Hey aftur!
Hesaferð fara tit at hoyra um New Zealand, tað næstan líka so ofta gloymda landið á heimskortinum sum Føroyar.
Vit høvdu glett okkum til at koma avstað úr Australia og byrja at fjakka aftur, og eisini høvdu vit hoyrt, at tað skuldi verið bíligari í New Zealandi, men vit vóru eitt sindur vónbrotin. Prísirnir eru sum heild teir somu, men landslagið var heilt øðrvísi. New Zealand er 1600 km langt og hevur tvær meginoyggjar við nøkrum smærri oyggjum spjøddum runt um. Tilsamans er landið 268.000 km2, ella eitt sindur størri enn Stóra Bretland. Landið er kent fyri sítt ótrúliga uttandura lív s.s. virknar vulkanir, gletsjarir, regnskóg og tað einastandandi djóralívið í havinum rundanum.
Suðuroyggin
Vit flugu inn í Christchurch á Suðuroynni, og longu dagin eftir fóru vit víðari suðureftir. Fyrsti steðgur á skránni var Queenstown, og busstúrurin suður hagar var rímuliga áhugaverdur. Vit koyrdu gjøgnum hetta vanliga grøna landslagi, sum beint nú tó var vorðið gult-brúnt orsaka av vatntroti. Men hóast hetta, so sóu vit allastaðni hesar stóru akrarnar fullar av kritahvítum bollutum seyði. Tað var júst sum at koyra runt í Føroyum, sera heimligt. Vit vistu eisini av, at New Zealand hevur 58 mio. seyðir mótvegis bert 3,5 mió. íbúgvum. Meira enn helvtin av jørðini verður nýtt sum landbúnaðarjørð burturav, men hóast hetta eru m.a. ferðavinnan, framleiðsluvinnan og tryggingar- og fíggingarfyritøkur størri partur á BTÚ ella GDP sum tey kalla tað. Landbúnaðurin í New Zealandi fær ongan almennan stuðul yvirhøvur, og hetta hevur verið við til at lækka prísirnar á landbúnaðarvørum munandi.
Komin eitt sindur suðureftir, byrjaðu vit at bera eyga við eitt slag av reinsdjórum ella deer, ið eisini gingu runt á innstikaðari jørð, júst sum seyðurin. Vit funnu útav, at hetta var ikki eitt upprunaligt djór í landinum, men var innført úr Australia. Tey høvdu í mong ár verið ein plága fyri ta villu náttúruna har, inntil tey funnu uppá at fáa fatur á teimum og ala tey, tí kjøtið er sera gott. Hetta er nú ein stór útflutningsvøra.
Adrenalin-
høvuðsstaðurin
Tá vit komu til Queenstown, ið eisini verður róptur Adrenalin-høvuðsstaðurin, fóru vit beina leið at finna útav, hvussu eisini vit kundu fáa adrenalinið at pumpa. Møguleikarnir eru sera nógvir. Tað kendasta, og eisini tað vit ætlaðu okkum, er gyrðislop, ella bungy jumping, men eisini kanst tú fara jet boating eftir áunum, river rafting, sum vit jú høvdu roynt, paragliding, skydiving, hanggliding, trekking í fjøllunum ella á gletsjaranum nærhendis, og um veturin kanst tú standa á skíum. Sum skilst, so kanst tú lættliga fáa tíðina at ganga her í nakrar vikur, men so leingi høvdu vit ikki, so vit hildu okkum til tað longi ætlaða gyrðislopið.
Eini tvey trý feløg bjóðaðu seg fram til at lata okkum hoppa, men vit vistu longu hvat vit vildu. Vit høvdu lisið um »The Pipeline« í okkara Lonely Planet bíbliu (guidebókin, allir fjakkarir MUGU eiga) The Pipeline er tað hægsta gyrðislopið í sunnaru hálvkúlu, og var 102 m. høgt, ella uml. longdin á einum fótbóltsvølli. Tað varð avgjørt, og morgunin eftir sótu vit sjey fólk við firvaldum í búkinum í tí lítla jeep?inum á veg niðan. The Pipeline var upprunaliga eitt vatnrør, har tey slúsaðu vatn ígjøgnum, við vón um at finna gull. Hetta hevur helst ikki eydnast so væl, tí rørið varð gjørt til eina brúgv við bungy á í ?96, halda vit.
Tað var sera vakurt at koyra niðan, og bilførarin greiddi frá, um hvussu Heavens Gate og Hells Gate høvdu fingið síni nøvn undir vegabyggingini niðan her. (Fyrra var sera torført at koma ígjøgnum, meðan hin var munandi lættari!)
Vit vóru tvey lið, ið skuldu hoppa, og fyri at gera tað meira spennandi fyri okkum, hildu vit, skuldu hini hoppað fyrst. Tað sá øgiligt út, men tey sóu út til at hugna sær. Onkur slepti einum lítlum skríggi, beint áðrenn tað strammaði um beinini, men tað var so langt niðri, at vit nærum ikki hoyrdu tað. Sjálvt um ein á var niðri undir, so rørdi tú ikki við vatnskorpuna, tá tú hoppaði. Tað var tað ov grunt til. Tá tú langt um langi steðgaði við at sveiggja, vart tú spakuliga fangaður av einum báti í ánni, og sleptur upp á áarbakkan. Síðani mátti tú stríða teg niðan aftur eftir tí brøttu gøtuni við havragreyti í knøunum.
»5,4,3,2,1 Bungy!«
Tá tann fyrsti bólkurin var horvin niður í dýpið, byrjaðu vit. Eini fýra hoppaðu, áðrenn maðurin bað Hallu koma og seta seg í stólin og fáa beinini fast-spent. Tað var eisini í lagi; smíla til video-upptøkutólið uppi yvir og vinka til tað á síðuni, og so spakuliga hoppa út móti kantinum. IKKI hyggja niður, men beint yvir móti trøunum á hinari síðuni. Teir spurdu um hon var til reiðar, men áðrenn hon fekk svarað, byrjaðu teir at telja. »5, 4, 3, 2, 1 bungy!«, men Halla stóð enn har. O.K., teir taldu umaftur, men heldur ikki hesaferð hendi nakað. Tað var tó líka við nakrar ferðir, men trupulleikin var, at hendurnar ? hvítir knúgvar nú ? vildu ikki sleppa gyrðingini aftanfyri. Har var onki at gera, mátti seta seg niður og bakka innaftur. Teir vóru sera fittir, hjálparfólkini, og søgdu, at tað merkti bert, at har var eitt sindur av skili innanfyri, tí tað VAR rætt at vera bangin. Ikki er tað natúrligt at kasta sín verjuleysa kropp út av 102 m., og teir bóðu hana hugsa eitt sindur um tað, og kanska royna aftur um eina løtu. Men kenslan at standa har! Tað var als ikki neyðugt at hoppa! Adrenalinið pumpaði sum ongantíð fyrr, og knø og hendur, alt ristist. Síðani hoppi tann næsti, og so bóðu teir John koma. Hann fór við einum stóru smíli, fekk handklæði um beinini, og 5, 4, 3, 2, 1 bungy, og hann kastaði seg útav. Júst í tí beinini sleptu fótafestinum, hugsaði hann, hvat í allari víðu verð tað var, hann gjørdi, men so var tað bara frítt fall í eini 4-5 sekund, har áin kom drønandi upp ímóti honum. So byrjaði hann knappliga at fara uppeftir aftur, og gyrðið hevði strammað Hetta helt fram eina lítla løtu, so var báturin undir honum, og hann varð spakuliga sleptur niður í bátin og settur upp á land. Uppi á brúnni stóð Halla enn og ivaðist, men so kom ein nýggjur bólkur og byrjaði at hoppa, og so var tað líkasum avgjørt. Tá John var komin niðan aftur, hildu vit so leiðina aftur til Queenstown. Eitt sindur keðiligt var tað, at Halla ikki hoppaði, men gott er. Kanska eina aðru ferð. Aftan á hugsaðu vit um, at vit áttu at havt hoppað saman. So hevði John hoppað, og Halla hevði bara verið noydd at fylgt við. Tað fingu vit tó høvi til seinni.
Millum hvalir og
delfinir í Kaikoura
John kendi seg ikki so væl aftan á lopið, og hann legðist við fepri. (Hetta var tó longu áleiðis áðrenn). Ímeðan fann Halla útav, hvussu vit komu víðari og hvagar vit skuldu fara, og fekk bílagt pláss við bussum á gistingarhúsum og við ferguni yvir um til Norðuroynna. Longu dagin eftir hildu vit so víðari, eftir at hava hugt eitt sindur at Queenstown. Ein sera vakur býur. Bert 2500 íbúgvar, men eg veit ikki hvussu nógv ferðafólk.
Vit komu aftur til Christchurch um kvøldið, og morgunin eftir komu vit til býin Kaikoura. Hann er staðið í New Zealandi, ið hevur mest samband við havsins súgdjór. Her koma hvørt ár teir stóru avgustarnir framvið og halda viðhvørt til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl fyri, at heili 35 sløg av havsúgdjórum eru sædd í havinum uttanfyri, og vit hava bert 76 í heiminum. Hetta eru mest hvalir og delfinir, men eisini pingvinir eru sera vanligar, saman við ymiskum sløgum av kópi.
Vit fóru við einum av hesum skjóttgangandi katamaranunum, ið rullaði sera illa. Vit høvdu tó ikki siglt leingi, tá skiparin boðaði frá, at vit høvdu funnið okkara fyrsta hval. Vit steðgaðu so og lógu og hugdu eina løtu, men tað var ikki tað stóra, tú sært. Tað er ikki fyrr enn hann kavar, at tú fært eina hóming av, hvussu stórir teir í veruleikanum eru. Tá reisist sveivurin upp úr og hvørvur hábærisliga í dýpið. Hesin ætlaði sær tó ongan veg, segði skiparin, tí hann svav! Vit máttu sigla til tveir aðrar, áðrenn vit funnu ein, ið ætlaði sær at kava. Vit bíðaðu eina løtu, og so andaði hann inn fyri seinastu ferð í einar 45 min. og kavaði. Myndatólini kliktu allastaðni og vit gloymdu næst-an at hyggja av ovfarni. Hetta var ein avgustur og teir gerast upp til 20 metrar langir og teir tyngstu hannarnir viga upp til 50 tons. Bæði kynini liva í eini 70 ár, júst sum vit menniskju.
Aftan á at hava sæð nakrar afturat av hesum stóru hvalum, har ímillum tann størsta, tey vita um í økinum, sigldu vit nærri landi, og tá upplivdu vit nakað, vit altíð fara at minnast. Vit sigldu inn í ein bólk av delfinum, ið so fylgdu bátinum. Tær vóru nógv meira áhugaverdar enn hvalirnir. Tær svumu frammi við stavninum, og kastaðu seg upp eftir síðuni og hoppaðu uppúr.
Ein lítil bleiv við at hoppa høgt upp úr vatninum og gera saltomortalir trillrunt í leysari luft, minst 1,5 m. upp úr vatninum. Tað var heilt ótrúligt at síggja.
Hittu gamlar vinir
Vit fóru víðari norðureftir, og steðgaðu ein hálvan dag í høvuðsstaðnum, Wellington. Har høvdu vit avtalað at hitta tað new zealendska parið, Debru og Martin, sum vit høvdu raftað saman við í Nepal, aftur. Tá vit hittust seinast, vóru tey hvítari enn ein føroyingur um veturin, tí tey høvdu fjakkað í einar 3 mánaðir í teimum muslimsku londunum í Asia, har tú altíð mást fjala teg í klæðum. Vit mundu tí næstan ikki kent tey aftur, nú tey vórðu vorðin brún av tí lýggja summarinum. Vit høvdu ein hugnaligan dag saman, har tey vístu okkum ymiskt áhugavert í býnum. Millum alt tað forvitnisliga, dámdi okkum best spákitúrin á keiini. Hetta var orsakað av at ein hópur av árabátum lógu og vandu til eina rógvistevnu, ið skuldi verða í vikuskiftinum. Rómurin var sum á ólavsøku, og vit fingu ein lítlan klump í hálsin, haldi eg. Bátarnir vóru mannaðir við bæði konufólki og mannfólki, og hetta var tí, at teir hvør umboðaðu eitt arbeiðspláss ella fyritøku. Vit fingu ikki heilt við, hvat endamálið við stevnuni var, men vit hildu hugskotið vera sera gott.
Svávulbýurin ? boblandi runudíki og
heitar goskeldur
Úr høvuðsstaðnum fóru vit víðari norður til Rotoroa, størsta ferðafólkamálið í Norðuroynni, um ikki øllum landinum. Býurin hevur fingið eyknevnið Sulphur City, ella Svávulbýurin, orsakað av tí sermerkta royki, ið er allastaðni. Økið hevur størsta »energetic thermal activity«, ella varmaelvda virksemi, í landinum. Brúsandi heitar keldur, boblandi runudíki og froysandi goseldar eru spjadd um alt økið, og úr øllum veitum og ristum á vegnum rýkur spakuliga. Tað er sum at ganga í eini dreymaverð, tí tað kennist so óveruligt. Lukturin av rotnum eggi er sterkur, men eftir nøkrum tímum leggur tú næstan ikki merki til hann longur.
Vit fóru við einum lítlum ferðalagi út at uppliva hesi løgnu fyribrigdi »up close«. Túrurin byrjaði við, at vit sóu nøkur stór runudíki. Tað sá akkurát út sum í filmunum: grá, tjúkk runa, sum boblaði og spruttaði og stinkaði. Sera áhugavert at síggja. Víðari fóru vit til tað sokallaða Thermal Wonderlands. Har vóru gosop í øllum støddum og sløgum og í øllum litum. Mest ein gulligur litur orsakað av svávulinum, men onkuntíð fór tað heilt yvir í ljósagrønt. Har var nógv at síggja, men roykurin var øgiligur, og onkuntíð smakkaðu vit hann ordiliga. Tá var bara at halda ondini og skunda sær víðari. Vit sóu eisini eina goskeldu, sum goysti vatnið einar 15-20 metrar upp í loft. Fyrst mátti umsjónarmaðurin tó oysa 1,5 kg av Sunlight sápu í hann, fyri at eggja honum til at goysa. Hetta var gjørt bæði fyri at ferðafólkini skuldu hava møguleikan at uppliva hetta sermerkta, men eisini fyri at loysa trýstið, so at goskeldan ikki sprongdi seg sjálva í luftina. Tá sápan var horvin niðurí, byrjaði tað spakuliga at bobla, og so við og við kom meira og meira vatn+sápa uppúr, og knappliga stóð ein tjúkk strála av vatni upp í luftina. Hetta vardi einar 4-5 min., og fyri einaferð skyld var tann kvalandi rotið-egg-lukturin trongdur burtur og nú luktaði so deiliga reint av sápu!
Nógv annað spennandi var at síggja og uppliva í Rotoroa, og vit sóu eitt sindur meira til hetta, men hildu so leiðina víðari til býin Tauranga, har vit høvdu eitt sera forvitnisligt møti við ein annan føroying.
Umborð á Salku Valku
Vit vistu frammanundan, at havnarmaðurin Símun Askam var búsitandi í Tauranga, og vit høvdu avgjørt at støkka inn á gólvið, sum so mangir fjakkarar undan okkum. Tann ótrúligi blíðskapur, ið møtti okkum, var tó heilt óvæntaður, men sera kærkomin. Vit steðgaðu í 3 dagar og tann eina dagin fóru vit ein túr oman á keiina, har vit funnu bátin Salku Valku. Navnið tóktist kent, og tað var sanniliga eisini ein føroyskur bátur. Ungi skiparin Durita var umborð saman við bert 8 vikur gomlu dóttir síni, og var hon sera bilsin um at fáa vitjan. Vit settu okkum upp á dekkið í góðveðrinum og prátið gekk lívliga. Hon greiddi okkum frá um ótrúligu og spennandi ferð sína tvørtur um Atlantshavið, gjøgnum Panama veitina og síðani um allar tær spennandi Stillahavs oyggjarnar, tey høvdu vitjað. Nú lá hon so her í New Zealandi og bíðaði, meðan tær ræðuligu Stillahavs orkanirnar herjaðu. Á vegnum hevði hon hitt ein fittan norðmann, ið eisini sigldi somu leið við sínum skipi, og kærleikin blómaði. Úrslitið gjørdist ein nýggjur heimsborgari, ið kemur at liva sítt fyrsta hálvtannað ár sum sjómaður. Durita greiddi frá, at hon hevði havt nógvar føroyingar við sum manning, og tað var tað, henni dámdi best. Hon hevði ikki funnið manning til tann víðari túrin enn og hevði fegin viljað havt onkran við úr Føroyum. Tað er hervið sagt. Durita hevur gjørt nakrar sjónvarpssendingar um ferð sína, og tær fara vit vónandi skjótt at síggja.
Eitt stórt vónbrot
Nú var tíð okkara í New Zealandi um at renna undan, og vit søgdu farvæl og takk við Sue og Símun. Vit komu norður til Auckland, har vit skuldu flúgva víðari frá, men fyrst gjørdu vit eitt lítið rend norður til tað tiltikna vakra økið Bay of Islands. Upplivingin við delfinunum hevði gjørt, at vit høvdu fingið hug at royna tað sum allir fjakkararnir tosaðu um; at svimja við delfinunum. Hetta gjørdu tey har norðuri, so samstundis sum vit sóu tað vakra landslagið kundu vit uppliva hesi klóku og fittu djór einaferð enn. Hildu vit.
Morgunin var ógvuliga myrkur og tað hevði hug at regna, men vit hildu tó avstað við góðum treysti í bátinum. Skiparin greiddi frá, at delfinirnar eru vill djór, og møguligt var bert at svimja við teimum, tá TÆR høvdu hug at spæla. Har vóru sera nógv »um-nú?« sum so førdu við sær, at vit IKKI kundu svimja, men vit vildu ikki hoyra um tað. Vit gleddu okkum til at hitta tær aftur, men vit gjørdust SERA vónsvikin. Tað var so óheppið, at júst henda dag vóru ongir delfinbólkar at finna. Skiparin segði, at tað saktans kundi koma fyri, men at vit so sluppu túrin um aftur, tá vit vildu. Hesum tilboði kundu vit tó ikki heysta ágóðan av, tí vit skuldu aftur til Auckland sama seinnapart, og flúgva til Fiji-oyggjarnar dagin eftir. Vit fingu tó hendan tilgóðarseðil, um vit nakrantíð koma aftur hagar.
So løgið kann
tað verða?
Hýrurin var ikki serliga góður í bussinum suður eftir aftur, og vit løgdu næstan ikki merki til tað vakra landslagið. Vit koyrdu framvið teimum risastóru og flottu kauri-trøunum, og hesi trø eru ógvuliga sjáldsom. Tey gerast upp í 30 metrar høg og 2000 ára gomul. Hesi trø vórðu nærum útruddað orsakað av tí sera góða viðinum, men nøkur eru tó eftir. Tað hjálpti heldur ikki upp á støðuna, at tey ikki gerast kynsbúgvin ? um tað kann sigast um trø ? fyrr enn tey eru 1500 ár!
Okkara alt ov stutti steðgur í New Zealandi var at enda komin. Vit komu aftur til Auckland, har vit skuldu sova í eina nátt, fyri síðani at fara við flogfarinum til Fiji. Áðrenn vit komu so langt, hendi tó nakað sera løgið. Vit høvdu funnið okkum eitt vallaraheim nær við bussstøðina, og tá vit høvdu fingið okkara kamar, fóru vit niður undir aftur, og tá sita knappliga tvey sera kend andlit har í sofuni. Tað var tað enska parið, Samantha og Ben, ið vit fyrst hittu í Thailandi, fyri hvat tóktist okkum 100 árum síðani, og sum vit eisini høvdu hitt aftur í Australia av tilvild. Tey hava fjakkað sama teinin sum vit, og um nøkulunda somu tíð. Tey vóru nú júst komin til New Zealand, men skuldu aftaná eisini til Fiji, júst sum vit. Vit høvdu eitt sera hugnaligt kvøld við práti um »farnar dagar« í Thailandi og Australia, og morgunin eftir søgdu vit IKKI farvæl, men sum royndirnar høvdu lært okkum: »Vit síggjast«.