Skúli og havnarlag

Runavíkar Kommuna ger í løtuni útbygging í Glyvra Skúla og nýggja bryggju í Saltangará

Kommunutíðindi

Runavík:
Bygt verður upp í Glyvra skúla, og nýtt havnarlag verður gjørt í Saltangará.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at bygd verður ein stova aftur at skúlanum á Glyvrum. Brúk er fyri fleiri hølum, men valt er at gera hetta fyrst, sigur hann.
Ein stova verður bygd upp í skúlan, har bókasavnið væntandi flytir, og so verður verandi bókasavn tikið til skúlastovu.
Kostnaðurin fyri hesa uppíbyggingina fer væntandi at liggja um eina knappa millión, sigur borgarstjórin.
Runavíkar Kommuna er annars við í ætlanunum um at byggja ein stóran felagsskúla til framhaldsdeildirnar í Eysturoy, og fyrireikingarnar til ta verkætlanina halda fram, sigur Rodmundur Nielsen.
Av øðrum, sum kommunan er í ferð við í løtuni, er at nevna nýggja havnarlagið norðan fyri verandi havnaøki í Saltangará.
Undir posthúsinum er gjørd nýggj bryggja, sum verður tikin í brúk fyrsta dagin, sigur borgarstjórin.
Partur av gamla havnarlagnum varð lagt av til oljuútgeðrarhavn, men hóast ikki er líkt til nakra oljuvinnu í summar, sigur Rodmundur Nielsen, at ríkiligt er at brúka nýggja havnarlagið til kortini, hóast oljuhavnin eisini verður brúkt.
Tann útbyggingin, sum nú er gjørd, fer sambært tilboðnum at kosta 12,3 milliónir krónur, upplýsir borgarstjórin í Runavíkar Kommunu.