summar. Hann sigur, at longu í vár varð avgjørt, at bátar skuldu fáa fiskidagar tillutaðar, tí greitt var, at har fór at mangla í. Men summarið gekk, og fiskiárið fór at halla, uttan at nakað frættist aftur [...] aftur úr Nesinum. Tá menn so skiltu, at tað fór at tátta í, fóru teir at spara dagar fyri at hava nakað at taka til, sum út leið á summarið. Tann 25. juli, sigur Chris Jan Michelsen, fingu hesir bátarnir [...] ting, sum kunnu broytast. Og tað heldur felagið at hugt eigur at verða at, áðrenn øll lógin bara verður blakað burtur, og ein nýggj sett í staðin. Men nevndin í felagnum er eisini greið yvir, at tað ber
hevur játtað at koma hendan vegin. Onkur fer helst at kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er [...] ørkymlandi, at ein danskur forsætisráðharri kann avlýsa eina ferð til Føroya av trygdarávum, uttan at nakar fær at vita nágreiniliga hví. »Í øllum góðum» Onkur hevur sagt, at avlýsingin komst av, at tað í einum [...] Hetta verður ikki bara sum at siga tað. Og avgerðin skal takast skjótt, tí málini fyrnast um nakrar mánaðir. Men hvør veit, kanska Nyrup longu hevur koyrt tær 2 mia. í skjáttina at taka við sær til Føroya
hóttu at taka gudstrúnna frá teimum lesandi. Gudmund Bruun sigur sjálv-ur, at endamálið við guds-tænastunum var at varð-veita tað sáð, sum var lagt niður í føroyingar heim-anífrá - og at fáa tað at nørast [...] Teir, sum kendu Gud-mund siga, at hann var eitt ómetaliga gott, vinsælt, og fyrikomandi menniskja. Og hann var hugnaligur at skifta orð við. Hóast hann ikki var føroyingur, so kendi hann seg sum før-oy-ing [...] trúgv, sum barlast. Og galt tað um at varðveita hesa góðu bar-last. Tað var tað, Gudmund royndi at gera í felags-lív-inum og við gudstænastum yvir-høvur. Tað vóru soleiðis vand-ar, sum lúrdu, og sum hóttu
húsini hjá H.C.Andersen í Odense. Tungt at siga prestafólkunum farvæl So væl dámdi mær í Hesselager prestagarði, at tað var tungt at siga farvæl, tá stundin var komin, at vit skuldu skiljast. Ein kendi seg [...] heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum [...] til biskups, at hann ikki heldur skal senda meg til at vikariera. Men hetta hevur sjálvandi tikið mær nógv, av tí at tað nú var ynski mítt at fara til Føroyar og brúka tey seinastu árini til at arbeiða fyri
greitt er, at Pasadena er dýrt skip. Regin Jacobsen sigur, at onkur hevur tosað um at stovna nýtt flutningsfelag. Men sum skilst er hann sjalvur heldur ivasamur, um tað er nøkur loysn. Hann vísir á, at slíkt [...] á Tvøroyri, sigur, at har eru teir nógv skerdir, síðan Smyrlarutan varð niðurløgd. Teir eru nú noyddir at taka skipini inn at landa mikudag og noyðast at hava nógv yvirarbeiði fyri at fáa fiskin kláran [...] samdir um, at flutningsmøguleikarnir til útlendska marknaðin eru versnaðir, síðan Smyril gavst at sigla. Sagt varð annars í samband við, at Skipafelgið Føroyar yvirtók allan farmaflutningin, at tænastan
Vágatunnilin. Tað slapp bara at hanga í leysari luft; hvør skal siga, at her kann tað enda líka galið. Ti hetta er fyrst at siga, at tað er einki forgjørt í at gera ein tunnil, sum fer at geva undirskot: Er tað [...] fyritøkur, sum annars ikki hevði komið í? Fer ein tunnil at hava við sær, at flogfeløgini fara at gera fleiri ferðir, sum tær annars ikki høvdu gjørt? Fer ein tunnil at hava við sær, at hotellini fara at fáa [...] forpliktað seg til at grundgeva fyri, at ferðslan um Vestmannasund fer ikki at økjast so nógv, sum er neyðugt fyri at projektið skal bera seg. Enn hevur eingin verið frammi við slíkum metingum. At enda Fyribils
vanligt at gloyma at nýta rætt fall: »at sópa fyri egnar dyr« merkir ikki tað sama sum danska tiltakið, sum er »fyri egnum durum«. Sama er við teirri ?vinaligu heilsanini?. Sum heilsan eigur orðingin at standa [...] sagt, at fólk »ikki kunnu sleppa« at nýta onnur orðsnið, tó at rímiligt er at vanda sær meir um mál og stíl í skrift enn í talu. Skoytt kann verða uppí, at eisini Hammershaimb bøtti um málið við at seta [...] løgið er, at nú hálva aðru øld seinni eru føroyingar farnir at válka sær í samansettum sagnorðum sum at »niðurseta«, »uppsiga«, »fyrikoma«, »uppbyggja«, »útbúgva« o.t. fyri at ?seta niður?, ?siga upp? o.s
fer at verða troyttur fult út. Hesa sannroynd koma vit ikki uttanum, og var hon orsøkin til, at undirritaði, sum landsstýrismaður, setti arbeiði í gongd at gera støðuna upp og raðfesta tørvin, sum er á [...] november 1995 er ásett, at løgtingsfíggjarlógin skal javnviga frá og við 1988. Vit hava longu uppnátt at fáa javnvág á fíggjarlógina. Allar framrokningar siga, at vit í inniverandi ári koma at hava eitt fitt avlop [...] nú. Henda møguleika royndi undirritaði at fáa samgongutinglimir til at ganga inn fyri, og fekk tað sum kunnugt fylgir. Um tað er nakar, sum fær vinning burturúr at vit verða afturútsigld, veit eg ikki.
tí, at tað hava verið trupulleikar millum londini bæði, men eg dylji ikki, at eg eisini havi havt trupulleikar at svara spurningum, sum hava havt við bankamálið at gera. Tí havi eg kent tað sum mína [...] ætli eg mær at siga flokkinum, at eg havi virðing fyri floksarbeiði teirra, serliga í teimum truplu kreppuárunum. Tað er ongantíð takksamt at hava politiska ábyrgd í slíkum krepputíðum, sum vóru í Føroyum [...] sigur Nyrup Rasmussen, sum samstundir vónar at partarnir kunnu tosa um framtíðar samstarv. Forsætisráðharrin gleðir seg ótrúliga nógv at vitja oyggjarnar aftur, og vónar at fáa stundir at síggja meir á ferðini
. ? Hvat við at vísa, at eg eri føroyingur, og at eg eisini eri før fyri at klára meg? Tað veit eg, at vit kunnu, um viljin er har. Tað krevur nógva megi, men eg haldi, at tað er vert at royna. Eg gjørdi [...] og tí er tað ikki óhugsandi, at eg aftur fari í Norðurlandahúsið, um tað er tað, sum fær fólkið at koma. Tað kann hava nakað við tað at gera, at summi fólk eru von við at koma í Norðurlandahúsið, meðan [...] haldi eg, at alt ov nógv verður givið út í sama stíli. Eg skilji tað væl - tað snýr seg um at tora at fara um mørkini. Tað er nakað, sum føroyingar hava ógvuliga trupult við at gera, men sum eg mátti læra