18. august 1991 vóru hundr-að ár liðin síðan Gudmund Bruun, próstur og skald varð borin í heim. Í hesum sambandi stóð grein í Dimma-lætting, sum Pól á Kletti, blaðmaður, hevði skriv-að. Hon bygdi á sam-røðu, sum Pól á Kletti hevði við Ejvind Vilhelm, vara-biskup. Mín fyrilestur bygg-ir fyri tað mesta á hesa grein.
Gudmund Bruun varð fødd-ur í Jansagerði í Mið-vági 18. august 1891. For-eldur hansara vóru tá-ver-andi sóknarprestur í Vág-um, Emil Bruun og konan, Dora Topp. Gudmund vaks upp í Miðvági og í Havn, í Sandagerði, har Emil, fað-ir-in fekk starv seinni. Emil Bruun, var prestur í 3 ár í Vágum, og 6 ár í Havn. So fluttu tey niður til Hasle á Bornholm at búgva, har fað-irin fekk prestastarv. Í 1903 fekk Emil Bruun prestastarv við Kristianskirkjuna í Keyp-mannahavn. Emil Bruun var ein nógv avhildin prestur og ein dugnaligur predikantur. Hetta skrivar Mikkjal á Ryggi í Miðvinga søgu. Emil gav prædikur út, og eru lestrar hansara eisini lisnir í Vágum.
Gudmund gloymdi onga-tíð Føroyar. Hann hevði kær--leika til hetta land, og kendi hann seg sum før-oy-ing. Hann tók pre-li-mi-ner-prógv í 1907, og í 1909 tók hann studentsprógv á Bor-ger-dydskolen í Helgo-lands-gøtu. Hann var saman við føroyskum studentum, og stovnaði hann saman við øðr-um hitt føroyska Stu-denta-felagið í 1910. Á sumri í 1915 tók hann gud-frøðisligt embætisprógv við framúr góðum úrsliti. Ynski hansara var at koma heim til Føroyar at verða prestur. Men so varð ikki. Hann fekk hjálpaprestastarv við Trinitatis kirkju í Keyp-manna-havn. Og hann varð prestvígdur í Frúukirkju 16. september 1916, av Harald Ostenfeld, Sælands bsikupi. Sama ár giftist hann við Edel Fenger Ehrenreich, fødd 7. desember 1888.
Í 1917 varð hann fyribils settur sóknarprestur í Vág-um og í Eysturoy. Hann var settur í eitt hálvt ár, við tað at tað var prestaloysi á hes-um støðum.
Longu 28. november 1915 stovnaði hann St. Ólava føroyska kirkjulið í Keypmannahavn, sum hann í trúfesti røkti í meir enn 40 ár. Í 1918 gjørdist Gudmund sóknarprestur í Svallerup á Sælandi. Og í 1923 fekk hann kall sum sóknarprestur í Hesselager á Fjóni og síð-an 1931 og til hann doyði var hann eisini próstur í Gudme-Vinding Herreder. Eisini vórðu honum litin til mong álitisstørv.
Alt, sum hann fekst við varð væl umsitið og væl úr hondum greitt. Føroyingar heiðraðu Gudmund við at gera hann til heiðurslim í Studentafelagnum í 1935, og í Føroyingafelagnum í 1947. Kongur heiðraði hann við riddarakrossinum í 1941. Gudmund Bruun var eisini skald. Hann yrkti nógv-ar sálmar og fost-ur-lands--sangir. Og haraftrat týddi hann ein hóp av sálm-um til føroyskt. Mangir av hansara sálmum og týð-ing-um standa í Sálmabók okk-ara. Í 1916 gav hann út »Før-oyskar Kirkjusálmar«. Og í 1939 gav hann út »Vall--araljóð«. Hann skriv-aði bæði í Varðanum, Kirkj-u-tíðindum og í Oyggja-skeggja. Hann skrivaði í Úti-seta og »Kirke og Folk«. Hann skrivaði eisini grein-ina um Føroya Kirkju í tví-bindsverkinum, »Føroyar«, sum Dansk-Færøsk sam-fund gav út í 1957. Í 1968 komu út prædikur, týddar av Axel Tórgarð, prestir. Præ-d-ikurnar eru týddar eftir hond-skrivaðari bók, sum Heini Jeonsen á Ryggi við familju eigur.
Teir, sum kendu Gud-mund siga, at hann var eitt ómetaliga gott, vinsælt, og fyrikomandi menniskja. Og hann var hugnaligur at skifta orð við. Hóast hann ikki var føroyingur, so kendi hann seg sum før-oy-ing. Tað vitna bókmentaligu avrik hansara um. Gud-mund Bruun greiðir sjálvur frá í einum minningarriti, hvussu tað bar til, at hann tók á seg arbeiði millum før-oyingar niðri í Danmark. Hann sigur sjálvur, at tá slup-pirnar um heystið komu til Keypmannahavnar at selja fisk, plagdi hann at vitja umborð og tosa við menninar og veita teimum ein beina. Hann plagdi eis-ini at vísa sjómonnunum runt í býnum. Hann fór við teimum á Tjóðminnissavnið at vísa teimum teir føroysku fornlutirnar.
Teir føroyingar, sum komu til Keypmannahavnar høvdu ein kristiligan førn-ing, sum tað galt um at varð-veita og fjálga um. Her gjørdi Gudmund eitt stórt arbeiði bæði í tí andliga og í tí tímiliga. Hann hjálpti teim-um, at varðveita kristna siðaarvin, so teir kundu hava nakað at byggja á, tá teir komu heim aftur til Før-oyar.
Gudmund talar um tað rák og ta mentan, sum gjørdi seg galdandi í Keyp-mannahavn tá. Her hugsar hann um Brandesianism-una. Hetta var ein rørsla, sum vendi sær móti kirkju og kristindómi yvirhøvur. Gudmund vildi verja teir før-oyingar, sum komu niður at lesa, móti slíkum ateist-isk-um hugsunnarhátti. Teir føroyingar, sum komu niður høvdu eina kristna trúgv, sum barlast. Og galt tað um at varðveita hesa góðu bar-last. Tað var tað, Gudmund royndi at gera í felags-lív-inum og við gudstænastum yvir-høvur. Tað vóru soleiðis vand-ar, sum lúrdu, og sum hóttu at taka gudstrúnna frá teimum lesandi.
Gudmund Bruun sigur sjálv-ur, at endamálið við guds-tænastunum var at varð-veita tað sáð, sum var lagt niður í føroyingar heim-anífrá - og at fáa tað at nørast og vaksa. Prædik-urn-ar vórðu frá fyrstu tíð - líka frá 1915 - hildnar á før-oysk-um. Og var tað soleiðis for-kunn-ugt at hoyra prædikur á føroyskum. Tað styrkti um samanhaldið og tjóð-skap-ar-kensluna. At vit ikki bara eru eitt fólk við egnari ment-an, men eisini við egn-um máli.
St. Ólavs føroyska kirkju-lið helt fyrst gudstænastur í Abel Kathrinu kirkju í Keypmannahavn. Í 1923 flutti kirkjuliðið í Nikolaj kirkju, og í 1939 varð flutt í Mariukirkju, har Emil Joen-sen var prestur. Og uppaftur seinni varð flutt í Vartov-kirkju. Og har varð hildið á líka til Gudmund andaðist í 1956.
Gudmund Bruun helt før-oyska gudstænastu eina ferð um mánaðin, og tað var alt-íð um kvøldið, tí hann sjálv-ur skuldi hava gudstænastu í Hesselager fyrrapart. Und-ir krígnum vóru nógvir før-oyingar niðri, og var sam-an-haldið sera gott.
Gudmund var altíð sera væl fyrireikaður, tá hann kom á prædikustólin. Præd-ik--urnar, hann helt fyri før-oy-ingum í Keypmannahavn eru útgivnar undir Heit-in-um: Ljósið rann av kærleiks runni.
Sum sagt var tað for-kunn-ugt fyri føroyingar at hoyra prædikur á móðurmálinum. Teir vóru jú vanir at hoyra danskar prestar í Føroyum - í hvussu so er, fyri tað mesta. Seinni komu føroysk-ir lestrar eftir Jákup Dahl prósti út. Tá vórðu eis-ini føroyskir lestrar at hoyra í føroyskum kirjum. Tó hevði onkur føroyskur prest-ur prædikað á før-oysk-um fyri tað.
Teir, sum kendu Gudm-und, siga, at hann fylgdi væl við føroyingunum í Keyp-mannahavn. Serliga væl fylgdi hann við gud-frøð-ing-un-um. Og tá teir vórðu prest-vígdir, plagdi hann at senda teimum bønina hjá Frans úr Assissi. Hon var skrivað við hansara vøkru hondskrift. Gudmund hevði sjálvur týtt hesa bøn til før-oyskt. Teir, sum hjálptu til í kirkjuliga arbeiðnum vóru Tróndur Olsen, Emil Joen-sen, prestur og Janus Øss-ur-son, kórdeknur. Gud-m-und kom til Keyp-mannahavn-ar og tók lut í felags-lív-inum altíð tá tað bar til. Hann kom javnan í Før-oy-inga-felagið og hini feløgini. Ferða-umstøðurnar vóru ikki so góðar tá í tíðini. Gudm-und Bruun vildi ikki, at før-oyska kirkjufólkið í Keyp-mannahavn skuldi verða ein serflokkur. Hann vildi, at tann kristiliga førningurin, tey fingu í kirkjuni, skuldi »smitta av« í tí verðsliga lív-inum í arbeiði, verki og ger-andisdegi.
Gudmund Bruun umyrkti svenska Sálmin Fedranna kirkja. Hann gjørdi hann til ein føroyskan sálm, har tað tjóðskaparliga týðuliga kem-ur fram. Hann talar um Keltiskar kristmenn, írsku munkarnar. Hann talar um Ólav hin Heilaga, og Sigm-und. Sálmurin stóð í Kirkju-tíðindi í 1937, sama ár, Skúv-oyar kirkja varð vígd. Gudmund var sjálvur vi ðtil vígsluna. Skúvoy er jú Føroya elsta kirkjulið. Har bygdi Sigmundur fyrstu kirkj-una.
Eg haldi sjálvur, at sálm-urin, Eg fátækur snúgvi mær, faðir, er ein av teim mest evangelisku sálm-un-um, vit eiga. Hesin sálmur talar um ta eyðmýkt, sum eigur at eyðkenna ein kristn-an, tá hann stendur fyri andliti Guds. Hesin sálm-ur er ein megnar sálm-ur.
Vit kunna eisini nevna føði-landssangin, Norrøna Mál. Ein sera vakur og góð-ur sangur, sum verður nógv sungin.
Fyrsta sunnudag í advent, 2. desember 1956, helt Gudm-und Bruun, próstur gudstænastu sum vanligt í Hesselager kirkju. Og um kvøldið fór hann til Keyp-mannahavnar, tí hann skuldi fyrrapart mánadag, 3. de-sem-ber, fara til Kong, at takka fyri Riddarakrossin av fyrsta stigi, sum hann hevði fingið stutt framm-an-undan.
Eftir vitjanina hjá kongi fór hann at vitja bróður sín, Sigurd, í Ny Kongensgøtu. Stutt eftir at hann var komin inn um gáttina, gjørdist hann sjúkur og varð fluttu rá Kommunuhospitalið, men longu áðrenn hann var komin á Sjúkrahúsið, doyði hann. Hjartað var steðgað.
Í minnisgrein um Gudm-und í Kirkjutíðindum sigur Janus Øssurson, kórdeknur, at tað frættist skjótt um Keyp-mannahavn, at hann var deyður. Sorgarboðini komu óvæntað. Hann hevði stutt áðrenn verið við til 75 ára veitslu Føroyingafelags og hildið gudstænastu í Var-tov kirkju.
Eisini í Hesselager var Gudm-und væl umtóktur. Og tey syrgdu eisini henda mæta mann.
Janus Øssurson sigur um Gudmund, at hann sum em-bæt-ismaður átti mekt og mæti, men var samstundis hjartagóður og vinsælur: og fólk høvdu alit á honum.
Ein stórur maður var far-in. Og hóast ikki føroyingur, kendi hann seg sum før-oy-ing. Og verða skrivligu avr-ik hansara standandi sum varðar um ein merkismann!
David Johannesen,
sóknarprestur