Ongin semja

Týsmorgunin varð greitt, at semja ikki fekst millum Team 85 og Tjóðveldisflokkin. Tískil fellur málið til dóms

Í tvær vikur hava partarnir sitið og roynt at fingið eina semju í málinum. Týsmorgunin var freistin úti, og tá fekk dómarin boð um, at tað ikki var eydnast at fáa eina semju í lag. Tí skal dómarin nú koma við einum úrskurði í málinum.
Johnny Gaard, stjóri á Team 85, sigur, at hann ikki ynskir at gera nakra viðmerking til sjálvt semingsuppskotið. Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, hvussu dómurin kann fara at ljóða.
? Nú er tað jú upp til dómaran, og tá er vónleyst at siga nakað, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki er vist, at dómurin verður tað seinasta orðið í málinum.
? Um dómurin verður kærdur, so kemur hetta málið jú at koyra í eina tíð afturat, sigur hann.
Johnny Gaard sigur, at her talan um eitt prinsipp, sum hansara fyritøka ikki vil víkja frá.
Hann er stjóri á einari fyritøku, og tá ein vøra verður bíløgd, so er tað vanligt, at viðkomandi eisini rindar fyri hana, sigur hann púra avgjørdur.
Johnny er greiður yvir, at hetta kann koma at verða dýrt fyri tapandi partin í hesum málinum. Men kortini vil hann ikki víkja frá prinsippinum.
? Vit koyra hetta málið, tí vit vilja hava teir pengarnar, sum vit hava rætt til. So einfalt er tað, sigur Johnny Gaard, stjóri á Team 85.
Nær dómur fellur í málinum er ikki greitt. Tað tekur ta tíð, sum dómarin nýtir til at koma til eina niðurstøðu. Men tá hugsað verður um, at dómarin kom við einum semingsuppskoti, at so kann verða, at dómurin ikki liggur so langt frá tí.