Leygarmorgunin um hálvgum seks tíðina var ein bilur farin útav omanfyri Eggvirkið á Velbastað. Tá politiið kom á staðið var ongin har, men tað vísti seg, at bilurin var stolin úr J. Dahlsgøtu úti í Hornabø í Havn.
Politiið veit ikki, hvør gerningsmaðurin er, men tey, ið áttu bilin fáa bót, tí tey høvdu latið lyklarnar standa í bilinum, og hetta hava tey jú ikki loyvi til.
Ein bilur var eisini stolin av ferjuleguni í Klaksvík. Men nú ongar ferjur sigla, so er gerningsmaðurin ikki sloppin so langt við bilinum, tí hann var funnin aftur á oljukaiini í Ánunum. Politiið í Klaksvík veit ikki at siga, hvør gerningsmaðurin er.
Í Skálabotni var eitt lítið ferðsluóhapp seinnapartin fríggjadagin. Mistanki er um rúsdrekka koyring, verður sagt av politistøðini í Runavík. Ongin persónsskaði var, men tann, ið koyrdi bilin, hevði ikki førararætt.










