Skal ein stutt samanfatað niðurstøða av samrøðuni gerast, so má tíverri staðfestast, at vit í Føroyskum eru langt aftan fyri Norðurlond, tá talan er um psykiatri sum heild. Hetta er galdandi fyri lóggávuna, viðgerðina og fyri bústaðarviðurskiftini. Tað tykist, sum at vit eru tey einastu í Norðurlondum, sum framvegis hospitalisera pyskiatriskar sjúklingar. Hesir sjúklingar búgva í alt ov stóran mun á sjúkrahúsi. Hetta er spell og áttu myndugleikarnir at gjørt nógv meira fyri at útvega hesum fólkum bústað úti í samfelagnum.
Annað, sum gekk fram av sendingini, er, at vit í Føroym liva undir einari lóg um psykisk sjúk frá trýatiárinum, meðan ein eitt nú í Danmark hevur fingið nýggja lóggávu, ið verður endurskoðað við føstum millumbilum. Í øðrum londum verður nógv gjørt til tess at tryggja rættindini hjá sjúklingunum, soleiðis at teir fáa eina mannsømiliga tilveru. Her hjá okkum tykist tó alt stranda uppá trótandi játtan. Tað eru heilt einfalt ikki pengar til tess at gera nakað álvarsamt við hendan spurningin. Hetta er tíverri heildarmyndin fyri alt heilsuverkið, og støðan bara versnar!
Í somu sending fingu vit eisini at vita, at fleiri álit eru skrivað, men einki hendir. Eingin politiskur vilji er at seta tilmælini í verk. Vit fingu ikki at vita, hví so er, men vit loyva okkum at gita, at fíggjarligu umstøðurnar eru ikki til tess. Tað er ikki politiskur vilji at játta pening til hendan samfelagsbólk. Hetta er mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggjandi sjúklingarættindi, ið eisini eru mannarættindi. Her má vend koma í, tí vit kunnu ikki í einum vælferðarsamfelagið venda ávísum bólkum bakið.
At enda skal vera sagt, at sendingin var bæði hugvekjandi og sera viðkomandi, og maðurin, ið greiddi frá tók fram nøkur viðurskifti, ið myndugleikarnir ikki soleiðis uttan víðari bara kunnu lata fara aftur við borðinum. Tað skal vera okkara vón, at tað nú av álvara verður gjørt nakað við spurningin um psykiatriina í Føroyum. Vit kunnu ikki bíða longur. Til sjónvarpið: tøkk fyri at tit fáa slík viðurskifti fram í ljósið. Hetta er eisini eitt mál fyri miðlarnar sum heild at taka upp, og tá vit nú eru við sjónvarpið, so er hetta eisini evni, sum hevði hóskað seg væl til frálíku sendingina Breddin, sum mánakvøldið eisini á áhugaverdan hátt viðgjørdi spurningin um útlendingar í Føroyum.
Sosialurin