Mentanarhús í Runavíkar Kommunu

Flaggdagin varð stovnandi aðalfundur hildin í Runavík, har felag varð stovnað, sum skal arbeiða fyri at byggja mentanarhús í Runavíkar Kommunu

Mentanarhús

Runavík:
Arbeitt verður við ætlanum um at byggja eitt nýtt mentanarhús í Runavíkar Kommunu. Felag til endamálið varð stovnað flaggdagin.
Ætlaninar um at byggja mentanarhús í Runavík eru ikki nýggjar, greiðir ein av nevndarlimunum í nýggja felagnum, Kenneth Rasmussen, frá. Fundurin flaggdagin var í grundini ein fundur til endurstovnan av felagnum »Bygdarhús«, sum varð stovnað í 1975 og virkaði fram til 1982.
Runavíkar Kommuna hevur saman við onkrum av teimum, sum vóru virkin í gamla felagnum, skundað undir at fáa reist nýggja felagið.
Komandi mentanarhúsið í Runavíkar Kommunu skal vera eitt hús, sum brúkast kann til øll endamál, sigur Kenneth Rasmussen. Tað skal vera til fólk í øllum aldri. Heilt frá smáu børnunum upp til pensionistarnar.
?Eitt hús, sum skal brúkast og vera livandi, sigur Kennth Rasmussen.
Ein arbeiðsbólkur skal setast at fyrireika eina byggiætlan, eins og kostnaðarmeting skal gerast, sigur hann. Enn er einki konkret á borðinunm í so máta.
Gamla felagið eigur pening standani frá tíðini, tað virkaði. Tann peningurin verður fluttur til endurstovnaða felagið. Tað er so mikið, at tað ger heilt góðan mun, sigur Kenneth Rasmussen, og farið kundi helst verið undir at bygt við tí, heldur hann.
Kenneth Rasmussen heldur ikki, at tað at byggja eitt mentanarhús í Runavíkar Kommunu nú, fer at skaða aðrar líknandi ætlanir í Eysturoy. Og í kommununi eru eingi møguleikar soleiðis, sigur hann.
Tað, sum liggur næst hesum húsinum, er nýggja kappróðrarneystið Inni á Bakka, men tað er mest sum eitt veitsluhøli burturav.
Hetta nýggja mentanarhúsið skal kunna brúkast bæði til konsertir og dans, eins og fyrilestrar og barnaansing.
Serliga verður hugsað um ungdómin, sigur Kenneth Rasmussen. Í dag er tað soleiðis, at fólk koyra til Havnar at dansa, tí einki dansistað er í kommununi.
Ætlanin er at fara undir ymist tiltøk beinanveg, nú felagið er stovnað. Ætlandi verður farið undir at fyrireika eitthvørt at hava á Skálafjarðarastevnuni í summar.
?Men har mugu vit ansa eftir ikki at fara undir nakað, sum onnur longu eru inni á, sigur Kenneth Rasmussen.
Hann sigur, at tey fara at royna at fáa vinnuna í Runavík at stuðla hesum húsinum, eins og fók kunnu tekna seg sum lim í felagnum. Til ber at tekna seg sum einstaklingur, sum familja, eins og tað ber til hjá fyritøkum at tekna seg sum lim í felagnum »Bygdarhús«.
Kenenth Rasmussen heldur ikki, at navnið, brúkt verður, er so heppið. Tað er ein leivd frá gomlu tíðini, men nógv vatn er runnið hesi 20 árini, síðan felagið varð niðurlagt. Og Runavík er ikki longur nøkur bygd.
So hann heldur, at hóskandi hevði verið at havt eina navna- búmerkjakapping.
Nevndin, sum vald varð á fundinum flaggdagin, er mannað av Kára Thorsteinssyni, Eyðuni Gaardbo, Sólrun Jónson, Hansi Tausen og Kennethi Ramsussen.