20 kilo av hassji í eini tasku

Mánamorgunin legði føroyska tollvaldið hald á ta størstu nøgdina av hassji, sum nakrantíð er funnin á einum ferðafólki. 20 kilo av hassji hevur eitt virði á umleið 2,5 milliónir krónur á gøtuni

Tá tollararnir tíðliga mánamorgunin stóðu klárir at taka ímóti ferðafólki, sum kom við Norrønu úr Hanstholm, løgdu teir serliga merki til ein mann, sum hevði heldur løgnan atburð.
Talan var um ein 28 ára gamlan dana, sum hevði ikki minni enn 20 kilo av hassji í einari tasku, ið hann hevði um herðarnar.
Tá smuglarin sá hundin hjá tollvaldinum, gjørdist hann bangin og rastleysur. Hetta bitu tollararnir merki í og fóru at kanna hann nærri. Tá gjørdi hundurin vart við, at okkurt illgrunavert var í taskuni hjá manninum. Hetta upplýsir Kjartan Dam Joensen, yvirtollari í Tollbúðini í Havn.
Tá tollararnir lótu taskuna upp, fingu teir ein rættiligan skelk. Taskan var nevniliga kjokkfull av hassji til tann føroyska marknaðin.
Maðurin hevði ferðaseðil til Tórshavn og ætlaði sær í land her at avhenda hassjið til onkran her.
Tann ovurstóra nøgdin av hassji, sum maðurin hevði á sær, hevur eitt virði uppá umleið 2,5 milliónir krónur, so talan er eisini um stórar upphæddir í krónum og oyrum.

Spreingir hagtølini
Hesin fongurin fer avgjørt at síggjast aftur í hagtølunum hjá tollvaldinum. Vanliga leggur tað hald á millum 4 og 6 kilo av hassji um árið. Nú hevur tollvaldið brádliga funnið 20 kilo í einum.
Maðurin situr í løtuni í varðhaldinum í Havn, og løgreglan kannar málið nærri. Meðan kanningarnar fara fram, vil politiið ikki geva nærri upplýsingar um málið.
Størstan nøgdin av hassji, ið tollvaldið í Føroyum nakrantíð hevur lagt hald á, er 34 kilo, sum vórðu funnin umborð á einum grønlendskum trolara, ið lá við bryggju her fyri umleið fimm árum síðani. Ætlanin var tó at flyta hetta hassjið til Grønlands, og tað var ikki ætlað til tann føroyska marknaðin.