Hugburðurin skal vera øðrvísi

NSÍ, sum ikki sýndi gott avrik í Gundadali, hevur trýstið á sær, tá GÍ kemur til Runavíkar

Fyrsta royndin hjá NSÍ gekk ikki væl. Í Gundadali løgdu teir ímóti einum væl uppløgdum HB liði rygg til 4?0 tap. Í dag fáa teir í Runavík vitjan av grannunum úr Gøtu. Um NSÍ ikki skal detta niður ímillum beinanvegin, so er alneyðugt, at teir fáa nakað burtur úr hesa ferð.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá NSÍ. Hann var ikki nøgdur við tað, hann var vitni til sunnudagin, og hann ásannar, at tað skulu aðrir bollar á suppuna ímóti GÍ, um nakað skal fáast burturúr:
? Ímóti HB var tað bara Jens Martin Kndusen, sum vísti tað, hann megnar. Vit vóru ikki nóg ágrýtnir. Verjuparturin var ov lítið avgjørdur, og tað hevði við sær, at vit alla tíðina vóru undir trýsti og ongantíð fingu álopsspæl í lag. GÍ hevur nógvar sera rutineraðar spælarar. Teir eru støðugir í sínum avrikum, og tað er altíð torført at spæla ímóti teimum, heldur Jógvan Martin Olsen.
Kári Hansen noyddist at fara av vøllinum longu tá fyrra umfarið var hálvrunnið í Gundadali. Hann hevur trupulleikar við rygginum, og hann verður ikki við ímóti GÍ.
Gøtumenn eru væl nøgdir við javnleikin á Toftum, og teir vóna í hvussu so er sama úrslitið í Runavík.
Liðformaðurin, Sámal Joensen, sigur, at manningarliga eru teir eitt sindur betri fyri hesa ferð, enn teir vóru sunnudagin:
? Súni Fríði Johannesen var ikki við á Toftum. Hann hevur havt trupulleikar við beininum, men nú hevur hann vant aftur. Popczynski hevur framvegis trupulleikar við knænum. Hatta er ein skaði, sum hann fekk tíðliga á árinum í venjingardysti ímóti KÍ. Hann spælir verri enn so við fullari ferð, men hann verður ivaleyst eisini við ímóti NSÍ, sigur Sámal Joensen.
Henning Jarnskor var ikki við ímóti B68, og vit skilja á lagnum, at hann verður heldur ikki við ímóti NSÍ. Súni Olsen er á veg aftur til GÍ, men hann verður ikki við í dag.