Fleiri skeinkiloyvi elva ikki til misnýtslu

­ Í fyrstuni vóru trupulleikar av útskeinkingini, og við hvørt var neyðugt at nokta fólki atgongd, men tað vardi bert stutta tíð, so høvdu vit og viðskiftafólkið lært mannagongdina, sigur Thurid Samró

Nógv er sagt og skrivað um skeinkiloyvini í seinastuni, og ivaleyst tagnar orðaskiftið ikki, um fleiri skeinkiloyvir verða latin.

Ymsar meiningar eru - eitt nú at fleiri skeinkiloyvi ikki skulu latast, av tí at tað skapar meirnýtslu.

Annað sjónarmið er, at allar matstovur, sum lúka treytirnar, skulu fáa skeinkiloyvi.

Thurid Samró, stjóri á Café Natúr, heldur, at býurin avgjørt hevur brúk fyri fleiri útskeinkingarstøðum. Tað gevur matstovueigararum møguleiki at veita ta tænastu, sum einstaka matstovan er áhugað at veita.


Skeinkiloyvir elva

ikki til misnýtslu

­ Hevur tú sæð viðskiftafólk gerast rúsdrekkamisnýtarar av at drekka øl og vín á Café Natúr?

­ Nei, avgjørt ikki. Heldur ikki vænti eg, at nakar verður misnýtari, um fleiri skeinkiloyvi verða latin í Havn, sigur Thurid Samró.

­ Harnæst selur Rúsan vørurnar til helvtarprís av tí, sum fólk gjalda hjá okkum. Tey, sum eru alkoholikarar kunnu fara í Rúsuna at keypa, um vit nokta at skeinkja fyri teimum.

­ Viðurskiftini eru tó broytt. Í fyrstuni var tað óhoyrt, at konufólk komu inn at keypa sær eitt glas av víni. Tað er vanligt í dag.

­ Nú ber til at fara út at fáa sær eitt glas og eitt prát, ístaðin fyri sum áður, at sita heima og drekka, sigur Thurid Samró.

Café Natúr var fyrsta matstovan, sum um dagin seldi øl og vín í Havn. Hetta var júst um ta mundið, tá kreppan var í hæddini og nógv vóru arbeiðsleys.


Byrjanartrupulleikar

Café Natúr gjørdist tí eitt samlingsstað fyri fólk, ið vildu keypa øl og vín, og arbeiðsleys, sum høvdu brúk fyri at tosa við onnur, um kreppuna, arbeiðsloysið, fólkaflytingina o.s.fr..

­ Tað var tó rættiliga skjótt, at viðurskiftini komu í rættlag og arbeiðið varð fingið í fasta legu. Vit gjørdu okkum arbeiðsreglur, og við hvørt var neyðugt at nokta fólki atgongd.

­ Skeinkilógin sigur, at vit ikki mugu skeinkja fyri fólki, sum er sjónliga ávirkað. Tað var torført í fyrstuni, men eftir umleið hálvum ári høvdu vit lært at arbeiða eftir lógini, og fingið viðskiftafólkini at skilja tað, sigur Thurid Samró.

Viðskiftaskarin hjá Café Natúr er ógvuliga fjølbroyttur. Stjórin sigur, at hetta staðið er ein café og ikki ein barr, og tað mugu fólk góðtaka.


Eitt stað fyri øll

­ Kortini skal pláss vera fyri øll á caféini, og tí er útskeinkingarhølið býtt upp. Ein partur er fyri teimum, sum vilja hava okkurt at eta, og hin fyri tey, sum bert skulu hava øl ella vín.

­ Eitt stað sum hetta skal hava pláss fyri øllum, og tað hava vit lært at liva við. Her koma grønjakkar, gamlar konur, slipsafólk og misnýtarar. Fólk fáa ávaring um tey ikki skikka sær væl, og onnur hava eisini fingið beinleiðis forboð at koma inn á Café Natúr, sigur stjórin.

Í fyrstuni hevði matstovan gott samstarv við løgregluna, men í dag hevur starvsfólkið ábyrgdina, og dugir at siga frá, um ein sjónliga ávirkaður persónur kemur inn.

­ Kunnu viðskiftafólkini ikki góðtaka okkara reglur, kunnu tey fara aðrastaðni. Tað vilja altíð verða nakrir alkoholikarar, men um teir skikka sær væl, fáa teir innivist. Verða teir sjónliga ávirkaðir, mugu teir fara aðrastaðni, sigur Thurid Samró.