Her fingu tey mongu hundrað umboðini fyri føroyskt vinnulív eina sera góða uppliving frá at hoyra um alheimsgerð við eitt nú donskum og íslendskum brillum til at uppliva ársins virki. Har danir meta seg fáa nakað skilagott burtur úr eisini, tá virki flyta sínar framleiðslur til onnur lond, og har íslendingar meta seg fáa nógv burtur úr, tá peningastovnar og íleggjarar spjaða sínar íløgur til nógv onnur lond. Har varð eisini røtt um privatisering. Um hvat føroyingar kunnu læra av eitt nú gongdini í Íslandi. Rættiliga avgjørdu niðurstøðurnar hjá nevndarformanninum í íslendska Landsbankanum um eitt nú privatisering av almennum føroyskum fyritøkum munnu hava givið fólki nógv at hugsa um. Vinnuhúsið hevur so við slíkum fyrilestri á Vinnudegnum gjørt sítt til at fáa gongd á tjakið um at einskilja fyritøkur her heima.
Men hæddarpunktið á Vinnudegnum var at kjósa ársins virki og lata heiðursprógv fyri serligt átak. Og væl varð valt og rakt. Hóast Pipar og Salt vóru við á Vinnudegnum og á sín skemtiliga og speirekandi hátt gjørdu gjøldur burtur úr altumfevnandi føroyska fiskamentalitetinum, so vóru tað kortini tvey fiskavirki, sum gjørdust vinnarar, tó ikki vanlig fiskavirki soleiðis sum vit kenna tey frá gerandisdegnum. Talan var um virki, sum hvørt á sínum øki, hugsa ótraditionelt og royna nýggjar leiðir.
Ein kann av røttum siga, at tey í Lorvík brúka høvdið. Hava vit og skil til at finna uppá men eisini evnini til at gera hugskot til veruleika. At Høvdavirkið í Lorvík gjørdist ársins virki er eitt plettskot. Tað vísir ikki bert, at hesi góðu fólk hava havt dirvi og treiskni til at fáa tað at bera til. Tað vísir eisini, at tey hava megnað at liva upp til tíðarandan, sum m.a. er at fáa sum mest burtur úr allari rávøruni. At troyta tilfeingið skilagott. At hava bygt upp vinnu, sum ger dýra útflutningsvøru burtur úr fiskahøvdum, ið fyrr vóru tveitt burt ella brúkt til bíliga djóraføði, er einki minni enn eitt bragd. Væl vitandi, at nógvir aðrir eisini hava gingið undan at brúka sum mest av fiskinum, so er hetta stigið at turka høvdini og útflyta tey til Afrika, nakað heilt serligt. Tí ikki bert brúkar tú avlopið frá fiskaframleiðslu, tú brúkar eisini avlopshita frá grannanum til framleiðsluna. Eisini umhvørvi fær sín ágóða. Harvið troytir tú tilfeingið á skynsamasta hátt. Tit vunnu tí tit brúka høvdið. Tillukku.
Heiðurin fyri serligt átak varð latið Fariga, sum herfyri tók tað heldur óvanliga men eisini djarva stigið at fara undir fiskaframleiðslu í einum av baltisku londunum. Hetta er so partur av alheimgerðini, og hvussu gjarna vit vilja tað ella ikki, so eru eisini vit noydd til at fylgja hesi gongd. Hetta er so eisini í tráð við tað formaðurin fyri Dansk Industri segði í sínum fyrilestri: at henda gongdin kann eisini hava nógvar fyrimunir fyri heimaídnaðin. Tí við at fara út í heim við framleiðslu leggur tú í veruleikanum eisini nakað eftir heima hjá tær sjálvum. Latið okkum vera við og lat okkum gera tað miðvíst. Vinnuhúsið eigur rós uppiborið fyri gott tiltak. Tillukku til kovboy fólkini fyri dygdargott filmsarbeiði.
Sosialurin