Obama tók fyrsta stikkið

Barrack Obama og Mike Huckabee vóru sigursharrarnir og Hillary Clinton og Mitt Romney tapararnir á tí fyrsta uppstillingarvalinum

Obama! Obama! Obama!

 

Viðhaldsfólkini í valhølinum í Des Moines vóru í sjeynda himli, tá tað var vorðið greitt, at Barrack Obama hevði vunnið uppstillingarvalið hjá demokratunum í Iowa. Hetja teirra var eisini fegin.

 

-Takk Iowa! Tey søgdu, at hesin dagurin fór ongantíð at koma. Tey søgdu, at vit høvdu sett okkum ov stór mál. Tey søgdu, at hetta landið er ov spjatt og ørkymlað til at ganga saman um eitt felags mál. Men hesa januarnáttina, sum fær týdning fyri okkara søgu, hava tit gjørt tað, sum tey atfinningarsomu søgdu vera ómøguligt, segði Barrack Obama, áðrenn rómurin í salinum doyvdi rødd hansara. So helt hann fram:

 

-Tit hava gjørt tað, sum New Hampshire kann gera um fimm dagar. Tit hava gjørt tað, sum Amerika kann gera í tí nýggja árinum 2008, segði hann og varð stórliga fagnaður.

 

 

Greiðir sigrar

 

Sigurin hjá Barrack Obama í Iowa var størri, enn meiningakanningarnar høvdu sagt. Við 37,5 prosentum av teimum demokratisku atskøðunum var hann klárt framman fyri kappingarneytarnar Johyn Edwards og Hillary Clinton, ið fingu ávikavist 30 og 29,5 prosent. Hini demokratisku valevnini fingu fáar atkvøður, og Chris Dodd kunngjørdi í morgun, at hann tekur segt burtur úr kappingini.

 

Hjá republikanarunum var valsigurin hjá Mike Huckabee uppaftur greiðari enn tann hjá Obama. Hann fekk 34 prosent av teimum republikonsku atkvøðunum, meðan hansara harðasti kappingarneyti, Mitt Romney, fekk 25 prosent. Hini bæði republikonsku valevnini, John McCain og Fred Thompson, fingu ávikavist 14 og 13 prosent.

 

-Í kvøld hevur fólkið í Iowa tikið støðu, og teirra støða er greið. Tey vilja hava broyting. Tað byrjar her, men tað endar ikki her. Tað heldur fram ígjøgnum hinar statirnar og endar ikki fyrr enn í 1600 Pennsylvania Avenue, segði Mike Huckabee í sínar takkarrøðu og sipaði til adressuna hjá Hvítu Húsunum í Washington.

 

Mike Huckabee er baptistaprestur og fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas, og í valstríðnum hevur hann serliga lagt dent á sína kristnu trúgv og ta kristnu siðalæruna.

 

 

So New Hampshire

 

Um fimm dagar verður uppstillingarval í New Hampshire, og spurningurin er, um Obama og Huckabee kunnu endurtaka sigurin har. Eygleiðarar vísa á, at teir báðir statirnir eru sera ólíkir, og at tað er eisini galdandi fyri áhugamálini hjá fólkinum.

 

Tann størsta avbjóðingin hjá Mike Huckabee verður at fáa atkvøður frá veljarum uttan fyri tað kristiliga umhvørvið, tí átrúnaðurin hevur ikki tann sama stóra leiklutin í New Hampshire asum í Iowa. Megnar hann ikki tað, kann tað lættliga henda, at sigurin hjá republikanarunum í New Hampshire fer til John McCain ella Mitt Romney.

 

Tann størsta avbjóðingin hjá Barrack Obama í New Hampshire verður at endurtaka sigurin á Hillary Clinton. Tí sjálvt um ósigurin í Iowa var eitt veruligt bakkast fyri hana, tóktist hon til dystin fús, tá hon takkaði sínum veljarum í Des Moines í nátt, og teir fagnaðu eisini henni.

 

-Túsund takk! Hendan eldhugin skulu vit taka við okkum beinleiðis til New Hampshire í kvøld. Hetta er ein stórur dagur hjá demokratum. Vit hava sett met í valluttøku her í Iowa, og tað boðar frá góðum. Tí í kvøld senda vit eini greið boð: Vit vilja hava broyting, og broytingin er, at vit vilja hava ein demokratiskan forseta í Hvítu Húsini í 2009, segði Hillary Clinton og ynskti Barrack Obama tillukku við sigrnum.

 

 

Stríðsfús Hillary

 

-Vit hava gjørt greitt, at Amerika tørvar eina nýggja byrjan, og eg eri so væl fyrireikað, sum til ber eftir hesa ógloymandi tíðina í Iowa, sum byrjaði fyri langari tíð síðani, segði Hillary Clinton í takkarrøðuni í gjárkvøldið.

 

Eygleiðarar siga, at hjá Hillary Clinton ræður um at leggja ósigurin í Iowa aftur um bak sum skjótast. Tað er heldur einki at ivast í, at hon fer undir endaspurtin í New Hampshire beinanvegin, og at hon fer at royna at sannføra veljararnar um, at hon er tað einasta valevnið, sum hevur tær neyðugu royndirnar til at leiða USA frá fyrsta degi í Hvítu Húsunum.

 

-Hvussu vit skulu vinna í novembur? Jú, við at tilnevna eitt valevni, sum er búgvin til allar uppgávurnar, og sum verður tann besti forsetin longu frá fyrsta degi. Ta kappingina eri eg til reiðar at taka upp, segði Hillary Clinton, áðrenn hon fór av pallinum í Des Moines.