danskir myndugleikar tí kunnu gera í tí støðu, sum teir sjálvir hava vavt seg inn í í sambandi við bankakanningina, er at bjóða føroyingum eina virðiliga og heiðurliga loysn í øllum skuldarspurninginum. TAÐ [...] hava og framvegis bera seg at móti Føroyum í løtuni, kann henda gongdin í veljaratølunum bert halda fram. Vit fáa eina polarisering millum samband og tjóðveldi. Í OKKARA hugaheimi er eingin ivi um, at danskir [...] Tann 1. apríl í næsta ár, tvs. góðan mánað fyri løgtingsvalið, verður eitt søguligt og møguliga eisini politiskt áhugavert vegamót í føroyskari søgu. Tá eru nevniliga liðin 50 ár, síðani vit fingu hei
fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri tíð, nú er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum [...] føroyingum ella føroyska samfelagnum. Vit sóu, hvussu ávís fjølmiðlafólk tustu til Føroya fyrst í 90-unum eftir at bæði fíggjarmálaráðharri og aðrir danskir politikarar høvdu øst tey upp. ?Disse uanstændige [...] haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. FØROYINGAR og Føroyar hava fingið uppreisn, og tað er gott. Harvið er ikki sagt, at vit ikki eisini sjálvi eiga at taka í egnan barm, tí vit eru so sanniliga
TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur [...] sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum og tosa um, hvussu stóran týdning dialogurin - hetta at tosa saman - hevur fyri framtíðar [...] heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum jøvnsett menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum
Eidesgaard stóð til tað seinasta við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í tinginum. Av tí at hin føroyski fólkatingsmaðurin kortini atkvøddi [...] samstarvið millum bæði londini. Í okkara verð er málið krystalklárt. Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard hevur staðið við tað lyftið hann gav sínum veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk [...] hetta við Jóannes Eidesgaard, so hevur Nyrup í veruleikanum bóndafangað føroyska fólkatingsmannin, sum so aftur nú verður gjørdur til tann stóra syndaran í allari hesi politisku telvingini á Christiansborg
millum vælferð og kreppu í hesum landi, og spurningurin er um politikararnir og onnur í leiðandi størvum í samfelagnum hava tikið hetta í nóg stórum álvara. Duga vit í heila tikið at brúka góðar tíðir til at [...] líknandi støðu sum fyrst í 90-unum? Hava vit fyrireikað okkum uppá eitt slíkt? Hava vit lagtuppfyri? Ella hvussu? JÚ spurnartekini eru mong. Ein fær varhugan av, hvussu stutt tað í veruleikanum er millum [...] fáa skipini sjálvandi meira burtur úr. Samanumtikið kemur meira inn í skatti. Gongd er í VIT hoyra um somu tíð, at skrædl er væntandi í okkara fiskivinnu. Enn hava vit so ikki fingið hetta váttað ella útgreinað
tað var í flestu førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum. SJÁLVANDI hevur tað týdning fyri Føroyar at verða reinsaður í bankamálinum og at fáa uppiborið endurgjald. Í hesum [...] føroyingum á møti í sjálvstýrismálinum og er sinnað til at fáa loyst skuldarspurningin so ella so. Danmark hevur ongan áhuga í at hava leiklutin sum hjálandaveldi mótvegis Føroyum sigur Lykketoft í samrøðu við [...] føroyingar og danir semjast um nakað, sum gagnar í fyrsta lagi Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum. Hinvegin eru tað danir, sum hava tikið um endan í skuldarspurninginum, og tí er tað greitt, at her
sektorin og sjúkrahúsverkið at virkað betur saman í eini heildarplanlegging. Vit vóna , at nýggja landsstýrið fer at seta mentanina í hásæti. Ikki bert í orðum men í gerðum. Mentan kostar, og tað mugu teir politikarar [...] Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum. Ein hin mest týðandi uppgávan er alt fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um [...] bíða og bíða við at fremja tær neyðugu íløgurnar í ein tryggari og betri flogvøll. Hvat vit enn halda um flogvøll aðrastaðni í landinum, so má vøllurin í Vágum hava fyrsta prioritet nú. Hetta má vera greiða
Thurid Samró. Café Natúr var fyrsta matstovan, sum um dagin seldi øl og vín í Havn. Hetta var júst um ta mundið, tá kreppan var í hæddini og nógv vóru arbeiðsleys. Byrjanartrupulleikar Café Natúr gjørdist [...] fleiri skeinkiloyvi verða latin í Havn, sigur Thurid Samró. Harnæst selur Rúsan vørurnar til helvtarprís av tí, sum fólk gjalda hjá okkum. Tey, sum eru alkoholikarar kunnu fara í Rúsuna at keypa, um vit nokta [...] skeinkja fyri teimum. Viðurskiftini eru tó broytt. Í fyrstuni var tað óhoyrt, at konufólk komu inn at keypa sær eitt glas av víni. Tað er vanligt í dag. Nú ber til at fara út at fáa sær eitt glas og
roynt tað í summarfrítíðini. Tað, at »arbeiða í vegnum« ella at arbeiða hjá landinum. Og tað mundi ikki verða so galið hóast alt, tí somu fólk vendu aftur ár undan ári. Tað gera tey eisini í dag - tey [...] ir sleppa at taka lut í hesum arbeiði, sigur hann. ? Tað er bara gott at tey duga at halda í einum hamara áðrenn tey fara úr skúlanum, leggur hann skemtandi aftrat. 20 næmingar í Streymoynni Sum nevnt [...] starvast so hjá landsverkfrøðinginum í summarfrítíðini? ? Eg veit ikki hvussu nógv tey eru um alt landið, men her í suðurstreymoy eru tey 11 og eg haldi at tað eru 20 ungfólk í allari Streymoynni. ? Tey eru fegin
útflutninginum hjá Fiskasøluni í 1997. Frá nærum bert at arbeiða toskin til saltingar (í dag 15% av søluni) og í flakablokk (í dag 6% av søluni), verður toskurin og upsin í dag virkaður til ein hóp av ymiskum [...] 1953 læt lutafelagið Føroya Fiskasøla einkarrættin frá sær. Fyrstu árini í 90?unum vóru broytingarár hjá Føroya Fiskasølu. Í kjalavørrinum á føroysku búskaparkreppuni og bankakreppuni viknaði fíggjarliga [...] føroyska vørumerkið kring heimin. Bygnaður í dag - 50 ár aftaná stovnan Í dag starvast 25 fólk á høvuðsskrivstovuni í Føroyum og 20 starvast á skrivstovunum uttanlands í Fraklandi, Stóra Bretlandi og Danmark