TÍÐINDASKRIV
Tær 43 fotomyndirnar lýsa m.a. teir fyrstu pólfararnar, ta norsku hvalafangaratíðina, plantu- og djóralívið, truplu ísviðurskiftini, altjóða granskingarstøðirnar, gosvirksemi og fiskiskap.
Høvi verður at vitja myndasýningina í býráðshøllini í Runavík frá mánadegnum 29. apríl til fríggjadagin 31. mai. Opið er sunnu- dagar frá kl. 16 til 18 og gerandisdagar frá kl. 13 til 15.
Eitt sindur um Antarktis
Heimsparturin Antarktis var tann seinasti heimsparturin, sum bleiv funnin. Antarktis er á stødd við Europa.
98% av fastlandinum er fjalt av einum íslagi, sum kann verða upp móti 4 km tjúkt. Hetta svarar til 90% av øllum ísi á jørðini.
Um ísurin í Antarktis smeltaði, hevði sjógvurin í heimshøvunum hækkað við 60 metrum.
Úti við strondina kálvar ísurin risastórar ísflakar, á stødd við oynna Fyn, í havið. Kuldin kann til tíðir koma niður á 89 kuldastig og vindferðin á teimum katabatisku vindunum er viðhvørt omanfyri 80 m/s.










