hampshire kann gera um fimm dagar. Tit hava gjørt tað, sum Amerika kann gera í tí nýggja árinum [...] lagt dent á sína kristnu trúgv og ta kristnu siðalæruna. So New Hampshire Um fimm dagar verður uppstillingarval í New Hampshire, og spurningurin er, um Obama og Huckabee kunnu endurtaka sigurin har. Eygleiðarar [...] hetta landið er ov spjatt og ørkymlað til at ganga saman um eitt felags mál. Men hesa januarnáttina, sum fær týdning fyri okkara søgu, hava tit gjørt tað, sum tey atfinningarsomu søgdu vera ómøguligt,
vistu tí, hvat tey fingu, um tey valdu Vinstra, Konservativu ella Dansk Folkeparti. Føroyskur politikkur er so lagt av leið frá hesum. Meðan tey í Danmark kunn eftirmeta politikki, so er føroyski veljaran [...] vit dømi um, hvussu týdningarmikið tað hevði verið, um føroyski veljarin veruliga hevði eitt val, tá hann fór á val. Men tað hevur hann ikki. Veljarin hevur ikki hóming av, hvat hann fær, um hann velur [...] bera til í Føroyum, so hevur tað sínar avmarkingar við sær. Skulu eitt nú Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin gera eina samgongu fyri valið, so mál lægsti – ella í hvussu so er ikki hægsti – fel
Har varð eisini røtt um privatisering. Um hvat føroyingar kunnu læra av eitt nú gongdini í Íslandi. Rættiliga avgjørdu niðurstøðurnar hjá nevndarformanninum í íslendska Landsbankanum um eitt nú privatisering [...] føroyskum fyritøkum munnu hava givið fólki nógv at hugsa um. Vinnuhúsið hevur so við slíkum fyrilestri á Vinnudegnum gjørt sítt til at fáa gongd á tjakið um at einskilja fyritøkur her heima. Men hæddarpunktið [...] einum av baltisku londunum. Hetta er so partur av alheimgerðini, og hvussu gjarna vit vilja tað ella ikki, so eru eisini vit noydd til at fylgja hesi gongd. Hetta er so eisini í tráð við tað formaðurin fyri
versnar! Í somu sending fingu vit eisini at vita, at fleiri álit eru skrivað, men einki hendir. Eingin politiskur vilji er at seta tilmælini í verk. Vit fingu ikki at vita, hví so er, men vit loyva okkum [...] Hetta er mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggjandi sjúklingarættindi, ið eisini eru mannarættindi [...] ein stutt samanfatað niðurstøða av samrøðuni gerast, so má tíverri staðfestast, at vit í Føroyskum eru langt aftan fyri Norðurlond, tá talan er um psykiatri sum heild. Hetta er galdandi fyri lóggávuna
Eysturríki, sum vakti miklan ans í fótbótlsheiminum. Men um so er at vit skulu hava vón um eitt heiðurligt úrslit móti Týsklandi um tríggjar mánaðir, so má okkara landslið skjótast tilber fara undir intensiva [...] hóast øll hagtøl og allur logikkur sigur okkum, at vit kunnu fáa stórtap í slíkum dysti, so livir alla tíðina vónin um at kunna skapa eina Senegalesiska sensatión, sum tá hetta liðið vann á heimsmeistarunum [...] tikið í nýtslu fríggjakvøldið. Eins og fótbólturin hevur nógv at siga fyri mong av okkum, so hevur mentanin tað so sanniliga eisini fyri mong onnur. Við nýggja mentanarhúsinum hevur ikki bert Fuglafjørður
luttaka í arbeiðnum allíkavæl, men einki frætta føroysku fjølmiðlarnir um hetta. Er tað tí at Norðuratlantsbólkurin gloymdi lítlu detaljuna um, at Stoltenberg allíkavæl ikki skal verða við í arbeiðnum, ella er [...] umdømi føroyinga, tá menn loypa út í orð, at heimspersónligheitir skulu hjálpa sær, tá tað so ikki verður so, tá til stykkis kemur? Er tað sum ikki einaferð hin parturin sum hevur misskilt okkurt? Tað [...] Føroysku fjølmiðlarnir fingu allir at vita, at Stoltenberg skuldi vera við í arbeiðnnum, har gamli kenningurin hjá føroyingum Alfredsson eisini luttekur. Tað, at fólk, ið hava tilknýti til Hvítubók luttaka
vit so víðari upp á ovastu rók, Miðlaloftið, so er har nú studio til radio. Eitt sjáldsamt men spennandi stað, har vit vóna at kunna seta dagsskránna í føroyska miðlaheiminum um ikki hvønn dag so oftani [...] fevna um alt og eiga alt, ja entá stýra øllum miðlunum í landinum, so er tað ikki ætlanin. Ætlanin er at yvirliva við at menna seg. Miðlaheimurin er nógv broyttur. Fyrr var eitt blað eitt blað og so heldur [...] heldur ikki meira. Men tøkni og samskifti eru so nógv broytt, at fylgir tú sum blað ikki við og tekur til tín nýggju møguleikarnar og avbjóðingarnar, kanst tú gerast eftirbátur, og í ringasta føri líða blaðdeyðan
Oddvald var eitt stórt menniskja, bæði so og so. Og har kunnu vit, sum kendu Oddvald verða púra samd. Oddvald var ógvuliga góður við síni nærmastu. Hann tosaði nógv um síni børn, sum tá vóru smá. Tíbetur [...] góða, tit hava mist ein góðan mann og pápa. Orð eru so fátøk í hesum høvi. Mítt ynski til tykkara er, at Harrin má styrkja tykkum nú og í framtíðini. Vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Oddvald [...] góðir føroyingar, førdi rækjutrolara. Oddvald førdi rækjutrolarin 'Natsek'. Hetta var um tað mundið, tá grønlendingar fingu sínar egnu rækjutrolarar. Minnist kappingina sum var millum skipini. Skal bert nevna