fyri frammanundan. Læknin í økinum var sera stúrin fyri, hvat kundi henda í teimum smærru bygdunum í økinum, um øll blivu sjúk í senn. Her hevði gingið ein ring influensa, og nógv vóru framvegis illa fyri [...] neti leiddur í ”felluna”. Tað var annars ein dani, sum búði í Narssak, sum legði Jørgeni og Niclasi lag á, og sum royndir fiskimenn komu teir jú skjótt eftir at bera kunnskapin víðari. Í fleiri ár var [...] i Frá síni tíð í Grønlandi hevði Niclas nógv at greiða frá. Hann upplivdi eina ferð, at hann mitt á einum útróðrartúri var í ikki færri enn tveimum brúðleypum. Forsøgan er, at fyrst í 60-unum gingu meslingar
við í Nepal, aftur. Tá vit hittust seinast, vóru tey hvítari enn ein føroyingur um veturin, tí tey høvdu fjakkað í einar 3 mánaðir í teimum muslimsku londunum í Asia, har tú altíð mást fjala teg í klæðum [...] Kaikoura. Hann er staðið í New Zealandi, ið hevur mest samband við havsins súgdjór. Her koma hvørt ár teir stóru avgustarnir framvið og halda viðhvørt til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl [...] einum báti í ánni, og sleptur upp á áarbakkan. Síðani mátti tú stríða teg niðan aftur eftir tí brøttu gøtuni við havragreyti í knøunum. »5,4,3,2,1 Bungy!« Tá tann fyrsti bólkurin var horvin niður í dýpið,
rætt, fílur líkist so í hvussu er ongum orði í donskum í dag. Men vit skulu ikki tað langt aftur í tíðina fyri at finna fiil ella filsdyr í donskum fyri elefant. Og heilt langt upp í tíðina finna vit fiilsbeen [...] orð, sum er at finna í ymsum formum í øllum germanskum málum. Vit hava tað í formum sum ‘maktarloysi’, ‘maktast’, maktboð og onnur. Vit hava tað í gerandismáli (av allari makt) og í skaldskapi: Tú tekur [...] Týðararnir vóru í 1832 altso ikki í iva um, at tað æt Trónda í hvønnfalli og hvørjumfalli. Og teir hava í hvussu er ikki hildið tað verið nakran feil. Fara vit so eitt sindur longur fram í tíðina, so síggja
lanternu í húna hátt - og so aftur í sving. Soleiðis var hann. Hann kendi seg eitt við havið og umhvørvið og minti ikki sørt um “Gamla mannin og havið” eftir Ernest Hemingway. Døgurðamatur Mortan seldi í mong [...] lógu vit allir 27 mans sum beinagrindir á kappanum í dag, vóru bæði Mortan og Absalon samdir um, einaferð teir báðir greiddu frá hesi ódnarferð í salinum í Kaldbak – og nú er bara Absalon (f. 1939) eftir [...] ella fóru á bygd við mjólkarbátunum. Eisini serskøltar býarins, sum onkur løgin tokki hevur hingið uppi í - líka frá Rubekki, gamla, til Mortan, Mortan hjá Andreasi, sum andaðist herfyri. Ungur við áræði
henda: 25. mars í 1925 høgdi pápi seg illa í beinið við eini øks, og annar leggurin fer í knús. Eingin lækni var á Skálafjørðinum tá, og sum frá leið kom kolbrandur í. Á sjúkrahúsinum í Havn vóru læknarnir [...] gamal í mars 1930. Tíðliga minnist eg, at vit vóru nógv hjá ommu og abba í Vági í Klaksvík. Mamma var nakað sjúk og var ikki arbeiðsfør eina tíð. Eg veit heldur ikki, hvussu úrkoma fekst ta tíðina. Í 1935 [...] við á minningarferðini til Íslands í 2000, sum greitt varð frá í seinasta parti. Tá ið 50 ár vóru liðin síðan hesa vanlukku, skrivaði Símun eina sera áhugaverda grein í Dimmalætting, um hvussu tað var at
verið samlaði jólaaftan í Rituvík hjá tær og mammu. Tú vart uppi til síðsta mann og hugnaði tær óført. Allar tær góðu løturnar saman við tær eru óteljandi og verða borðnar við okkum í minninum so leingi vit [...] vart so ungur í sinninum. Abbabørnini hevði tú ein serligan tokka til, ikki minst til Linn, sum var títt fyrsta abbabarn í 15 ár. Haldi ongantíð eg havi sæð teg so glaðan sum tann dagin í 2008 tá vit komu [...] Hvítanesi í 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta dóttur. Pabba, tú vart ein fyrimynd fyri okkum øll uppá so nógvar mátar. Tú vart sera humoristiskur og sást oftast tað stuttliga í tilveruni.
Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og [...] og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka, tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen [...] frískur. ? Eg veit, at tú legði alt í Harrans hond - hann sum hevði so stóran týdning í tínum lívi, og hann tú so stoltur boðaði gleðiboðskapin um. Eftir at hava verið niðri í 3 mdr. fekst tú at vita, at læknarnir
sum 26 ára gamal at dríva 50 tonsaran Norðlýsið. Vit vóru nógvir ungir dreingir, sum fóru at hamast uppi í hesum so sera fryntliga og skilagóða manni, og fóru fleiri av okkum at rógva út saman við honum. [...] lands; ein fiskiklógv av teimum heilt stóru. Tað var eitt satt upplivilsi at koma út í bátahylin, hvørja ferð ein kom suður í fríviku, og síggja hesa havsins kempu ganga og hjúkla um sín stoltleika: Sjófarið [...] fyri. Anders var frásøgumaður sum fáur, og orðið hevði hann í síni hulu hond. Men nú er tann gleðin eisini horvin, tómligt verður at koma út í bátahylin og vita, at hesin sjógarpur ikki kemur aftur á hesar
abbabørnum. Tey fyrstu árini búðu tey í Fuglafirði, fluttu so út til Gøtu í barnaheimið hjá Mariu, mammu Jóa, og búðu har til tey fluttu í síni egnu hús, sum tey høvdu bygt uppi í Tungu. Lagnan er ikki altíð líka [...] gjøgnum skúlaárini í Gøtu skúla, mentust sum unglingar, fóru til skips, vóru saman við fleiri skipum og bátum, men tað kom eisini fyri, at vit ikki vóru við sama skipi; men vóru vit so heima í senn, vóru vit [...] sum hevur týdning í hesum lívi og ikki minst í ævinleikanum, komu vit eisini at kenna. Hettar, at eiga frið við Gud ígjøgnum Jesusar fullgjørda verk á Golgata. Gudda og Jóa fluttu oman í barnaheim hansara
formaður. Har var hann í mong ár. Seinni yvirtók hann saman við Benjamin Joensen Tog- og Snørisvirkið frá Sámali Thorsteinsyni. Jógvan var uppi í komunupolitikki og var eisini býráðsformaður í Klaksvík. Jógvan [...] trúlovaður við Harriet systir míni. Í 1956 skaffaði hann mær kjans við “Atlantsfarðinum”, sum mamma hansara Anna átti, men um ta tíðina leigaði til Poul Hansen í Havn. Júst í Túni var skipari, og Jógvan sjálvur [...] gongd í “Betesta” frá ungum árum. Hann segði ikki so nógv tey fyrru árini, men tey seinnu árini tók hann orðið av og á og gjørdist annars ein av álitismonnunum í samkomuni. Hann ferðaðist eisini í mong