altjóða granskingarstøðirnar, gosvirksemi og fiskiskap. Høvi verður at vitja myndasýningina í býráðshøllini í Runavík frá mánadegnum 29. apríl til fríggjadagin 31. mai. Opið er sunnu- dagar frá kl. 16 til 18 [...] ísi á jørðini. Um ísurin í Antarktis smeltaði, hevði sjógvurin í heimshøvunum hækkað við 60 metrum. Úti við strondina kálvar ísurin risastórar ísflakar, á stødd við oynna Fyn, í havið. Kuldin kann til tíðir
Mentanarhús Runavík: Arbeitt verður við ætlanum um at byggja eitt nýtt mentanarhús í Runavíkar Kommunu. Felag til endamálið varð stovnað flaggdagin. Ætlaninar um at byggja mentanarhús í Runavík eru ikki nýggjar [...] greiðir ein av nevndarlimunum í nýggja felagnum, Kenneth Rasmussen, frá. Fundurin flaggdagin var í grundini ein fundur til endurstovnan av felagnum »Bygdarhús«, sum varð stovnað í 1975 og virkaði fram til 1982 [...] Kenneth Rasmussen heldur ikki, at tað at byggja eitt mentanarhús í Runavíkar Kommunu nú, fer at skaða aðrar líknandi ætlanir í Eysturoy. Og í kommununi eru eingi møguleikar soleiðis, sigur hann. Tað, sum
útróðrarbátinum »Tvíburðar« sum latin varð í seinatu viku. Ketil er gjørdur til grønlendska felagið Nanortalik Tourist Boats, sum skal nýta hann at sigla við ferðafólki í Suðurgrønlandi. Eisni skal báturin brúkast [...] Lasse Klein, at hann skuldi ganga í minsta lagi 19 míl. Kostnaðurin fyri bátin er knøpp hávtriðja millión krónur. Báturin verður avskipaður við farmaskipi til Aalborg í aðru viku. Haðani verður hann so [...] Grønlands, og í løtuni verður ein av teimum stóru, ein AWI 39, bátur gjørdur til Grønlands. Lasse Klein fegnast um, at føroyski marknaðurin nú tykist vera vaknaður aftur, tí har hevur einki lív verið í eini tíggju
børnini hava havt tvær felagsveningar, tann fyrra í Libanon í Sørvági og tann seinna í Filadelfia í Gøtu, umframt at hvørt kórið hevur vant sangirnar hvør í sínum stað. Konsertskráin. GLA?VOX kemur, sum áður [...] verður í Ítróttarhøllini í Giljanesi 9. mai kl. 15 - og til hesa konsertina luttaka øll tey 5 Vágakórini, tilsamans eru tey uml. 120 børn. Leygardagin 11. mai kl. 16 verður Ítróttarhøllin í Runavík so karmur [...] hoyra til Gulset Kirke. Umframt at tey syngja nógv í kirkjum, skúlum og nógva aðra staðir í Noreg, hava tey vitja bæði Finnland, Svøriki og fleiri ferð í Danmark. Á heimasíðini skriva tey: "GLA?VOX er et
halda fast við. Vit eru í holt við at fylgja upp á eldraøkinum í Runavík, tí tað hevur ikki verið gjørt so nógv við. Við at keypa Føroya Vistarheim so verður eldraumráðið í Runavík so at siga samlað á einum [...] verður helst í august-september í ár. Síðani skulu onkrar umvælingar gerast, men onki dato er sett á nær heimið letur upp. Føroya Vistarheim liggur í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi í Runavíkar kommunu [...] afturúrsigld tá tað kemur til eldraøkið. Ongi búpláss ella sambýli eru til tey eldru í kommununi. Eitt ellisheim liggur í Runavík, men tað er eitt ellisheim fyri alla oynna, og er vistarheimið nú fyrsta stigið
Fyrsta royndin hjá NSÍ gekk ikki væl. Í Gundadali løgdu teir ímóti einum væl uppløgdum HB liði rygg til 4?0 tap. Í dag fáa teir í Runavík vitjan av grannunum úr Gøtu. Um NSÍ ikki skal detta niður ímillum [...] hálvrunnið í Gundadali. Hann hevur trupulleikar við rygginum, og hann verður ikki við ímóti GÍ. Gøtumenn eru væl nøgdir við javnleikin á Toftum, og teir vóna í hvussu so er sama úrslitið í Runavík. Liðformaðurin [...] at vit alla tíðina vóru undir trýsti og ongantíð fingu álopsspæl í lag. GÍ hevur nógvar sera rutineraðar spælarar. Teir eru støðugir í sínum avrikum, og tað er altíð torført at spæla ímóti teimum, heldur
viku í Nesvík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eystankórið hevur konsert í Gøtu kirkju sunnudagin kl. 16.00 og í Glyvra kirkju kl. 19.00. Leguhúsið í Nesvík Felagsmissiónsvikan heldur áfram í dag í leguhúsinum [...] Sunnudagin kl. 16 Familjumøti í Ítróttarhøllini á Skála. Bønarmøti hvørt mánakvøld kl. 19-20. Tú ert vælkomin í Kelduna. Aglow-møti verður í Hæddini í Runavík við Jonnu og Palla Højgård í dag kl. 15. Allar kvinnur [...] 00, í Mariukirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum
og tað var við til at avgera, at stigini vóru í Runavík. Málríkt seinna umfar NSÍ hevði í 1. hálvleiki eins nógv spæl og møguleikar sum gestirnir, og í 2. hálvleiki vóru teir oftast leikliga omaná. Upprunin [...] og málini vóru fimm í tali. Tí var talan sjálvandi um undirhaldandi uppgerð í góðveðrinum við Løkin. NSÍ sat eftir við øllum stigunum. Teir vóru sjálvandi fegnir um fyrsta sigurin í hesum árinum. GÍ fór [...] fór fyri aðru ferð í fimm dagar inn um Gøtueið uttan sigur. Teir fingu eitt stig á Toftum, og teir fingu einki í Runavík. Teir skoraðu tvey mál. Tað fyrra skoraði miðvallarin Sámal Joensen, og tað seinna
Kommunutíðindi Runavík: Bygt verður upp í Glyvra skúla, og nýtt havnarlag verður gjørt í Saltangará. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at bygd verður ein stova aftur at skúlanum [...] annars við í ætlanunum um at byggja ein stóran felagsskúla til framhaldsdeildirnar í Eysturoy, og fyrireikingarnar til ta verkætlanina halda fram, sigur Rodmundur Nielsen. Av øðrum, sum kommunan er í ferð við [...] við í løtuni, er at nevna nýggja havnarlagið norðan fyri verandi havnaøki í Saltangará. Undir posthúsinum er gjørd nýggj bryggja, sum verður tikin í brúk fyrsta dagin, sigur borgarstjórin. Partur av gamla
bilurin var stolin úr J. Dahlsgøtu úti í Hornabø í Havn. Politiið veit ikki, hvør gerningsmaðurin er, men tey, ið áttu bilin fáa bót, tí tey høvdu latið lyklarnar standa í bilinum, og hetta hava tey jú ikki [...] eisini stolin av ferjuleguni í Klaksvík. Men nú ongar ferjur sigla, so er gerningsmaðurin ikki sloppin so langt við bilinum, tí hann var funnin aftur á oljukaiini í Ánunum. Politiið í Klaksvík veit ikki at siga [...] siga, hvør gerningsmaðurin er. Í Skálabotni var eitt lítið ferðsluóhapp seinnapartin fríggjadagin. Mistanki er um rúsdrekka koyring, verður sagt av politistøðini í Runavík. Ongin persónsskaði var, men tann