Niclas: Tá teir blakaðu flekiborðið fyri borð!

Í 2003 hitti eg Niclas Højgaard úr Rituvík á fyrsta túrinum hjá nýggju »Norrønu«. Hann var tá 91 ára gamal, og dugdi so sera væl at greiða frá. Hann doyði stutt eftir, og tað var heppið at fáa hansara søgu

Fór til skips við deyðsiglara
Niclas var føddur í 1912. Tá hann var 14 ára gamal, fór hann sum aðrir dreingir til skips. Hann fór við ”William Martin”, sum pápi hansara Dánjal Petur Højgaard hevði keypt í 1909 úr Hetlandi saman við Sofusi Evensen í Havn. Niclas var við ”William Martin” í ikki færri enn 27 ár. Inn ímillum sigldi hann við trolara, eins og hann fekk sær skiparaprógv og síðani stýrimansprógv. Tey fyrstu fýra árini var ”William Martin” deyðsiglari.
Tá Niclas fór til skips, nýttu teir als ikki flekiborð. Tað var flakt niðri á dekkinum, so menn stóðu boygdir og arbeiddu. Hetta var sjálvsagt sera ringt fyri ryggin. Men tað merkiliga var, at tá tosað var um at fáa flekiborð, var stór mótstøða móti hesum. Tað varð enntá sagt, at flekiborð vórðu blakað fyri borð aftur. Hildið varð, at tað gekk nógv skjótari ”uppá gamla mátan”. Men Jørgen, beiggi Niclasar, hevur greitt frá, at einaferð varð skipað fyri eini kapping millum eitt lið sum flakti á flekiborði, og eitt sum flakti á dekkinum. Eftir hesa kapp­ing var eingin ivi um, at flekiborð var tað besta!
Sjálvt ljós var lítið av. Arbeiðsljósið var antennuljós, sum neyvan hevur gjørt tann stóra munin, og niðri undir var tað petroleumsljós. Seinni fingu skipini karbidljós, sum tó kundu vera sera vandamikil. So tað kann illa hugsast størri munur enn at hava verið við deyðsiglara í 1926 og so skipini nú. Ein maður sum Niclas kundi sigast at hava upplivað alla ta menning sum yvirhøvur hevur verið umborð á einum skipi. Størsta framstig tá hevur motorurin verið, og hann fekk ”William Martin” í 1930. Men hann var nú ikki so stórur. Nevniliga 36 hestar av merkinum Vølund.

Skotin av týskarum undir krígnum
Niclas hevði nógvar royndir á sjónum. Hann sigldi øll krígsárini, har teir eisini fiskaðu undir Íslandi og sigldu til Bretlands at selja veiðina.
Serliga ein av hesum túrum gjørdist minniligur. Teir vóru uppi á Nesgrunninum, norðanfyri Langanes, og veiddu við línu, tá teir vóru álopnir av einum týskum flogfari, sum áhaldandi skeyt eftir teimum. Niclas royndi at skjóta aftur í móti, og tað var um reppið, at hann ikki fekk bast beistinum.
Tá hendi tað óhepna, at ein maður varð raktur niðri í lugarinum. Ein kúla rakti skeilettið og fór niður ígjøgnum, har hon brast og eitt petti av henni rakti ein oyndfirðing meint í ryggin.
Men tá var tað so heppið, at tvey bretsk krígsskip nærk­­að­ust. Hetta gjørdi part­víst tað, at týska flogfarið slapp sær til rým­ing­ar. Men sam­­stundis fingu teir boð­ið sjúkra­­vi­ðgerð til tann skadda. Hann fór umborð á ann­að krígs­­skipið og varð lagd­ur undir skurð innan ein tíma aftaná, at hann var skotin.
Teir fóru so við ”William Martin” inn á Seyðisfjørðin at fáa bráðfeingis umvælingar fyri tann skaða, sum teir høvdu fingið av týsku skotríð­unum. Millum annað var báturin oyðilagdur, og tað var hol ymsastaðni í skrokkinum á skipinum.
Seinni fáa teir at vita, at særdi oyndfirðingurin var innlagdur á sjúkrahús í Reykja­vík. Hann hevði havt eina hendingaríka ferð inn, tí bretska krígs­skipið hevði skotið eitt týskt flogfar niður á veg inn. Oyndfirðingurin var so illa meiddur, at tað gingu eini tvey ár, innan hann kom fyri seg aftur. Men hóast hetta var hann væl sloppin í mun til, hvussu tað kundi havt verið.

Fóru ólógliga inn í Aberdeen
Aftaná lokan túr fara teir niður at selja, og komnir niður móti Aberdeen varnast teir, at tað er ikki eydnast at tetta øll holini frá týska flogfarinum, og skipið er farið at leka. Tískil høvdu teir tørv á at sleppa inn skjótast gjørligt.
Men tað var ikki loyvt at fara inn til Aberdeen uttan loyvi frá einum eftirlitsskipi, sum lá uttanfyri Aberdeen um dagin, men sum fór inn á kvøldið. Tá teir koma inn móti Aberdeen var tað so mikið seint, at eftirlitsskipið er við at fara til lands. Teir royna at fáa fatur á tí, so teir kundu fáa neyðuga loyvið, men hetta eydnaðist ikki. Niclas tók tað avgerð, at teir fóru inn kortini. Hetta var ólógligt, og beinanvegin kemur ein hópur av hermonnum um­borð at kanna hendan óbodna gestin. Men Niclas greiðir frá, hvussu vorið var, og so var sloppið. Teir fingu annars góðan prís fyri fiskin, hóast túrurin var langur av um­røddu orsøk, og fiskurin kanska ikki var tann besti. Men tað var tørvur á mati í Bretlandi, og so máttu teir rinda tað, sum kravdist.

..og so til Grønlands
Niclas var við ”William Martin” fram til 1959, tá ið hann eisini var á sild við henni. Men frá hesum ári kom hans­ara sjólív at vera í Grøn­landi. Jørgen beiggi hans­ara var við einum báti “Sujumut, har teir lærdu ungar grøn­­lend­­ingar at fiska við teimum reið­skap­um, sum vit kenna hjá okkum, sum t.d. línu og silda­­gørn­um. Jørgen bað Niclas koma yvir at vera við í hesi verk­­ætlan. Og hann fór.
Teir komu tó eisini at læra grønlendingar ein fiski­reiðskap, sum als ikki er kendur í Føroyum, nevniliga botngørn. Hetta er ein reið­skapur, sum er eitt slag av eini fellu. Tá toskurin gong­ur fram við landi, verður hann av einum neti leiddur í ”felluna”. Tað var annars ein dani, sum búði í Narssak, sum legði Jørgeni og Niclasi lag á, og sum royndir fiskimenn komu teir jú skjótt eftir at bera kunnskapin víðari.
Í fleiri ár var veiðan við botngørnum ein tann ber­andi hjá grønlendingum inni á firð­unum, men frá og við 1963 kom lítið burtur úr hesum veiðuhátti.

Tvey brúdleyp á einum útróðrartúri
Frá síni tíð í Grønlandi hevði Niclas nógv at greiða frá. Hann upplivdi eina ferð, at hann mitt á einum útróðrar­túri var í ikki færri enn tveimum brúðleypum.
Forsøgan er, at fyrst í 60-unum gingu meslingar uppi í Umanakøkinum. Hetta var sera vandamikið, tí tey flestu av teimum vaksnu høvdu ikki havt meslingar, og tá kundi tað gerast hættisligt at fáa sjúkuna, serliga um viðkomandi ikki var væl fyri frammanundan.
Læknin í økinum var sera stúrin fyri, hvat kundi henda í teimum smærru bygdunum í økinum, um øll blivu sjúk í senn. Her hevði gingið ein ring influensa, og nógv vóru framvegis illa fyri. Fingu tey meslingar kundi roknast við, at nógv teirra ikki hóraðu undan.
Læknin tók tá tað stig, at hann savnaði tey frískastu fólkini í hvørji bygd. Niclas fekk so til uppgávu at føra tey til Umanak, har tey vórðu smittað av meslingum. Hugsanin aftanfyri var, at tá hini í bygdunum gjørdust sjúk, vóru hesi blivin frísk aftur, og kundu so taka sær av teimum, sum seinni gjørdust sjúk.
Aftaná hetta fór Niclas ein útróðrartúr. Hann setti línuna, og sigldi so upp undir land í eini av bygdunum at hvíla seg, til hann kundi fara at draga aftur.
Men hann er ikki meira enn komin til lands, tá verður rópt eftir honum. Tá er tað ”butiksbestýrarin” á staðn­um. Hann skuldi giftast, og ørind­ini vóru at fáa Niclas í brúd­leypið. Her var nógv at fáa, ikki minst av tí váta slagn­um. Men Niclas hevði sett í seg, at hann skuldi bert drekka eina øl, og hon skuldi strekkja so leingi, hann var har.
Teir vildu hava Niclas at dansa brúðardansin, men tað hevði hann ongan hug til. Men knappliga leggur ein hondina á økslina á honum og sigur, at ”nu skal vi danse”. Tá er tað brúðurin, full upp­undir hendur. Sum eitt slag av heiðursgesti kundi Niclas ikki bera seg undan, so har var einki at gera uttan at fara uppá gólvið og svinga brúðrina.
Aftaná nakrar tímar helt Niclas, at nú var tíð at fara, línan skuldi jú dragast aftur.
Men hann er ikki meira enn komin útum, tá taka tveir gestir úr brúdleypinum undir armarnar á honum og fara leiðandi við honum gjøgnum bygdina. Hann ánaði ikki, hvat hetta hevði at týða, tí hann skilti einki av tí, sum varð sagt. Men tá vísti tað seg at vera eitt annað brúdleyp í bygdini eisini. Og hetta brúdleypið skuldi hann eisini í. Men her vísti tað seg, at hann kendi brúðrina og annars eisini fleiri av gestunum, tí hesir vóru millum tey, sum hann hevði ført til Umanak í umrødda meslingaátaki. So Niclas mundi ikki sloppið avstað aftur, og her slapp hann heldur ikki undan at dansa við brúðrini. Tá hann út móti morgni fór avstað, fylgdi alt brúdleypsfólkið honum oman á støðna, hagani hann eftir eina langa nátt endiliga kundu sleppa út at draga línuna aftur. Hetta gjørdist ein rimmar útróðrartúrur, sum ikki varð gloymdur í bræði.

Biðin um ikki at siga upp
Aftaná at hava verið í Grøn­landi í 4 ár gjørdi Niclas av at fara heim og at siga starvið upp. Komin til Danmarkar verður hann av KGH biðin um ikki at siga upp. Hann skuldi nú fara heim og fáa sær feriu, so skuldu teir senda boð eftir honum til aðrar uppgávur.
Tey boðini komu eisini rættiliga skjótt. Nú skuldi hann føra eitt 300 tons frakt- og ferðamannaskip í stranda­sigling í Vestur­grøn­landi, og her skuldi hann sigla út frá Egedesminde, seinni frá Holsteinsborg. Skipið var dupultbotnað, og tí kom tað eisini at føra rættiliga fitt av olju, sum fyrst og fremst kom úr Føroyingahavnini, sum hevði størstu oljugoymslu í Grønlandi tá.
Dekkararnir umborð vóru grønlendingar. Niclas letur sera væl at teimum. Teir vóru raskir og pliktuppfyllandi. Hetta sást eisini av, at teir vóru við í upp til 9 ár.
Rutan hjá teimum gekk aðru hvørja ferð suður eftir strondini og aðru hvørja ferð norðureftir og runt í Disko­víkini. Vanliga tók ein slíkur túrur 11 dagar aftur og fram.
Tað var ein stórur munur á sigling við Grønland og aðra staðni. Har var ísur, sum tað stundum kundi vera nógv av. Tað kravdi eitt serligt hegni at sigla eftir eini ferðaætlan í ísi. Men tað gekk hampiliga væl at halda ferðaætlanina. Tað gekk so mikið væl, at tey vóru nógv, sum heldur vildu ferðast við Niclasi, tá farið varð úr bý í bý heldur enn at líta á tyrluna, har tað kundi gangast skjótt. Men tað kundi eisini taka sera langa tíð, um líkindi ikki vóru.
Annars kundi ísur vera sera lumpisligur. Einaferð fóru teir út frá Egedesminde, og har var púra ísfrítt. Men mestsum við eitt skot kom ísurin, og tá teir vendu aftur 38 tímar seinni var pakkað við ísi inni í Egedesminde. Í Grønlandi er ofta so kalt, at ísurin flotnar upp frá botni!

Ruddaði upp eftir atombumbu
Teir gjørdu eisini árliga túrir upp til Thule. Her var bert siglandi á hásumri. So tá mátti øll vøran, sum skuldi nýtast um veturin, førast har upp, og siglt var eisini millum smábygdirnar har norðuri við vøru. Umframt hetta førdu teir eisini olju fyri amerikanarar.
Niclas var eisini uppi í Thule eftir at ein amerikan­skur bumbu­flúgvari datt niður, og teir hjálptu eisini til við uppruddingar­arbeiði­num. Gitingar vóru um, at atombumbur vóru umborð. Fyri tann heilsu­vandan, sum fólkið kann hava verið í av hesi orsøk, fingu tey fyri nøkrum árum síðani eitt endurgjald frá statinum. Niclas fekk eisini eins og øll hini.
Í Thule kom Niclas at kenna ein løgnan japanara. Hann vildi vera veturin yvir í Thule, og hann bað um at sleppa at búgva í ússaligastu hús­um í bygd­­ini. Men eftir­sum Thule jú var ný­bygd funn­­ust eingi ússa­lig hús. Men hann kom so at búgva sam­an við ein­­um gomlum manni.
Hann vitjaði Niclas um­borð og vísti honum myndir av hægsta fjalli í heiminum Mount Everest, har hann hevði verið fleiri ferðir.
Fyri nøkrum árum síðani las Niclas annars í bløðunum, at hesin japanarin hevði gjørt heimsins longsta túr við hundasletu, har hann hevði ferðast allan vegin um Canada frá eystri til vestur. Tað var ikki hissini bragd.
Niclas var verandi í Grøn­landi fram til 1974, tá hann kom aftur til Føroya. Hansara seinasta uppgáva har gjørd­ist at føra ”Dúgv­una”, gamla ”Smyril”, at flyta ferða­fólk til flog­rutuna í Streym­fjørði­num í sam­band við, at tyrlur­nar ikki flugu vegna verkfall.

Komandi partur kemur um fjúrtan dagar. Tá verður greitt frá ættini John Effersøe, beiggja Rasmus og tey