»Alt orðaskifti og kjak um málið er gott og óivað neyðugt, skal ikki stígur koma í menningina. Men tíverri er ofta líkt til, at órímiligt grenj og órættvísar skuldsetingar, stundum persónligar, gera tað, ið átti at verið sakligt og hugvekjandi orðaskifti, til ódámligt, óbæriligt brigsl og ógrundaðar skuldsetingar, sum bara tey allar fægstu duga ? ella troysta sær ? at vísa aftur ella svara uppá.« So snøgt og beinrakið sigur Tórður Jóansson tað í einum Málhorni sínum í Viðskera Dimmalættingar (11.10.1997).
Aftur ímóti tí, ið Tórður her lýsir, eigur Útvarp Føroya rós fyri sendingin Orð og mál, sum við bert hendinga undantøkum má sigast at hava hepnast væl ? til nú manningin til sendirøðina er víðkað.
Aftur undir eini og hvørji upplýsing liggur onkur áskoðan ella hugburður. Higartil hava tey, ið standa fyri sendingini um orð og mál, lagt mesta dentin á upplýsing, men hesa seinastu vikuna var hugburðurin frammarlaga, har ávísur undirtóni var flættaður upp í sendingina.
Einki skeivt er í tí, at ymiskar uppfatanir verða umboðaðar; og vónandi hevur útvarpið sum tann almenni stovnurin, ið tað er, skipað fyri hóskandi javnvág, so at teir næstu, vit fáa at hoyra við Orðum og máli, verða málfrøðingar, ið hava annan málrøktarhugburð, at hann kann viga upp ímóti tí, ið sendingin um Orð og mál við Johnny Thomsen umboðaði seinastu viku.
Tað undrar ikki sørt, at ein, ið sum málfrøðingur býður til at kunna útvarpslurtarar um móðurmálið, fær seg til at siga, at »tað er ringt at finna argument fyri, hví tað skal vera verri føroyskt« at nýta eitt orðsnið enn annað. Hetta »argument« setti V. U. Hammershaimb út í kortið á sinni við tí einfalda sjónarmiðinum, at har ið fleiri snið vóru av sama orði, var at velja tað fornasta føroyska sniðið, sum framvegis var livandi í málinum. Hetta hevur síðan verið høvuðssjónarmiðið í føroyskari málrøkt. Fyri tí er ikki sagt, at fólk »ikki kunnu sleppa« at nýta onnur orðsnið, tó at rímiligt er at vanda sær meir um mál og stíl í skrift enn í talu.
Skoytt kann verða uppí, at eisini Hammershaimb bøtti um málið við at seta føroysk orð fyri donsk, t.d. í Ólavi Riddararós: ?álvarann? fyri ?elvarann? og ?snávaði? fyri ?snublaði?.
Annars er at siga, at orðliðin ?ordans-?, sum Johnny harmaðist um ikki skal sleppa upp í part, hevur Jóhan Hendrik W. Poulsen tikið við í Eykabindi sínum til føroysku-donsku orðabókina.
Víst finnast gomul føroysk samansett sagnorð sum at avhøvda, avreiða, fyrigeva, umbera og nøkur onnur; tað vanliga var kortini leys samanseting sum t.d. at seta niður, í lýsingarhátti niðursettur ella settur niður, tó eftir hava, kunna o.s.fr. einans sett niður. Í Orðum og máli vórðu givin góð dømi um, hvat ið ber til og hvat ið ikki ber til við samansettum sagnorðum, men hví flætta tílíka orðing inní, sum »at tey leyst samansettu líkasum skuldu verið meira føroysk, kanska tí at nokk so fitt av sovorðnum sagnorðum eru komin inn í føroyskt úr donskum«? ? um danskt úr týskum og latíni hevði verið rættari at sagt.
Í fyrra helmingi av 19. øld var tað skaldamóti í grannalondum at seta saman sagnorð, so tað munti, »udsejle«, »opstige«, »bortgive«, »nedfalde« o.s.fr., og hesin mótin hevur hildið sær í vánaligum løgfrøðingamáli, minkaði annars munandi í seinna helmingi av 1800-talinum. Í donskum skriftmáli verður enn nýtt eitt nú »neddysse« og »opsige«; men danska talumálið er framvegis »dysse ned« og »sige op«.
Og løgið er, at nú hálva aðru øld seinni eru føroyingar farnir at válka sær í samansettum sagnorðum sum at »niðurseta«, »uppsiga«, »fyrikoma«, »uppbyggja«, »útbúgva« o.t. fyri at ?seta niður?, ?siga upp? o.s.fr. Enntá tað, sum á donskum framvegis bara eitur »at tænke sig om«, er nú á føroyskum bronglað til »at umhugsa seg«.
Vilja vit halda okkum til áðurnevnda høvuðssjónarmið Hammershaimbs, hava vit alla orsøk til at halda eftir við tílíkum samansettum sagnorðum, ið hvussu er tá ið talan ikki er um nýggj hugtøk í málinum (flutta merking).
Tá ið samanum kemur, kann eingin ivi vera um, at vit í øllum góðum hava tikið fleiri orð og máliskur úr donskum enn nakra aðrastaðni ? og góðtikið tey, um bert tey samtykkja við føroyska málsliga bygnaðin og ikki troka verandi føroysk orð og máliskur burtur ? sum tey alsamt gera.
_ _ _ _ _
Støðan gerst eina mest eyðsædd, um spurt verður, hvussu tað eitur á donskum ? og so aftur, hvussu hetta eitur á føroyskum:
Hvussu eitur ?blíður? á donskum? ? ?venlig?. ? Hvussu eitur ?venlig? á føroyskum? ? ?vinaligur?. ? O.s.fr.
Orð ella máliska á donskum? ? á føroyskum?
blíður venlig vinaligur
blíða heilsan venlig hilsen vinalig heilsan
barngóður børnevenlig barnavinaligur
sópa feje feia
fyri egnum durum for sin egen dør fyri egnar dyr
onkur nogen nakar
onkursvegna på en eller anden måde á ein ella annan hátt
tað stendur til tín det er op til dig tað er upp til tín
(it is up to you)
eg kann ikki gera jeg kan ikke gøre eg kann ikki gera
við tað for det fyri tað
venda við vende om venda um
fyrilagstur udkørt útkoyrdur
sakna savne savna
savna samle samla
ein kjarni en kerne ein kerna
góður hýrur godt humør gott humør
ein liður et led eitt led
O.s.fr. ? M.a. ORÐAFAR hevur annað slíkt av dømum.
?Onkur? og ?blíður? eru dømi um orð, sum eru hvørvandi úr føroyskum, av tí at danskt ikki skilur millum merkingarnar í ?onkur? og ?nakar?, blíður? og ?vinaligur?. Her veri ikki sagt, at ?vinaligur? ikki er gott føroyskt orð; hetta er kortini eitt dømi um, hvussu eitt danskt orð trokar fleiri føroysk burtur.
?Útkoyrdur?, ?savna, og ?sakna? eru dømi um, hvussu orð skifta merking eftir donskum. Tílík dømi tróta heldur ikki; eitt hitt vanligasta, ið tikið verður til, man vera orðið ?avfall?, sum nú ikki longur kemur niður av himni, men úr køkinum.
Tað er kortini ikki bert einstøk orð, ið víkja fyri donskum tøkuorðum, men sjálvur tann málsligi bygnaðurin. Tá ið máliskur verða umsettar, er vanligt at gloyma at nýta rætt fall: »at sópa fyri egnar dyr« merkir ikki tað sama sum danska tiltakið, sum er »fyri egnum durum«. Sama er við teirri ?vinaligu heilsanini?. Sum heilsan eigur orðingin at standa í hvønnfalli, eins og tá ið vit biðja ?góðan dag? (ikki »góður dagur!«). Í trimum teimum seinastu orðunum omanfyri hava vit dømi um, hvussu orð skifta kyn, tá ið leitað verður aftur til upprunaorðið. ?Ein kjarni? er vorðin ?ein kjarna?; fyri ?góðan hýr? hoyrist nú sagt ?gott hýri?; og gevið gætur, hvussu harðliga ið stríðst hevur verið fyri, at hvørkikynssniðið ?eitt lið? skal vera tað einasta rætta, tó at ?ein liður? alsamt er livandi málnýtsla mangastaðni í Føroyum. Her kundu vit vent aftur til Orð og mál, »hví vit ikki kunnu sleppa at brúka báðar formarnar« ? tó at annar er betri, sbr. Hammershaimb.
Tað skuldi tí ikki verið at undrast á, hví tey, ið vilja varðveita føroyska málið, royna at vara seg fyri danska árininum, tó at vit gleiðbeint taka við tøkuorðum og tøkutýðingum eisini haðani ? samtíðis sum vit skammast við tað øvuta: úr føroyskum í danskt, og kalla tað ?gøtudanskt?. (Kortini fírdi William Heinesen ikki fyri í skaldskapi sínum at geva føroyskum orðum danskan búna ? og danir rósa honum fyri sítt óvanliga og góða danska!)
Her eigur kortini at vera havt í huga, at danska málið og føroyskt eru ikki í somu støðu. ? Sum Zakaris Svabo Hansen skrivar í seinasta Máltingi: »Í nútíðar samskiftistíðum ... er eitt lítið málsamfelag fyri nógv størri áhaldandi ávirkan uttaneftir enn dømi eru um í størri samfelag, og tað hevur við sær, at orðatilfarið verður ávirkað av fremmandum orðum og orðafari í nógv størri mun enn orðatilfarið í einum størri málsamfelag. ... Henda sterka fremmanda ávirkan førir heilt greitt við sær, at nógv heimligt orðatilfar verður skúgvað til viks til frama fyri fremmand orð og fremmanda málnýtslu.«
Og í øllum floyminum av donskum orðum og orðafari er tað bert ein evarska lítlan part, ið sagt kann vera um, at hann ríkar føroyska málið við merkingarbrigdum. Heldur er tað øvugt, soleiðis at har ið føroyskt ger mun á, men danir nýta eittans orð, halda vit uppat at gera mun, og eitt ella fleiri føroysk orð hvørva úr nýtslu, burturtrokað av donskum tøkuorðum og máliskum. ?Onkur? og ?blíður /góður? eru longu nevnd sum dømi. Ella takið danska orðið ?flovvur?, sum nú trokar burt ein hóp av føroyskum brigdum sum foyur, hámur, lotur, nipin, snópin.