»Vágatunnilin« ? nakrar viðmerkingar

Tá ið sagt verður, at vit heldur eiga at gjalda uttanlandsskuld enn at gera »Vágatunnilin«, tá er almenna orðaskiftið farið av sporinum og vorðið ábyrgdarleyst. Alternativið til tunnilsíløguna er ikki niðurgjalding av skuld, men ein íløga uppá 80-90 mill. krónur í ferjusamband

Herfyri løgdu undirritaðu fram eina frágreiðing viðvíkjandi einum møguligum undirsjóvartunli undir Vestmannasundi. Eitt av høvuðsendamálunum við frágreiðingini var at fáa í lag eitt sakligt orðaskifti um málið, tí talan er um eitt stórt mál og stóra upphædd. Fyribils kunnu vit staðfesta, at tað tykist okkum, sum at millum manna verður nú skift sakliga orð um eina slíka verkætlan og grundgivið verður fyri og ímóti, meðan málið í fjølmiðlunum ógrundað verður sett upp sum eitt val millum undirsjóvartunnil og niðurgjalding av uttanlandsskuld.

Nú nakað er fráliðið ? og politisk naggatódn eisini er komin í málið ? kenna vit tað sum eina skyldu at gera viðmerkingar til nøkur av teimum sjónarmiðum, sum hava verið frammi. Vónandi kemur almenna orðaskiftið aftur á beint.


Hvat kostar

ein tunnil?

Landsverkfrøðingurin hevur mett, at tað fer at kosta 210 mió. kr. at gera ein tunnil undir Vestmannasundi; aftrat hesum koma 30 mill. kr. til veg v.m. Fyri tunnilspartin svarar hetta til knappar 45.000 kr. fyri meturin. Norska fyritøkan Selmer upplýsti fyri okkum, at teir kundu gera tunnilin fyri 25.000 kr. fyri meturin ella fyri knappar 120 mill. kr. Vit hava alla tíðina verið skeptiskir mótvegis hesum tali, og settu tí 150 mill. kr. sum lægsta prís í okkara frágreiðing. Selmer hevur síðani eftir áheitan frá okkum gjørt eina greiniligari útrokning, sum vísir, at teir kunnu gera tunnilin fyri uml. 170 mill. kr., ? og so leggja teir aftrat, at óvissan er pluss/minus 25%, t.v.s. at eitt veruligt tilboð hevði verið onkunstaðni ímillum 130 og 210 mill. kr.

Onkur hevur havt frammi, at rendi man seg í óvæntaðar trupulleikar undir sjálvum arbeiðnum, so fór prísurin at verða munandi hægri. Tað kann vera nakað um tað, men nýtist ikki at vera tað. Tá ið Bjarni Olsen og Kári Petersen gjørdu teirra frágreiðing í 1992 søgdu teir í varisligum vendingum, at tað var kanska ikki heppið at lata Landsverkfrøðingin gera arbeiðið; teir skrivaðu: »Eitt annað, sum er tungtvigandi í valinum millum Landsverkfrøðingin og eitt privat byggifelag, er møguleikin fyri at fáa fastari bindani avtalur um kostnaðin«.

Ger landsverkfrøðingurin ein tunnil, sum verður dýrari enn roknað varð við frammanundan, so er ikki aðrastaðir at fara enn í landskassan eftir tí, sum í restar

Tá ið eitt privat felag gevur eitt tilboð, t.d. Selmer uppá 170 mill. kr., so verður tað endaligi prísurin; hava teir forroknað seg, so mugu teir taka av egnum kassa til tess at fullføra tað, teir hava bundið seg til. Tað avgerandi er tí, at talan er um eina fyritøku, sum dugir síni ting og eisini er kapitalsterk

Ein annar møguleiki er at útbyggja hesa loysnina við eini sokallaðari projekt-fígging (íslendska modellið). T.v.s., at eitt tryggingarfelag átekur sær at tryggja, at projektið verður liðugt, fer byggifyritøkan av knóranum; hetta ber so í sær, at projektið dýrkar við einum tryggingargjaldið, men afturfyri er prísurin fastur


Hava vit ráð?

Tey, sum mæla ímóti at fara undir at gera ein tunnil, grunda sítt sjónarmið á, at vit hava ikki ráð, tí uttanlandsskuldin er so stór. »Vit skylda sjey milliardir, altso hava vit ikki ráð til undirsjóvartunnil«, tykist sjónarmiðið vera. Tað, sum er mest forargiligt við hesum sjónarmiðnum, er, at eingin ? heldur ikki búskaparfrøðingar ? enn hevur grundgivið fyri, hví uttanlandsskuldin er ein góð grundgeving fyri ikki at fara undir at gera tunnil um Vestmannasund. Er »Vágatunnilin« veruliga eitt alternativ til afturgjalding av uttanlandsskuld? Í frágreiðing okkara hava vit grundgivið fyri, hví uttanlandsskuldin ikki er ein forðing.

Teir pengarnir, sum verða brúktir til ein møguligan undirsjóvartunnil, høvdu kortini ikki verið brúktir til niðurgjalding av uttanlandsskuld. Ein partur av íløguni (80-90 mill. kr.) svarar til tað, sum undir øllum umstøðum skal brúkast uppá ferjusambandið, og ein partur verður fíggjaður av bummpengagjaldi (alt eftir hvørja loysn ein velur, so verður møguliga talan um eina meirútreiðslu fyri landskassan, sum liggur millum lítið og einki; vit hava ikki roknað við íslendsku loysnini í okkara frágreiðing)

Ein tunnil í staðin fyri eitt ferjusamband fer at forloysa sparingar- og inntøkumøguleikar, sum í dag eru niðurbundnir ella óhugsandi

Hvørki politkkarar ella búskaparfrøðingar hava alment tikið støðu til hesar grundgevingar. Búskaparfrøðingar, ið serliga hava skil fyri hesum øki, leggja dent á, at tað er ikki bert ein spurningur um, hvat er bíligari, tunnil ella ferjusamband; tað er avgerandi at kanna eftir, hvørji avleidd árin eitt betri samband fer at hava við sær. Fer ein tunnil at hava við sær samstarv millum føroyskar fyritøkur, sum annars ikki hevði komið í? Fer ein tunnil at hava við sær, at flogfeløgini fara at gera fleiri ferðir, sum tær annars ikki høvdu gjørt? Fer ein tunnil at hava við sær, at hotellini fara at fáa ráðstevnuferðaløg, sum annars ikki hvødu komið hendan vegin? Fer ein tunnil at hava við sær, at oljufeløg fara at bjóða meira, enn tey annars høvdu gjørt? O.s.frv., o.s.frv. Stutt sagt: Kann ein íløga í ein undirsjóvartunnil verða við til at gera okkum betri før fyri at gjalda uttanlandsskuldina?

Tað er við góðari grund, at eyguni hava verið vend ímóti útreiðslusíðuni í búskapi okkara. Búskaparliga framgongd fáa vit ikki við sparingum eina, men við at framleiða vørur og veita tænastur, sum onnur vilja gjalda fyri; eftir okkara tykki, so er stundin komin til at vit aftur fara at líta at framleiðslu- og inntøkusíðuni. Serliga tá ið flogvøllurin verður havdur í huga (men eisini í innlendis høpi), so eigur ein íløga í ein tunnil undir Vestmannasund at verða roknað sum neyðugt grundarlag fyri rationaliseringum og meir-inntøkum.


»Skynsamur, skilagóður ábyrgdarpolitikkur«

Síðani »Vága-tunnilin ? ein lýsing« varð løgd fram hava fleiri politikkarar, búskaparfrøðingar o.o., sum meira og minni halda tunnilin vera váðaverk í verandi búskaparstøðu, nýtt høvið til at staðfesta seg sum umboðandi »skynsaman, skilagóðan ábyrgdarpolitikk«; tað er alla æru vert. Hinvegin hevur tað verið sera trupult hjá okkum at fáa greiðu á, hvat verður lagt í hesa orðing.

Tað er ikki neyðugt hjá okkum at fortelja búskaparfrøðingum, at samfelagsbúskapur er ein støðugur trupulleiki. Stutt sagt:


a: hevur tú ov fáar pengar tøkar/í umfari, so hevur tú ikki ráð til íløgur


b: hevur tú ov nógvar pengar tøkar/í umfari, so er tað ikki skilagott við íløgum, sum vilja leggja eitt størri trýst á búskapin


So hvat konjunkturið viðvíkur, so er sostatt eingin eyðgivin loysn uppá íløguspurningin, og tí má hann svarast við konkretum grundgevingum. Vit hava víst á, at við teirri gongd, sum er serliga í oljumálinum og í ferðafólkavinnuni, so fer eitt ovurstórt trýst at verða á farleiðina um Vestmannasund; tað fer at verða ógjørligt at loysa hesar trupulleikar uttan stórar íløgur í ferjusambandið.

Verður serliga hugt at »Vágatunlinum« í oljuhøpi, so er væntandi, at virksemið fer at vinda álvarsliga uppá seg; so umframt at ein tunnil undir Vestmannasundið kann verða átrokandi av praktiskum grundum, so hevur hetta eisini eitt konjunktur-politiskt aspekt: Er tað skilagott at bíða við eini íløgu til ein komandi oljuvinna hevur lagt ovurstórt trýst á tann lítla og viðkvæma føroyska búskapin? Vit halda ikki, men sakna grundgevingar frá teimum, sum halda tað øvugta.

Í »Vágatunnilin ? ein lýsing« var dentur lagdur á at lýsa projektið sum bæði eina landspolitiska verkætlan (flogvøllurin + vinnulívið yvirhøvir) og sum eitt projekt við lokalum týdningi (Vágarnar). Stutt kann sigast, at niðurstøðan var, at landspolititiskt og fíggjarliga var rætt at fara undir projektið, meðan lagnan hjá Vágoynni var meiri ivasom, fekst fast samband.

Nú er almenna orðaskiftið endað í tí mest óhepna sporinum, sum hugsast kann: Valfeløgini í Vágunum skora á politiskt fyri at fáa verkætlanina framda; samstundis mana einstakir politikkarar úr øðrum pørtunum av landinum fram sjónina av ábyrgdarleysum lokalpolitikkarum, sum fara niður í pengaksassan hjá okkum øllum til eitt váðaverk; á hendan hátt kunnu teir spæla totalt frítt og framstilla seg sjálvar sum fíggjarliga ábyrgdarfullar landspolitikkarar uttan at hava skeitt at sjálvum projektinum og fyrihildið seg til tað og teir møguleikar og vansar sum hanga uppivið tí!

Antin »Vágatunnilin« verður til nakað ella ikki á hesum sinni, er og verður ein politisk avgerð; men tað minsta ein kann krevja er, at búskaparfrøðingar og politikkarar fyrihalda seg til málið sjálvt. Kjarnin í málinum er greiður: Alternativið til tunnilsíløguna er ikki niðurgjalding av uttanlandsskuld, men ein íløga upp á 80-90 mill. krónur í eitt betri ferjusamband. Tá ið búskaparfrøðingar og einstakir politikkarar uttan nakra sum helst grundgeving pástanda, at »vit hava ikki ráð«, so er hetta politiskt ábyrgdarloysi so tað forslær!


Ber tunnilin seg?

Skal bummgjaldið verða ført fyri at fíggja lánini, sum tikin verða, so krevst, at ferðslan verður meiri enn í dag. Í eini grein í Dimmalætting herfyri var staðfest, at tunnils-projektið í Ålesund hevði eitt dundrandi undirskot, uttan at hetta á nakran hátt varð koplað til Vágatunnilin. Tað slapp bara at hanga í leysari luft; hvør skal siga, at her kann tað enda líka galið. Ti hetta er fyrst at siga, at tað er einki forgjørt í at gera ein tunnil, sum fer at geva undirskot: Er tað politisk undirtøka fyri einum tunli út í Hest, so verður eitt undirskot fíggjarligi prísurin, sum politikkarar eru sinnaðir at gjalda fyri polititiska ynski um samanbinding; eitt møguligt bummgjald verður tá bert ein viðfáningur til fíggingina.

Annað er, um talan er um ein tunnil, ið er ætlaður at bera seg, men ikki ger tað. T.d. Ålesund-sambandið. Talan var um eitt rættiliga stórt projekt við fleiri tunlum og brúm, ið vórðu gjørd nøkulunda samstundis. Tvinni viðurskifti hava gjørt, at projektið gevur undirskot: Samskipanin av projektinum var ikki nóg góð, so byggirenturnar vuksu og vuksu; og metingin av, hvussu stór ferðsluøkingin fór at verða var skeiv. Tann, ið ætlar at brúka Ålesunds-projektið sum ræðumynd, skal fyri tað fyri tað fyrsta gera sær greitt, at Vágatunnilin er eitt avmarkað projekt (ein tunnil, ið sostatt ikki krevur stórvegis samskipan av arbeiðnum); og í øðrum lagi hevur viðkomandi forpliktað seg til at grundgeva fyri, at ferðslan um Vestmannasund fer ikki at økjast so nógv, sum er neyðugt fyri at projektið skal bera seg. Enn hevur eingin verið frammi við slíkum metingum.


At enda

Fyribils er málið sjálvt steðgað í einum politiskum meldri, sum er trupul at fáa greiðu á í løtuni. Vit hava ta vón, at flestu politikkarar eru sinnaðir at viðgera málið sakligt og við konkretum grundgevingum.