Oddvald gjørdist sjúkur fyri longu nógvum árum síðan. Hann var í Danmark og fekk sær læknaliga hjálp, har hann var lagdur undir skurð. Hann kom seg skjótt aftur og tók sítt yrki uppaftur, sum var á sjónum.
Kom at kenna Oddvald í Grønlandi, har hann sum mangir aðrir góðir føroyingar, førdi rækjutrolara. Oddvald førdi rækjutrolarin 'Natsek'. Hetta var um tað mundið, tá grønlendingar fingu sínar egnu rækjutrolarar.
Minnist kappingina sum var millum skipini. Skal bert nevna teir tríggjar skopuningarnar sum vóru skiparar: Oddvald við Natsek, Arthur við M. Rakel og Jens Ingolf við Kiporkak.Har vórðu eisini aðrir rokskiparar við øðrum skipum.
Hóast eina harða kapping, var samarbeiðið ímillum bátarnar fyrimyndarliga gott. Var ein bátur frystur í ísinum, varð hálað og siglt beinanvegin til hjálpar - um so rokfiskarí var.
Minnist tá tað leið út á várið, og ísurin viknaði. Tá plagdi Oddvald at koma niður til mín, spentur sum eitt barn!” Meistarin, vit skulu verða fyrstir í eystur/vestur kantin”. Slapp man har, var bara at koyra trolið í sjógvin, so var fult.
Minnist eisini eina heimferð við flogfari, hvar vit vórðu veðurfastir í
Narsassuaq. Á hesi sokallaðu liggingarferð, var millum gestirnar táverðandi grønlandsministarin Tom Højen. - Oddvald kom í prát við hendan mannin, og
fortaldi um rækjufiskiskapin, og hvussu havið rundan um Grønland háttaði sær tær
fýra árstíðirnar. Ráðharrin sat sum í andakt og lýddi á! Tá Oddvald var liðugur at siga frá, sigur Tom Højen.”Du er en meget interesant person, kaptajn Juul. Det var som at læse en spændede bog.” Minastarin hevði jú bara hoyrt søguna um rækjufiskiskapin á einum akademiskun støði.
Oddvald spardi ongan umborð, og minst seg sjálvan. Hann plagdi at siga: ”tað stendur ikki á avrokningini, at skiparin er fittur.”
Sum prestur segði á kórsgáttini. Sjógvurin var alt hjá Oddvaldi.- Minnist, tá vit komu heim. Ikki gingu nógvir dagar, so ringdi hann. ”Eg komi til Miðvágs á beding ella at gera onkra umvæling á Harðabergi, vælsignaður kom og hjálp mær.”’ Tá var hann longu klárur at rógva út.
Eftir at Oddvald gavst við grønlendska trolaranum, fór han at føra 'Hviltenni', sum Kjartan í Lorvík átti. Oddvald og Kjartan arbeiddu saman líka til Oddvald gavst at sigla. Ta seinastu tíðina, sum sjómaður, førdi hann trolbátin 'Norð Leiv'. Veit
frá Oddvaldi sjálvum, at hann treivst væl í tí samarbeiðinum, tí hugburðurin hjá Oddvaldi og Kjartani var og er at 'tað skal ganga'.
Odvald kundi verða sera skemtingarsamur og hittinorðaður. Men hann kundi sanniliga eisini verða álvarsamur. Verið noyddur at citera Jákup prest enn einaferð, sum segði at Oddvald var eitt stórt menniskja, bæði so og so. Og har kunnu vit, sum kendu Oddvald verða púra samd. Oddvald var ógvuliga góður við síni nærmastu. Hann tosaði nógv um síni børn, sum tá vóru smá. Tíbetur upplivdi hann øll trý at vaksa upp og fáa útbúgving og arbeiði.
Hansa góða, tit hava mist ein góðan mann og pápa. Orð eru so fátøk í hesum høvi. Mítt ynski til tykkara er, at Harrin má styrkja tykkum nú og í framtíðini.
Vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Oddvald.
Elian










