- Bráðfeingis tilburðir eiga undir ongum umstøðum at enda á vanliga bíðilistanum til mammografi-kanningar. Tískil fingu allir kommunulæknar í Føroyum í gjár boð um, sjálvir at venda sær til røntgendeildina, tá teir ávísa eini kvinnu til mammografi-kanning. Tað er nevniliga alt avgerðandi, at røntgendeildin fær púra greið boð um, hvørt kvinnan skal setast á tann vanliga ella bráðfeingis bíðilistan. Hetta sigur Hans Pauli Strøm, nú hann hevur kannað, hvør trupulleikin við langa bíðilistanum til mammografi-kanningar í veruleikanum er.
Læknin boða frá
Higartil hevur mannagongdin verið tann, at kvinnan, eftir at hava fingið ávísing frá læknanum, sjálv setur seg í samband við Landssjúkrahúsið fyri at avtala eina tíð til mammografi-kanning. Sambært landsstýrismanninum hendir tað seg tíverri, at kvinnan ikki fær greitt nóg væl frá, hvør orsøkin er til kanningina. Tað er eftir øllum at døma hetta, sum er orsøkin til, at onkur bráðfeingis tilburður er endaður á vanliga bíðilistanum. Tí er áðurnevnda skriv sent øllum kommunulæknum, fyri at tryggja, at kvinnan kemur á rættan bíðilista, sigur Hans Pauli Strøm.
Spurdur, um heilsumynduleikarnir framvegis ætla at fara undir mammografi-screeningar (fólkakanningar, blaðkv.), so leingi verandi trupulleiki við bíðilistanum á Landssjúkrahúsinum ikki er loystur, sigur landsstýrismaðurin, at hesi bæði málini ikki beinleiðis hava nakað við hvørt annað at gera. Og tó.
- Áðrenn farið verður undir at gera screeningar, mugu vit meta um, um fyritreytir eru fyri tí. Og bíðilistin á landssjúkrahúsinum hevur sjálvsagt týdning fyri eina slíka meting. Fyribils er ein lækni afturat til røntgendeildina raðfestur høgt í tilmælunum til komandi fíggjarlóg. Hvørja viðgerð hetta tilmælið fær, ber ikki til at siga í løtuni, sigur Hans Pauli Strøm.