Alt hetta er ein náttúrligur útviklingur fyri eina fyritøku sum okkara. Er tað onkur, ið heldur, at vit fáa ikki nokk, vilja fevna um alt og eiga alt, ja entá stýra øllum miðlunum í landinum, so er tað ikki ætlanin. Ætlanin er at yvirliva við at menna seg.
Miðlaheimurin er nógv broyttur. Fyrr var eitt blað eitt blað og so heldur ikki meira. Men tøkni og samskifti eru so nógv broytt, at fylgir tú sum blað ikki við og tekur til tín nýggju møguleikarnar og avbjóðingarnar, kanst tú gerast eftirbátur, og í ringasta føri líða blaðdeyðan.
Vit øll hava stríðst fyri at halda lív í og menna Sosialin. Tað hevur kravt vilja, hegni, dirvi og treiskni. Og tað hevur givið úrslit. Men vit mugu ikki steðga á fyri tað. Tú mást alla tíðina fyrihalda teg til nýggju avbjóðingarnar.
Radio ella útvarp er ein teirra. Longu tá vit fluttu í Vágsbotn fingu vit konsessión til at senda radio. Men vit hava eisini í okkara skjaldramerki at vera varin og fyrireika okkum væl. Tí skuldu tað eisini ganga meira enn tvey ár, til vit mettu okkum tilreiðar at taka hetta stig fult út. Og úrslitið síggja/hoyra vit í dag. Meðan stovuhæddin í Miðlahúsinum umframt til umsiting er til nógva spennandi virksemið við kjaki, upplýsing og mentanarlig tiltøkum, er 1. hæddin arbeiðsplássið hjá journalistum, fotografum og tekniska starvsfólkinum, ið gera blað og tilfar til internetið hvønn dag. Fara vit so víðari upp á ovastu rók, Miðlaloftið, so er har nú studio til radio. Eitt sjáldsamt men spennandi stað, har vit vóna at kunna seta dagsskránna í føroyska miðlaheiminum um ikki hvønn dag so oftani.
Rás2 Radio hjá Miðlavarpinum verður ikki ein havnarrás. Fyri at forða tí hava vit keypt Pegasus í Klaksvík, ið fer at senda saman við studionum í Vágsbotni. Og haraftrat hava vit gjørt íløgur í eina rullandi redaktión, har Stavnur, Snoddi og Snar allir fara at tryggja, at øll tit, sum búleikast úti kring landið, fara at kenna tykkum sum part av okkara samlaða miðlakonsepti, ið byggir á synergiir og á, at journalistar kunnu fáa spennandi avbjóðingar og kunnu arbeiða við fleiri miðlum. Vit fara at gera okkara besta til, at innihaldið verður gott og fjølbroytt.
Men einki radio uttan góð fólk. Eisini tað er hugsað um. Vælkomin til nýggju fólkini og góða eydnu øll somul, starvsfólk sum alt Føroya fólk við hesi spildurnýggju miðlaætlan.
Sosialurin