Føroysku fjølmiðlarnir fingu allir at vita, at Stoltenberg skuldi vera við í arbeiðnnum, har gamli kenningurin hjá føroyingum Alfredsson eisini luttekur. Tað, at fólk, ið hava tilknýti til Hvítubók luttaka, hjálpir ikki akkurát uppá trúvirðið, tá tað kemur til at verða óheftur, men nú sá so út til at ein av mest trúverdigu persónunum í heiminum, tá tað kemur til altjóða politikk, nevniliga Stoltenberg, skuldi luttaka. Nú vísir tað seg bara, at Stoltenberg ikki skal luttaka í arbeiðnum allíkavæl, men einki frætta føroysku fjølmiðlarnir um hetta. Er tað tí at Norðuratlantsbólkurin gloymdi lítlu detaljuna um, at Stoltenberg allíkavæl ikki skal verða við í arbeiðnum, ella er hetta ein pínlig søga, ið teir helst vilja tiga burtur?
Ikki er tað Norðuratlantsbólkinum til nakran sóma, at føroysku fjølmiðlarnir ella Føroya fólk einki fingu at vita, fyrr enn spurt varð eftir hesum.
Vónandi lærir onkur av hesum málinum. Stóru armbevegilsini og trongdin til at proklamera søguligheitir kunnu koma okkum í rasshaft. Hvat merkir hetta fyri umdømi føroyinga, tá menn loypa út í orð, at heimspersónligheitir skulu hjálpa sær, tá tað so ikki verður so, tá til stykkis kemur?
Er tað sum ikki einaferð hin parturin sum hevur misskilt okkurt? Tað hava tjóðveldismenn havt fyri vana at siga, tá ikki hevur gingið eftir vild. Er tað Stoltenberg, sum hevur broytt sína støðu ella hevur misskilt okkurt, ella kann tað ótonkiliga hugsast, nevniliga at Torbjørn Jacobsen og samstarvsfelagar hansara eru lopnir framav?
Vit hava fyrr á hesum stað tikið undir við einum samstarvi við grønlendingar, soleiðis at vit eisini í felag kunnu verja okkara rættindini í ríkisfelagsskapinum og vera við til at menna henda felagsskap, har hann kann vera okkum at gagni. Vit søgdu eisini, at tað var óheppið, at hetta samstarvi á fólkatingi verður brúkt í einum valstríði. Hví skuldi hetta hava slíkann skund. Og nú síggja vit eisini, at nettup hetta við at skunda tingini ígjøgnum, hava skapt trupulleikar. Hetta hastverk minnir ikki sørt um hastverkið hjá formanni Tjóðveldisfloksins at fáa fullveldi eftir stuttari tíð.
Norðuratlantshólkurin áttu at sett okkum stevnu í Havn 1. mai. Dagin eftir valið. Tað hevði verið bæði sømiligari, mansligari og skilabetri. Tí tá vísti hann, at eitt komandi samstarv í Norðuratlantshavi er tvørpolitiskt heldur enn sum nú bara at vera ein forlongdur armur hjá Tjóðveldisflokkinum. Vístu tit tol og skil, tá hevði verið sloppið undan hesum ?mistakinum? ella ?misbrúkinum? av einum týðandi persóni. Hetta er ein pínlig og óheppin støða, sum Norðuratlantshavsbólkurin hevur komið bæði sær og okkum í.
Sosialurin.









