verður tað seinasta orðið í málinum. ? Um dómurin verður kærdur, so kemur hetta málið jú at koyra í eina tíð afturat, sigur hann. Johnny Gaard sigur, at her talan um eitt prinsipp, sum hansara fyritøka ikki [...] avgjørdur. Johnny er greiður yvir, at hetta kann koma at verða dýrt fyri tapandi partin í hesum málinum. Men kortini vil hann ikki víkja frá prinsippinum. ? Vit koyra hetta málið, tí vit vilja hava teir pengarnar [...] sitið og roynt at fingið eina semju í málinum. Týsmorgunin var freistin úti, og tá fekk dómarin boð um, at tað ikki var eydnast at fáa eina semju í lag. Tí skal dómarin nú koma við einum úrskurði í málinum
hjá Tjóðveldisflokkinum um at tvífalda barnafrádráttin hjá støkum uppihaldarum, kom fram, at við verandi skrásetingum tykist trupult at fáa hugtakið stakir uppihaldarar allýst. Hetta gjørdist grundgevingin [...] , løgtingsmann, og øll tyktust samd um trupulleikan í at lýsa, hvør er stakur uppihaldari, og hvør ikki er. Samd men ósamd Hóast øll fíggjarnevndin tyktist samd um, at nógvar góðar grundir eru fyri at [...] Minnilutin við Kára P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen helt somuleiðis tað verða óheppið, um hetta varð lagt til Toll & Skatt at umsita, men sá hinvegin ikki teir stóru trupulleikarnar í at lata
Føroyum í gjár boð um, sjálvir at venda sær til røntgendeildina, tá teir ávísa eini kvinnu til mammografi-kanning. Tað er nevniliga alt avgerðandi, at røntgendeildin fær púra greið boð um, hvørt kvinnan skal [...] nakað við hvørt annað at gera. Og tó. - Áðrenn farið verður undir at gera screeningar, mugu vit meta um, um fyritreytir eru fyri tí. Og bíðilistin á landssjúkrahúsinum hevur sjálvsagt týdning fyri eina slíka [...] skal setast á tann vanliga ella bráðfeingis bíðilistan. Hetta sigur Hans Pauli Strøm, nú hann hevur kannað, hvør trupulleikin við langa bíðilistanum til mammografi-kanningar í veruleikanum er. Læknin boða
tekstir, myndir og tónleikur, er býtt í kapitlar, so talan er um eina heildaruppliving. Og tað sum hevur verið at hoyra av fløguni ber boð um, at hetta av sonnum er eitt verk, sum er vert at leggja oyru til, [...] Vu loksins út. Hetta er sama dag, sum Atlantic Music Event er í norðurlandahúsinum. Og Deja Vu siga, at teir eru við í AME við einum bási, men hvørt teir fara á pall sigur søgan onki um. Enn ber ikki til [...] Flott fløga Deja Vu koma, sambært teimum sjálvum, at leggja fløguna fram 23. apríl og hetta hendir á AME. Og talan er um eina longi væntaða fløgu og tað er ein flott og dýr fløga, sum nú kemur á marknaðin
luttóku. Nógv varð tosað um, at Útvarp Føroya sum public-service rás eisini kappaðist við Rás 2 á lýsingamarknaðinum. Fleiri tingmenn hildu, at Útvarpið skuldi ikki hava loyvi til hetta, um ÚF samstundis skuldu [...] at røkja nakrar ávísar skyldur, og tí havi eg ongar ætlanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpsstøð fáa part av lurtaragjaldinum. Hetta svar gav Óli Holm, landsstýrismaður, upp á skrivligan fyrispurning [...] kundi fingið eini 15 prosent av lurtaragjaldinum, men hetta uppskotið fekk ikki undirtøku í Mentamálastýrinum, har landsstýrismaðurin ongar ætlanir hevur um at taka ein part av lurtaragjaldinum frá Útvarpinum
tá leikararnir við sær sjálvum vita, at tað bilar ikki so nógv, um tær bert koyra 70% á ketlarnar. Hetta tóktist eisini vera skilið um kvøldið, tá Føroyar so skuldu spæla ímóti Hitra. Hitra er so heilt [...] sást, at savningin um dystin ikki var heilt í topp. Flent var bara at, tá truplir bóltar miseydnaðust, og tó at fleiri skift vórðu gjørt, so fekst ikki størri álvari í spælið. Hetta tóktist tó ikki nerva [...] Guernsey: Eftir at tríggir av fýra dystum í bólkaspælinum nú eru leikir, er lítil ivi um, at føroysku kvinnurnar fáa fyrsta plássið í bólkinum. Enn er dysturin móti Grønlandi, sum eisini hevur fult stigal
ein mann, sum hevði heldur løgnan atburð. Talan var um ein 28 ára gamlan dana, sum hevði ikki minni enn 20 kilo av hassji í einari tasku, ið hann hevði um herðarnar. Tá smuglarin sá hundin hjá tollvaldinum [...] hann bangin og rastleysur. Hetta bitu tollararnir merki í og fóru at kanna hann nærri. Tá gjørdi hundurin vart við, at okkurt illgrunavert var í taskuni hjá manninum. Hetta upplýsir Kjartan Dam Joensen [...] eisini um stórar upphæddir í krónum og oyrum. Spreingir hagtølini Hesin fongurin fer avgjørt at síggjast aftur í hagtølunum hjá tollvaldinum. Vanliga leggur tað hald á millum 4 og 6 kilo av hassji um árið
starvsfólkunum at sita við hús, og kanningar vísa, at hetta fer at kosta gistingarhúsunum einar 70 milliónir krónur um vikuna. Sum ikki eina ferð er tað stríð um løn, sum skilir starvsfólkini og tey, sum eiga [...] longur ein spurningur, um vend er komin í amerikanska búskapin. Tølini fyri mars mánað vísa m. a., at ídnaðarframleiðslan í USA vaks 0,7 prosent samanborið við februar, og hetta er størsta framgongdin [...] dagarnar er fiskur fyri einar tíggju milliónir krónur sendur aftur til Noregs. Sambært Aftenposten hevur hetta havt við sær, at fleiri fiskakeyparar í ES-londunum hava sýtt fyri at keypa tosk úr Noregi, og í fiski-
á. Sjey mál á rað beindu alt fyri eitt allan iva um sigurin av vegnum, og tó at Sóljan eftir hetta slapp upp í part, so var ikki skuggin av spenningin um, hvør parturin skuldi fara við stigunum. Nógv upp [...] tær onkursvegna bjarga sær stig, um bjargingin skal gerast veruleiki. Móti Stjørnuni, sum stríðist fyri silvurmerkjunum, munaði tó lítið, og spurningurin er so, um hetta var tað, sum skuldi til, fyri at [...] vandi fyri, at ætlaðu silvurmerkini verða av ongum. Tær hava tó enn møguleikan at gera hetta av sjálvar, tá tær um tvær vikur vitja hjá Neistanum í Havn. Dysturin í tølum Sóljan-Stjørnan 20-26 (6-15) M
orð. Vit og skil okkara skilir hetta ikki; men hesin veruleiki kallar okkum til trúgv og álit á Guds orð. Eingin vitskapur kann sannføra okkum um, at tað er so. Her velst um trúgv ella ikki trúgv. Antin [...] Guds orð er sannleiki. Tað er sannleikin um Gud og um okkum menniskju. Okkara kirkja skilir ikki bara boðskapin í Bíbliuni sum Guds orð. Men eisini sunnudagsprædikan er Gud orð til okkara. Tað er Guds [...] trúgva er ein gáta. Tað er ein Guds loyndardómur. Er so Guds orð Guds orð fyri teg? Tað er hetta, alt snýr seg um! Er Guds orð sannleikin fyri teg? Amen David Johannesen