Ein hending, sum ikki bert verður væl móttikin í heimlandinum, men sum uttan iva fer at skapa enn størri áhuga kring allan heim fyri tí vakra og listarliga fótbóltsspælinum, sum nettupp Brasilia hevur megnað at framleiða og menna. Hóast mangir føroyingar settu sína vón til, at týska fótbóltsmaskinan fór at vinna, tí hetta vildi givið okkum ein ókeypis ferðaseðil til at spæla móti heimsmeistarunum í oktober, so mundi tað kortini frøða mangt fótbóltshjartað, at tað nettupp var tað flotta og fima fótbóltsspælið, ið vann, tá avtornaði. Brasilia stendur fyri nøkrum av tí besta fótbóltsspælinum, sum finst, og tí var tað gott fyri fótbóltin, at landið vann HM.
Fyri okkum føroyingar hevur hetta HM serstakan týdning, tí vit frammanundan eru komin í bólk saman við øðrum finalistinum, Týsklandi, í undanspælinum til EM í fótbólti. Sjálvandi hevði tað verið eitt plettskot at skula møtt einum nýbakaðum heimsmeistara í EM-undankappingini. Men at vit kortini skulu møta varaheimsmeistarunum úr Týsklandi, sum eisini eigur trý HM-heiti í sínum skjøldri er so avgjørt ein stórhending, ið ikki kann metast við nakra aðra í okkara ungu altjóða fótbóltssøgu. Og tað er greitt, at hóast øll hagtøl og allur logikkur sigur okkum, at vit kunnu fáa stórtap í slíkum dysti, so livir alla tíðina vónin um at kunna skapa eina Senegalesiska sensatión, sum tá hetta liðið vann á heimsmeistarunum úr Fraklandi. Ella vit kunnu endurtaka sigurin á Eysturríki, sum vakti miklan ans í fótbótlsheiminum. Men um so er at vit skulu hava vón um eitt heiðurligt úrslit móti Týsklandi um tríggjar mánaðir, so má okkara landslið skjótast tilber fara undir intensiva venjing. Sum áður nevnt á hesum stað halda vit tað hevði verið rætt, um landið setti pengar av til slíka venjing, soleiðis at vit vóru 100% fyrireikaðir til henda okkara aldarinnar dyst.
Ein onnur stórhending, ið fór fram í vikuskiftinum, og sum hevur meira beinleiðis týdning fyri okkum, var tá nýggja og stásiliga mentanarhúsið í Fuglafirði varð tikið í nýtslu. Hugaligt at síggja, hvussu nógvir fuglfirðingar vórðu savnaðir at heiðra húsið, tá tað varð alment tikið í nýtslu fríggjakvøldið. Eins og fótbólturin hevur nógv at siga fyri mong av okkum, so hevur mentanin tað so sanniliga eisini fyri mong onnur. Við nýggja mentanarhúsinum hevur ikki bert Fuglafjørður fingið eitt tignarligt og anvendeligt forum men øll Eyturoyggin og Føroya land. Nú er bara at vóna, at øll búpláss í oynni kenna hetta hús sum sítt og fara at brúka tað. Gott í tykkum í Fuglafirði, sum hava fingið hetta megnar hús upp at standa. Tit hava her skapt ein karm til allar eysturoyingar at brúka fyri ikki at tosa um allar føroyingar. Við tunlunum verður mentanarhúsið í Fuglafirði skjótt eitt hús fyri bæði norðingar og vágafólk eisini.
Seinasta vikuskiftið fer at verða eitt av teimum minniligu, tí tað var tá, at Fuglfirðingar fingu sítt mentanarhús og fótbóltsheimurin fekk sín ynskiheimsmeistara, Brasil. Jú bæði Fuglafjøður og Brasilia vunnu týðandi sigrar seinasta vikuskiftið. Tillukku.
Sosialurin
Sosialurin