Ongin forðing

Enn er so eingin, sum tykist hava styrkina til at gera nakað við oddasessin hjá Føroyum í bólkinum

Guernsey: Eftir at tríggir av fýra dystum í bólkaspælinum nú eru leikir, er lítil ivi um, at føroysku kvinnurnar fáa fyrsta plássið í bólkinum. Enn er dysturin móti Grønlandi, sum eisini hevur fult stigal, eftir, men metast eftir dygdunum, sum bæði liðini hava, so skuldi borið til hjá føroysku kvinnunum at vunnið ein tryggan sigur.

Liðugt og heim
Eftir at hava havt frí mánadagin, vóru tveir dystir á skránni hjá kvinnunum týsdagin, og vóru báðir hesir av tí heilt lætta slagnum. Fyrrapartin var talan um dyst móti Caymann, og skuldi metast eftir oyggjaleikunum seinast, so fóru hesar ikki at gera stórvegis við okkara. Tað gingu heldur ikki fleiri enn 65 minuttir, so var alt sópað burtur. Føroyska spælið kom tó ongantíð veruliga upp at koyra, men tað er eisini trupult, tá leikararnir við sær sjálvum vita, at tað bilar ikki so nógv, um tær bert koyra 70% á ketlarnar.
Hetta tóktist eisini vera skilið um kvøldið, tá Føroyar so skuldu spæla ímóti Hitra. Hitra er so heilt avgjørt at metast milllum veikaru liðini í kappingini, og longu fyrstu bóltarnar sást, at savningin um dystin ikki var heilt í topp. Flent var bara at, tá truplir bóltar miseydnaðust, og tó at fleiri skift vórðu gjørt, so fekst ikki størri álvari í spælið.
Hetta tóktist tó ikki nerva landsliðsvenjaran, Niclas Joensen, sum seinasta settið lat allar av sonevndu føstu leikarunum koma á beinkin, soleiðis at tær, sum vanliga verða roknaðar millum skiftisleikararnar, fingu nakað av spælitíð. Ikki minst nýtti Herborg hendan møguleikan at gera vart við síni flogbóltsevni, og saman við Margit Joensen var hon hetta settið størsti garanturin fyri, at glið fekst á føroyska spælið.